Almannaøkið so dýrt
Ofta hoyrist, at økið er so dýrt. Júst tí er sera umráðandi, at peningurin verður nýttur við størsta skynsemi, ella hvussu?
Harafturat er veruleikin, at vit øll kunnu fáa tørv á hjálp frá almannaøkinum fyrr ella seinni. Ja, ikki minst seinni – eldraøkið er jú eisini almannaøkið.
Ov lítið prestige?
Sosiala økið er ikki tað sum fær mest rúmd ella tykist at vera mest umbiðið sum annað enn valagn. Løgið, tá ein hugsar um, at tað er ein stórur útreiðslupostur. Mín varhugi eftir eitt ár í tinginum er, at tað eru ov fá í politikki sum halda økið vera áhugavert og seta seg inn í tað av álvara.
Her og nú sparingar
Tá sparingarnar á almannaøkinum eru komnar niðan í tingið, eru fleiri dømi um, at tey eru skundað ígjøgnum á ein hátt, so trivnaðarnevndarformaðurin ikki so mikið sum hevur loyvt hoyringum - úrslitið hevur verið hareftir.
Sært tú logikkin?
Tá Smyril Line skuldi hava enn eina stóra milliónaupphædd og sigarettkeglið hjá samgonguni var í hæddini, varð ikki eitt orð sagt um stóra hallið á fíggjarlógini – men nú tað snýr seg um tey veikastu í samfelagnum, tosar samgongan um hallið og sigur, at øll mugu skilja, at vit skulu spara.
Tað hevur mangan víst seg at vera heppið fyri politikarar, at fjøldin gloymir so skjótt – vóni ikki hetta er ABC-mottoið!
Hvat hevði Gallup sagt?
Um vit gjørdu eina Gallupkanning fyri at lýsa, hvørjar raðfestingar vanligi føroyingurin helt vera skilabest, hevði úrslitið tá verið tað sama sum ABC-praksis? Nei, tað vænti eg heldur ikki!
Signalvirðið í sparingunum
Tað gleðir meg at síggja landsstýriskvinnuna tvíhalda um, at arbeiðið á Familjudeildini á Føroya Barnaheimi kortini ikki skal niðurleggjast, og at hon væntandi fær eina eykajáttan. Haldi at Rósa Samuelsen hevur nógvar góðar ætlanir.
Sjálvandi skal eykajáttanin vera útreiðsluneutral. Men eftirsum tað einamest eru almannaøkið og málsøkini hjá Helenu Dam á Neystabø, sum hava spart til í ár, átti tað at verið lagamanni hjá hinum landsstýrisfólkunum, nú at vísa ábyrgd og prógva at teir eisini kunnu spara. Eg fegnist, um tað eru íløgur til tunnlar sum verða skerdar.
Íblástur til ABC
Annars er hópurin av íblástri til inntøkur hjá landinum í minnilutaálitinum hjá Annitu á Fríðriksmørk og Tórbirni Jacobsen í samband við fíggjarlógina. Har eru umhvørvisgjøld, hægri skatt til tey við hægstu inntøkunum, hækka gjald í samband við arv, taka rentustudningin burtur – í smáum væl at merkja. Hesar venda allar sosialt rætt – fáið tykkum endiliga íblástur higani, ABC!










