Eyðstein Poulsen sigur, at so hvørt, sum hann hevur sæð, hvussu stórur skaðin á garmaskipið Ågot í veruleikanum er, heldur hann, at hetta sær rættiliga øgiligt út, sum hann tekur til.
- Tað er ógjørligt í løtuni at meta um, hvørt Ågot verður til skip aftur ella ikki. Greitt er í øllum førum, at hetta verður ikki ein umvæling sum bara fer at taka ein mánaða. Soleiðis, sum eg síggi skaðan, verður talan um langa umvælingartíð.
Hann sigur, at tað verður ein skandala fyri reiðaríið, um teir ikki sleppa í vinnu aftur, nú vit eru í bestu fiskitíð, og gongdin hevur verið so fræg í seinastuni, sum hon hevur verið. Hann sigur, at tað hevur verið trupult at fingið lønandi vinnu soleiðis, sum veiðan hevur verið, men nú í vetur hevur sæð betri út.
- Jú, hetta er ógvuliga óheppið fyri okkum. Vit vóru líka sum teir, ið slóðaðu fyri við frysting, sum rættiliga hevur vundið upp á seg seinastu tiíðina, og nú hetta veruliga byrjaði at líkjast, hendi hetta. Vit hava ikki gjørt alt rætt, men tað er ógvuliga harmiligt, at hetta skuldi henda skipi og manning nú.
Eyðstein fegnast um, at eingin mansskaði hendi, tá Slættaberg rendi bulbustevnið inn í skipssíðuna, og nú líkt er til, at hetta verður ein rættiligur umgangur fyri reiðaríið, harmast hann ikki minst vegna manningina.
- Tað verður Norsk Veritas, sum kemur at meta um skaðan, og tá tað er gjørt, hugsi eg mær, at tilboð skulu gevast upp á at umvæla skipið - um tað nú einaferð verður niðurstøðan. Hetta fer alt at taka tíð, men eg vildi veruliga ynskt, at vit fingu eina avkláring skjótast gjørligt.
Hann sigur, at um Ågot, tá óhappið hendi, ikki hevði verið hangandi á bulbustevninum á Slættabergi, hevði skipið farið til botns við bryggjuna.
- Skipsskrokkurin er so mikið illa farin, at skipið líka sum er smalkað har frammi av harða stoytinum. Dekkið har frammi er eisini illa farið. Tað er farið niður í stýriborðssíðu - og upp í bakborðssíðu.
Eyðstein Poulsen stúrir fyri, at Ågot - um hann yvirhøvur verður umvældur - ikki sleppur í vinnu aftur áðenn langt um leingi, kann tað gerast ein galin endi fyri felagið.
- Nú skulu vit bara vóna, at hetta á ein ella annan hátt kemur at laga seg sum best, leggur hann aftrat.
Tað er Dávur Winther, sum hevur tikið viðheftu myndir.










