Tinglimir í bæði andstøðu og í samgongu, eru rættiliga ónøgdir við, at Løgtingið ikki fær høvi at viðgera, hvønn politikk, vit skulu hava í sambandi við koronu.
Spurningurin var til umrøðu í morgun og tá undraðust fleiri løgtingslimir á framferðina hjá landsstýrinum.
Bæði Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Ruth Vang úr Framsókn, umframt Jákup Mikkelsen og Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, átala, at Løgtingið ikki verður tikið við upp á ráð. Tey vísa á, at landsstýrið arbeiðir fullkomiliga í sjálvdrátti og vil ikki draga politisku flokkarnar á Løgtingið upp í.
Tey vísa á, at korona er ikki bara ein heilsufakligur spurningur, tað er eisini ein politiskur spurningur. Eitt nú halda tey, at Løgtingið eigur at verða tikið við upp á ráð í spurninginum um, hvussu samfelagið skal latast upp aftur, og ikki minst í sambandi við, hvussu vit skulu fara fram í sambandi við koppseting.
Aðrastaðni er tað, samanumtikið, ein politisk avgerð, í hvørjari raðfylgju, fólk verða koppsett og, hvussu samfeløgini verða latin upp aftur, tí tað verður mett, at talan er ikki bara um ein heilsufakligan spurning.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at vit hava ta skipan, at tað er Landsstýrið, sum útinnur politikkin í verki og tey hava, í nógv størstan mun, gjørt av at halda seg til heilsufakligu tilmælini. Og tað heldur hann er rætta mannagongdin, hann heldur, at vit mugu ásanna, at tað hevur gingið fram úr væl.
Men annars segði hann eisini, at politisku flokkarnir eru boðsendir á fundar at viðgera støðuna.