Tað hevur aftur verið ringt veður í nátt og í morgun, í hvussu so er, har ættin stendur á. Í Fámjin, á vestursíðuni á Suðuroy, hevur staðið nógv á í morgun og uppgangurin hevur verið av tí mesta. So tað [...] tað hevur eisini brotið eitt sindur frá sær. Lesið eisini: Soleiðis sær út í Skopun Myndirnar hava Fróði Olsen, og onnur, tikið í morgun. Eru tað fleiri lesarar, sum hava tikið óveðursmyndir, eru tit vælkomin [...] tað var øgilig sjón, ið møttu fámjiningum, tá ið tað lýsti í morgun, tá ið teir sóu, hvussu uppgangurin hevur herjað bygdina. Brimið stóð langt niðan um vegin, tað var ikki hugsingur um at koyra eftir vegnum
Í næstu viku kemur Margretha, drotning, til Føroya á almenna vitjan. Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, ið er vertur hjá henni á føroyaferðini, sum byrjar í Suðuroy og heldur fram í Havn og í Sandoy [...] Sandoy. - Tað eru seks ár síðan, at danska Kongshúsið seinast vitjaði í Føroyum, so vit gleða okkum til í næstu viku, sigur Løgmaður í morgun. - Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann Margretha [...] Margretha Drotning gleða seg til nakrar spennandi dagar, leggur hann afturat. Á ferðini í Føroyum hesa ferð vitjar Margretha Drotning á Tvøroyri, Hovi, Hvalba, Sandvík, Tórshavn og á Sandi, áðrenn hon fer av landinum
landsstýrismanni í landbúnaðarmálum. Í áheitanini til landsstýrismannin stendur: Undirritaði tekur undir við, at Johan Dalsgaard festir Fámara. Johan hevur búð í Fámara í trý ár, har hann hevur víst í verki, at [...] undirskriftum til at fevna um alt landið. Higartil er innsavning av undirskriftum bert farin fram í Suðuroy og á netinum, men nú hava fólk tikið seg saman og fara at leggja undirskriftirnar út kring alt landið [...] skilagóðan hátt. Eg vil við mínari undirskrift, stuðla honum í at menna eitt alternativt, landbúnaðar-, ferðavinnu og sosialt tilboð, sum enn er eindømi í Føroyum. (innsent)
tilboð til ferðafólk, sum vitja í Suðuroy. - Tú kann altíð gera tað betur. Tað kunnu vit eisini í løtuni. Men føroyska ferðavinnan kann gera stór framstig, sum støðan er í løtuni. Tað krevur, at øll eru [...] vitjað í Suðuroynni í ár, er munandi hægri enn undanfarin ár. Finn Johannesen sigur, at hann hevur víst einari rúgvu av ferðafólkum úr millum annað Svøríki, Noregi, Danmark, Italia og Amerika runt í oynni [...] Landsmyndugleikarnir hava í fleiri ár verið sannførdir um, at ferðavinnan skal verða eitt gott og álítandi alternativ til fiskivinnuna. Men tað er ferðavinnan ikki búgvin til í løtuni. Tað sigur Finn Johannesen
Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í Suðuroy í gjár. - Her var ikki so nógv ferðsla, og her varð einki mál skrivað fyri ov nógva ferð, legði vaktleiðarin aftrat í morgun. [...] ikki hildu hámarksferðina. - Í kanningunum vórðu fýra mál skrivað, harav ein bilførari fekk treytaða frádøming og ein annar fekk klipp í koyrikortið. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tveir aðrir [...] Í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar á Glyvursvegnum, sum ofta plagar at vera eitt gott hál hjá løgregluni. Her er bert loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman, og eisini í gjár vóru bilførarar, sum ikki
gjørdar kring stóran part av landinum í gjár og í nátt. Vakleiðarin visti í morgun at siga, at tey hava kannað bilar heilt úr Suðuroy til Norðoyggjar og vestur í Vágar. - Ein hópur av bilum eru steðgaðir [...] seinasta samdøgrið. Sum vit hava skrivað fyrr í morgun, vóru tvey mál í Norðoyatunlinum, har tveir bilar vórðu máldir at koyra ov skjótt. - So høvdu vit eisini málið í Miðvági, har ein bilførari fyrrapartin varð [...] varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Men, í mun til talið av bilum, sum eru kannaðir undanfarna samdøgur, letur løgreglan bara heilt væl at.
sigur hann. Ferðsluløgreglan hevur steðgað fleiri bilførarum í vikuskiftinum. Í Suðuroy blivu tveir mans steðgaðir fyri rúsdrekkakoyring í gjár, meðan fleiri bilførarar um alt landið eru steðgaðir fyri [...] øðini sigur, at meðan tað hevur verið friðarligt í býnum í nátt, hevur ferðsluløgreglan havt nokk at gera um vikuskiftið. - Vit vóru nógv til staðar í býarlívinum, og fingu á tann hátt steðgað nógvum, [...] fyri at koyra ov skjótt. Skjótastu mátingarnar vóru gjørdar í Kaldbaksbotni, har ein bleiv máldur at koyra 124 kilometrar um tíman og millum Fjarða, har ein koyrdi 119.
Okkurt bendir á, at Búi Egilsson og Janus S. Samuelsen eru upp á tal í ÍF. Búi Egilsson hevur spælt við Suðringum og er uppvaksin í FC Suðuroy, meðan Janus S. Samuelsen hevur spælt við 07 Vestur. Hann er eisini [...] besta liðnum í Fuglafirði og tí tykjast verða upp á tal, at skriva undir sáttmála fyri komandi kappingar. Tað ljóðar eisini, at EB/Streymur ynskir at fáa Búa Egilsson í sín lut. ÍF vann í fjør næstbestu [...] næstbestu deildina og skal tí spæla í bestu deildini. Millum teirra, ið eru komnir til í vetur, eru Karl Løkin (Víkingur), Høgni Madsen (Ísland), Petur Meinhard Magnussen (B68) og Henry Heinesen (KÍ).
grindaskeiði. Í ár verður skipað fyri trimum skeiðum á hesum støðum. Tórshavn: 27. januar kl. 19 í Eysturskúlanum Sundalagnum: 28. januar kl. 19 í Felagsskúlanum á Oyrarbakka Suðuroy: 24. februar kl. 19 í Miðn [...] føroyingum at fara á sokallaðu grindaskeiðini, har undirvíst verður í brúki av mønustingara. Ovurhonds stór undirtøka var fyri skeiðunum í fjør, tá tey vóru á fyrsta sinni. Heili 1380 føroyingar ognaðu sær [...] Miðnámsskúlanum í Grønudali Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.
spæla við 07 Vestur. Tað boðar 07 Vestur frá á heimasíðu sínari í kvøld. 29 ára gamli áleyparin skeyt í ár átta mál fyri TB/FCS/Royn í Effodeildini, og helst fer hann at mynda álopspartin har vesturi [...] Harumframt hevur hann eisini roynt seg í HB (2011) og Víkingi (2016). Sambært Faroesoccer hevur hann skotið 48 mál í 203 dystum í Effodeildini. [...] nýggjur høvuðsvenjari settur í síðstu viku, nevniliga fyrrverandi Skála-venjarin, Pauli Poulsen. Jón Krosslá Poulsen hevur umboðað suðuroyðarliðini VB, VB/Sumba, FC Suðuroy og seinast TB/FCS/Royn. Harumframt