Tað hevur aftur verið ringt veður í nátt og í morgun, í hvussu so er, har ættin stendur á. Í Fámjin, á vestursíðuni á Suðuroy, hevur staðið nógv á í morgun og uppgangurin hevur verið av tí mesta.
So tað var øgilig sjón, ið møttu fámjiningum, tá ið tað lýsti í morgun, tá ið teir sóu, hvussu uppgangurin hevur herjað bygdina. Brimið stóð langt niðan um vegin, tað var ikki hugsingur um at koyra eftir vegnum, og tað hevur eisini brotið eitt sindur frá sær. Lesið eisini: Soleiðis sær út í Skopun Myndirnar hava Fróði Olsen, og onnur, tikið í morgun.
Eru tað fleiri lesarar, sum hava tikið óveðursmyndir, eru tit vælkomin at senda okkum tær við at TRÝSTA HER.
|