Okkurt bendir á, at Búi Egilsson og Janus S. Samuelsen eru upp á tal í ÍF. Búi Egilsson hevur spælt við Suðringum og er uppvaksin í FC Suðuroy, meðan Janus S. Samuelsen hevur spælt við 07 Vestur. Hann er eisini sonur venjaran hjá ÍF, Jógvan Hendrik “Hegga” Samuelsen.
Sum skilst, so hava báðir vant við besta liðnum í Fuglafirði og tí tykjast verða upp á tal, at skriva undir sáttmála fyri komandi kappingar. Tað ljóðar eisini, at EB/Streymur ynskir at fáa Búa Egilsson í sín lut.
ÍF vann í fjør næstbestu deildina og skal tí spæla í bestu deildini. Millum teirra, ið eru komnir til í vetur, eru Karl Løkin (Víkingur), Høgni Madsen (Ísland), Petur Meinhard Magnussen (B68) og Henry Heinesen (KÍ).










