Ferðslupolitiið havt úr at gera

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at meðan tað hevur verið friðarligt í býnum í nátt, hevur ferðsluløgreglan havt nokk at gera um vikuskiftið.

- Vit vóru nógv til staðar í býarlívinum, og fingu á tann hátt steðgað nógvum, áðrenn tað bleiv álvarsamt. Vit hava skrivað onkrar bøtur fyri brot á politiviðtøkurnar, tí fólk ikki hava dugað at uppført seg ordiliga, men einki álvarsamt harðskapsmál sum so, sigur hann.

 

Ferðsluløgreglan hevur steðgað fleiri bilførarum í vikuskiftinum. Í Suðuroy blivu tveir mans steðgaðir fyri rúsdrekkakoyring í gjár, meðan fleiri bilførarar um alt landið eru steðgaðir fyri at koyra ov skjótt. Skjótastu mátingarnar vóru gjørdar í Kaldbaksbotni, har ein bleiv máldur at koyra 124 kilometrar um tíman og millum Fjarða, har ein koyrdi 119.