Ferðavinnan kann ikki bjóða av

Landsmyndugleikarnir hava í fleiri ár verið sannførdir um, at ferðavinnan skal verða eitt gott og álítandi alternativ til fiskivinnuna. Men tað er ferðavinnan ikki búgvin til í løtuni.

Tað sigur Finn Johannesen, stjóri á VILT, sum hevur tilboð til ferðafólk, sum vitja í Suðuroy.

- Tú kann altíð gera tað betur. Tað kunnu vit eisini í løtuni. Men føroyska ferðavinnan kann gera stór framstig, sum støðan er í løtuni. Tað krevur, at øll eru við at lyfta vinnuna, sigur Finn Johannesen.

Talið av ferðafólkum, sum hava vitjað í Suðuroynni í ár, er munandi hægri enn undanfarin ár. Finn Johannesen sigur, at hann hevur víst einari rúgvu av ferðafólkum úr millum annað Svøríki, Noregi, Danmark, Italia og Amerika runt í oynni.