Jón Krosslá skift felag

29 ára gamli áleyparin, Jón Krosslá Poulsen, heldur ikki fram í TB/FCS/Royn.

Áleyparin hjá TB/FCS/Royn, Jón Krosslá Poulsen, skal komandi kappingarár spæla við 07 Vestur. Tað boðar 07 Vestur frá á heimasíðu sínari í kvøld.


29 ára gamli áleyparin skeyt í ár átta mál fyri TB/FCS/Royn í Effodeildini, og helst fer hann at mynda álopspartin har vesturi saman við svenska Ken Fagerberg.


07 Vestur er eitt av feløgunum, har ikki nógv hevur verið at frætt um til- og frágongd, men tó varð ein nýggjur høvuðsvenjari settur í síðstu viku, nevniliga fyrrverandi Skála-venjarin, Pauli Poulsen.


Jón Krosslá Poulsen hevur umboðað suðuroyðarliðini VB, VB/Sumba, FC Suðuroy og seinast TB/FCS/Royn. Harumframt hevur hann eisini roynt seg í HB (2011) og Víkingi (2016).


Sambært Faroesoccer hevur hann skotið 48 mál í 203 dystum í Effodeildini.