Fáa aftur høvi at læra at drepa grind

Mynd frá einum av grindaskeiðunum í fjør

Nú verður aftur møguligt hjá føroyingum at fara á sokallaðu grindaskeiðini, har undirvíst verður í brúki av mønustingara.

Ovurhonds stór undirtøka var fyri skeiðunum í fjør, tá tey vóru á fyrsta sinni. Heili 1380 føroyingar ognaðu sær neyðugu skjølini fyri at drepa grind.

Ein av orsøkunum var uttan iva, at tað sambært kunngerð nr. 100 frá 5. juli 2013 um grind er ásett, at tað einans er loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval hevur luttikið á grindaskeiði.

Í ár verður skipað fyri trimum skeiðum á hesum støðum.

Tórshavn:  

27. januar kl. 19 í Eysturskúlanum

Sundalagnum:  

28. januar kl. 19 í Felagsskúlanum á Oyrarbakka

Suðuroy:   

24. februar kl. 19 í Miðnámsskúlanum í Grønudali

Skeiðið er ókeypis og ikki er neyðugt við tilmelding.