ein er heppin, og hóast fuglfirðingar hava havt neyðuga hepni í ár, so er heilt greitt, at teir samstundis hava havt nógv tað sterkasta liðið. Vit hava fyrr nevnt evnini hjá fuglfirðingum og tað er eingin [...] toppinum. Annað er so, at ein leikari, sum Bartal Eliasen, sum eisini hevur víst framúr góð evni á fótbóltsvølli, hevur havt eitt sera gott ár í ár. Hann er ein brandur í álopinum og enn betri í verjuni [...] menninir munnu hava fingið hann aftur, men hann hevur víst, at dugur er í honum enn. Rutinan kompenserar fyri skjótleikanum og tað er nóg mikið við hvørt. Hinir báðir ungu menninir hava eins og allir hinir
ikki alment varð sett í verk fyrr enn týsdagin, hava fleiri enn 40 ung longu skrivað undir hesa avtalu. Eitt líknandi tiltak er fyrr roynt í Noregi, og eydnaðist hetta tiltakið serstakliga væl. Samleikakort [...] kallast ?Okay dokay/Tað er ein avtala?, ið greiðir frá nýggjum tilboðum frá fyritøkum og handlum. Harafturat verður eisini kunnað um tiltøk av ymiskum slagi. Í faldaranum, ið gjørdur er um rúsfríu avtaluna, [...] samleikakortið er eitt kort, ið veitir einum løn fyri at taka ábyrgd av lívi sínum. Bólkatrýst Hjá Bláa Krossi ásanna tey, at bólkatrýst ofta er orsøkin til, at fólk fara at drekka. Men tey halda, at um fleiri
pensjónsreformi er skipað á tann hátt, at ein arbeiðsbólkur er settur at gera uppskot til eina skipan, sum áleggur øllum borgarum, sum hava inntøku, at rinda til sína egnu pensjónsskipan. Hetta segði Helena [...] inntøkuni inn til eina pensjónsuppsparing. Tað fyrsta árið má hetta prosentið vera lágt, t.d. 2%, og spakuliga vaksandi, hægst við 1% um árið, til tað er umleið 10-15%. Samstundis sum arbeitt verður við at seta [...] triðja lagi er tað ætlan landsstýrisins at hækka pensjónsviðbótina munandi. Heldur enn bert at javna tær almennu pensjónirnar, sambært prístalinum, í ár 2000, metir landsstýrið, at tað er rættast eisini
avleiðingar. Ella er orsøkin onkur onnur? Og spyrjarin vildi eisini hava at vita, um tann hugsan valdar í Tinganesi, at tað er óneyðugt at hugsa um aktivering, tí meira peningur aftur er millum fólk. Verður [...] gjørt sær greitt, at um so er, at nøkur vón skal vera fyri at fáa teir yvir 1000 forsorgarklientarnar vegna arbeiðsloysi at minka, so er neyðugt at seta pening av til at umsita hetta økið. Tingið sigur nei [...] Verður ikki hugsað um at arbeiða fyribyrgjandi og fáa royndir á økinum? Og spurt var eisini um ætlanir, og hvar fólkið er sum Almannastovan setti til aktiveringsleiðara? Skal tað bara verða skrásett sum
hevði fingið kapping um sigurin. Restin av settinum var púra javnt, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Ikki eydnaðist tað nøkrum teirra, at sleppa frá hinum, tí tað galt um at halda fast. Hóast [...] kvinnum. Árið, sum nú er um at verða farið, hevur verið ein sigursgongd av teimum heilt stóru fyri Mjølnir. Tær hava gjørt slætt borð. Vunnið alt, sum vinnast kann á hesum klettum, og tað er ikki so lítið bragd [...] at flyta flogbóltin uppá eitt enn hægri stig. Sunnudagin høvdu klaksvíkskvinnur fingið vitjan av Fleyr, sum var einasta liðið, sum í veruleikanum kundi hótta Mjølnir, um enn hóttanin var sera, sera lítil
verður útnevndur tá. Um mánaðarskiftið maj/juni skal fyritøkan so avtakast, eins og ein verulig fyritøka verður avtikin. Hvussu fíggjarliga støðan hjá fløguni er tá, er ilt at meta um, men allarhelst hava [...] eiðslu og tann heimin, og tað lætti munandi um hjá teimum seks virkisfýsnu ungdómunum. Hevur kostað umleið 35.000 krónur Tað er einki at ivast í, at tað er fíggjarliga stórt tak hjá seks ungum handils [...] Jóannis. Bæði Vivian og Jóannis siga seg hava ætlanir um at fara undir at lesa HH komandi skúlaár, meðan Karin enn ikki hevur tikið støðu til hetta, sum hon tó sigur vera væl møguligt. Skal dømast Verkætlanin
Neistan 28. februar vóru so nógv øðrvísi, enn tær vanliga eru, tá dystir eru spennandi og nógv stendur upp á spæl. ? Eg havi sum so ikki tosað við nakran um hetta enn, men eg rokni við, at ein avgerð verður [...] Klein Olsen í gjár til spurningin, um VÍF fer at eftirlíka kravinum hjá HSF um eina umbering. ? Eg havi skilt tað soleiðis, at tað, dómararnir serliga hefta seg við, er, at ein fløska bleiv tveitt inn á [...] dómarunum, hóast tað sjálvandi er óheppið og tað skal sjálvandi ikki koma fyri, at hon endar inni á vøllinum. Og við hasum kavabløkunum havi eg skilt á lagnum, at talan var um 8-10 ára gomul børn. Tað verður
arbeiði fyri at fáa lív aftur í útjaðaran. Tó er okkurt, sum hendir. Granskingardepilin í Klaksvík er dømi um eitt tiltak á tí økinum, og endamálið við honum er millum annað at arbeiða við gransking í økismenning [...] vísa føroyingum, um tað nú er meiri samstarv í samgonguni enn bara fullveldismálið. Høgni Hoydal vísir á, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at politikarar landsins gera av hvat tað er fyri skipan vit [...] hann. Hvat hugsar tú um í hesum sambandi? ? Taka vit vælferðarsamfelagið sum eitt dømi, so er spurningurin um vit skulu hava eitt vælferðarsamfelag eftir norðurlendskum leisti, ella um vit skulu endurskoða
sigast má, at tey 4 árini, arbeiðið er farið fram, er eydnast at koma fram til eitt bæði flott og gott úrslit. Vit fylgja Ingálvi. Í arbeiði og í Havnargøtum. Hann er millum teir síðstu av einum doyggjandi [...] aftra seg við at tosa við ein og hvønn um. Ingálvur er fryntligur, í hansara verð kann ein taka gerandis gekkaskortin av. Vísa sannleikan. Filmurin "Svartur Sannleiki" er ikki lættur at seta orð á. Men tað [...] á arbeiðandi listamannin, er áhugavert og skapar nakað serstakt. Listin er ring at seta orð á, filmurin eisini og maðurin, ið góðtekur at verða viðfarin abstrakt. Men eftir er kenslan av, at hava verið
frælsisstríði. Tí er tað einki annað enn náttúrligt, at umboð fyri Føroyar eisini eru hjástødd, tá Mandela takkar fyri stuðulin. Og tað er eingin minni enn Føroya løgmaður, sum er boðin við. Um Føroya løgmaður [...] hava sett heit ynski fram um at hitta Mandela, er honum til lítlan sóma. Vildi hann liva upp til sítt løgmansembæti leyst av Fólkaflokki, so átti løgmaður tvørturímóti at sagt hetta høvið vera ein stóran dag [...] høvdu mest tørv á tí. Men Føroya løgmaður eitur ikki Atli Dam, hann eitur Anfinn Kallsberg, og hann er haraftrat formaður í Fólkaflokkinum, tí flokki, sum uppá tað allar harðasta royndi at trútta niður