Geva greið boð um leiðina hjá flokkinum

Um vikuskiftið verður fyrsta flokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum eftir at flokkurin vann stóra framgongd við seinasta løgtingsval. Nýggj samgonga varð skipað við fullveldismálinum sum felagsnevnara, men tað liggja onnur stórmál fyri framman, og tí er neyðugt, at flokkurin hevur ein greiðan boðskap, sum sigur veljarunum, hvør kósin er, eitt nú á so stórum økjum sum almannamálum og vinnumálum, sigur Høgni Hoydal

Eftir seinasta val, stóð Tjóðveldisflokkurin í tí »løgnu« støðu, at hann var vorðin størsti flokkur. Nógv var gjørt burtur úr fullveldinum upp undir valið - onkur heldur kanska í meira lagi - men úrslitið kundi ikki takast frá flokkinum.

Tó tað ikki var Tjóðveldisflokkurin, sum fekk møguleikan at skipa samgongu, so eydnaðist tað kortini at snikka eina nýggja samgongu saman í samsvari við treytirnar í nýggju stýrisskipanarlógini, tað vil siga innan ásettu tíðarfreistina.

Úrslitið var tann samgongan, sum situr í dag, hvørs arbeiði byggir á samgonguskjalið, sum varð undirskrivað ein dagin í mei mánaða í fjør.

Nú eitt ár nærum er farið hava vit fingið orð á mannin, sum, um nakar, var ímyndin av framgongd floksins, og sum eisini gjørdist samráðingarleiðari eftir valið.

Vit hava biðið Høgna Hoydal taka samanum teir tíggju mánaðirnar síðani valið.


Einfaldur boðskapur

Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin fór til val uppá ein einfaldan boðskap, og at tað var júst tað, sum veljararnir vildu hava.

? Vit fóru til val uppá, at ríkisrættarliga skipanin millum Danmark og Føroyar skuldi broytast, og tað er eingin loyna, at vit vilja hava fullveldi. Samstundis fóru vit til val uppá, at vit vilja menna útjaðaraøkini í hesum landi, ístaðin fyri at miðsavna allan aktivitet í høvuðsøkinum, sigur hann.

Er tað so orsøkin til framgongdina hjá flokkinum?

? Ja, millum annað. Nógvir føroyingar eru troyttir av tí gongd, sum hevur verið í samstarvinum millum Danmark og Føroyar, tí viðurskiftini landanna millum hava verið ógreið. Bankamálið er eitt dømi um tað. Tey vilja hava broytingar á hesum økinum, og har var okkara boðskapur púra greiður.

? Harafturat hevur gongdin í samfelagnum verið tann, at nógv fólk eru savna í høvuðsøkinum, og orsøkin er, at tey, aftaná at hava verið uttanlands í lestrarørindum, flyta aftur til lands, og setast niður har arbeiðið er, og tað hevur fyri tað mesta verið í høvuðsøkinum, sigur Høgni Hoydal

Men eru tit nøgdir við tað, sum er komið burtur úr farna árið?

? Taka vit fullveldismálið, so hevur tað gingið eftir ætlanini hjá samgonguni, og tí eri eg stak væl nøgdur við tað, sum er komið burtur úr á tí økinum, sigur Høgni.

Merkir tað so, at tað eru økir, sum tú ikki ert nøgdur við?

? Ikki nøgdur er so nógv sagt, men tað eru økir, sum vit ikki hava gjørt nóg nógv burtur úr. Økismenningin er eitt teirra. Her eiga vit at gera eitt nógv størri arbeiði fyri at fáa lív aftur í útjaðaran. Tó er okkurt, sum hendir. Granskingardepilin í Klaksvík er dømi um eitt tiltak á tí økinum, og endamálið við honum er millum annað at arbeiða við gransking í økismenning, sigur hann.

Høgni Hoydal vísir á, at styrkin í okkara samfelag eru bygdirnar og økini.

? Tey duga sera væl at standa saman og seta gongd í vinnulívið í økjunum, og tað hevur ómetaligan týdning fyri alt samfelagið, sigur Høgni Hoydal.


Stórar avbjóðingar

fyri framman

Men tað liggja eisini aðrar stórar uppgávur fyri framman, og tað kann væl hugsast, at hesar uppgávur fara at vísa føroyingum, um tað nú er meiri samstarv í samgonguni enn bara fullveldismálið.

Høgni Hoydal vísir á, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar, at politikarar landsins gera av hvat tað er fyri skipan vit skulu hava eftir at fullveldismálið hevur fingið sína loysn. So ella so...

? Hvat er tað fyri ein samfelagsskipan vit skulu hava. Hvat er tað fyri ei vælferðarstatur vit skulu hava. Har eru so nógvir spurningar, sum enn ikki eru svaraðir, men sum íbígúgvar landsins hava krav uppá vera svaraðir, sigur hann.

Hvat hugsar tú um í hesum sambandi?

? Taka vit vælferðarsamfelagið sum eitt dømi, so er spurningurin um vit skulu hava eitt vælferðarsamfelag eftir norðurlendskum leisti, ella um vit skulu endurskoða tað skipanina, og leggja okkum á eina, sum er gjørd til okkara samfelagið í staðin. Eg helli til seinna tankan, tí vit verða noydd til at síggja í eyguni, at vit verða noydd til at gera broytingar í vælferðarskipanini. Tað merkir ikki, at hon skal gerast verri, men øðrvísi.

Men ert tú ikki bangin fyri, at tað kann koma at kosta samstarvið í samgonguni?

? Nei, tað eri eg ikki. Tað verður altíð so, at tað verður givið og tikið, sum tikið verður til, og taka vit til dømis pensjónslógirnar, so sæst, at allir flokkar hava givið seg, sigur Høgni Hoydal

? Upprunauppskotið hjá Fólkaflokkinum var nakað heilt annað enn tað, sum liggur á borðinum nú. Men skulu vit koma til eitt enn betri úrslit, so er neyðugt við einum breiðum samstarvi í tinginum. Hesum hava vit ikki traditión fyri, men vit eiga at ganga tann vegin, leggur hann afturat.

Vit venda eitt bil aftur til vinnulívspolitikkin. Her vísir Høgni á, at tað er neyðugt, at politikararnir læra, at tað eru teir, sum skulu skapa ein haldgóðan - langtíðar - vinnulívspolitikk.

? Tað er ikki rætt, at politikarar og vinnulívsfólk, renna til hvønn annan í tíð og ótíð, tí okkurt er, sum ikki gongst eftir vild. Hetta mugu vit broyta. Hinvegin skulu politikararnir skapa vinnuni tær rammur, sum gera at vinnulívið kann virka trygt og kasta inntøkur av sær til samfelagið, sigur Høgni Hoydal.


Mugu ikki dovna

í berum sigursrúsi

Tað er eisini tí, at Høgni Hoydal leggur so stóran dent á, at tað hevur sera stóran týdning, at tað koma úrslit á hesum flokstinginum.

Hann vísir á, at tað er alneyðugt, at flokkurin hevur ein boðskap at bera fólkinum, og hesin boðskapur skal verða lættur at fata.

? Fólk skulu vita hvat vit vilja í almanna-, vinnu- og í útbúgvingarmálum. Hetta eru trý sera týdningarmikil økir, og tað krevst av okkum, at vit hava ein greiðan boðskap, sum verður dagførdur í samsvari við tíðina.

? Vit mugu fyri alt í verðini ikki bara seta okkum upp aftur á og siga, at nú vunnu vit, og so kemur restin av sær sjálvum. Vit skulu arbeiða alla tíðina og tað er tað vit gera, sigur Høgni Hoydal at enda

Tá vikuskiftið er av fáa vit væntandi at vita, hvat boð Tjóðveldisflokkurin hevur upp á framtíðina.

Tíðin er í øllum førum broytt og málini, sum liggja fyri framman eru stór og sera týdningarmikil fyri Føroyar og tað fólki, sum býr í hesum landi