Í farnu viku, meðan øll gjørdu klárt til ólavsøku, komu hesi boð frá systkinabarninum, Ara, í Kvívík:
- Hey Birgir, nú var tíðin komin hjá pápa. Hann andaðist gjáramorgunin á Mørkini 92 ára gamal. Ari.
Myndina av Viggo tók eg í Glæmuni í fjør, tá Kristjan fór til gravar.
Viggo er hin einasti eg veit um, sum í okkara familju hevur skrivað við tí endamáli at verða lisin. Javnt og samt skrivað, hóast kjølfestið ikki var nær í námindi av tí akademiska, men heldur sum sjómaður, bilmekanikari og postflutningsmaður. Og so yrkjari. Hetta við at halda fast um løtuna, eitt ørstutt sekund, og halda visjónini, sum fer aftureftir og frameftir, men verður pallsett í løtuni, onkuntíð visuelt sansaligani, og fella hana niður á pappír í stevføstum hami, men onkuntíð eisini leysari og sveimandi frítt. Tað er ikki hvørs mans føri.
Havi spurt á Landsbókasavninum og Varðanum, og aðrastaðni við, men einki er til skjals um virkna yrkjaran, Viggo, og heldur einki ummæli. Nú eru tvey bind av stóru føroysku bókmentasøguni komin og tað triðja, sum fer at lýsa eftirkrígstíðina, er á veg. Kanska verður hann nevndur har, hugfarsliga virkni arbeiðarayrkjarin, Viggo Johannesen, úr Kvívík.
Ærað verið hansara minni.
Les allan tekstin her: https://birkblog.blogspot.com/2025/08/viggo-til-minnis.html