Svartur Sannleiki

Leygarkvøldið var fullsett í Norðurlandahúsinum. Filmurin um listamannin Ingálv a Reyni, "Svartur Sannleiki", varð vístur, og fjøldin sá ein flottan film, ið okkara fremstu filmslistafólk hegnisliga hava greitt úr hondum.

Í lítlan tíma fylgdu vit 78 ára gamla listamanninum, sum ikki vil gera flottar málningar, men góðar málningar. Og hetta er tógvi stríð.

Tann, ið leygarkvøldið helt seg til føroyska fyribrigdið, ið nevnst at møta stundisliga, og tessvegna ikki var í Norðurlandahúsinum fyrr enn júst klokkan 19:30, mátti leita sær sess á teimum aftastu rókunum í salinum, tí fólk høvdu langt síðani tryggjað sær sess frammaliga. Men har afturi á aftastu brík, uttast , sat eisini høvuðspersónurin. Ingálvur av Reyni.

Í sær sjálvum var einki løgið í hesum, annað enn, at høvuðspersónarnir ofta eru sjónligari. Men tá lítillátni listamaðurin í filminum greiðir frá, at honum dámar best at sita aftarliga í stórari fjøld, tí so kann hann altíð sleppa sær burtur, so gekk veruleikin og "Svarti Sannleikin" upp í eina hægri eind í myrkrinum.


Stavnamaður

Í lítlan tíma fylgdu vit 78 ára gamla stavnamanninum í føroyskari málningalist. Orsøkin til, at filmsliðið setti sær fyri at gera film um Ingálv var, at hann er viðurkendur, sum ein av teim fremstu í Norðurlondum, men kortini ókendur fyri mongum uttan fyri Føroyar. Stigtakararnir vóna, at filmurin kann vísast á sjónvarpsstøðum uttanlands. Væntandi verður hann at síggja í Svf seinni.

Upptøkurnar vóru gjørdar í 1996 og 1997 í Føroyum, Danmark og París og vóna fyrireikararnir at gloppa eina hurð hjá teim mongu, ið ikki altíð skilja abstrakta myndaheim Ingálvs, men sum fegin vildu skilt meira.


Viðfarin abstrakt

Dánjal Højgaard, stigtakari, bar fram røðu áðrenn sýningina. Hann vísti á tað søguliga í, at vit her kundu síggja ein føroyskan dokumentarfilm, tí 12 ár eru síðai seinast, at hetta var gjørligt. Tá var tað filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir um Regin Dahl.

Arbeiðið var ikki lætt. Frá ætlanini at hava smrøður við fólk, ið hjálptu hyggjaranum at skilja tað torskylda, so valdi filmsliðið sum fráleið at lýsa hugaheimin og myndaheimin, sum Ingálvur ferðast í, tí skilir ein arbeiðslagið aftanfyri, so er ein kanska meira opin fyri at skilja verkini.

Dánjal vísti á, at Ingálvur gjørdi arbeiðið ómetaliga nógv lættari, enn tað annars kundi verið. Við sínum ósnobbuta verimáta hevði hann verið upplagdur fólkaskúlalærari, nú listabreytir eru komnar á tímatalvuna.

Og tað, at Ingálvur er so abstraktur, gav eisini eitt frælsi. Ingálvur hevur sjálvur sagt, at "tá ein er so abstraktur sum eg, so má ein góðtaka at verða viðfarin abstrakt".

Dánjal Højgaard fór síðani frá tí abstrakta til tað meira ítøkiliga. Tað hevur kostað góðar 300.000 krónur at gera filmin, men tað er ikki nógv, segði Dánjal Højgaard og vísti á, at aðrastaðir kostar slík ætlan 2 - 3 milliónir krónur. Stórur partur fer til útgerð. Men hesin filmurin er gjørdur í rætta andanum. Fólkini hava arbeitt fyri brøkpart av tí løn, ið tey annars áttu at fingið, segði Dánjal Højgaard og takkaði dugnaligu fólkunum aftanfyri, t.d. ljóðmanninum Jón McBirnie, tónleikarnum Stamen Stantchev og framleiðslustjóranum Per Zachariassen, sum hvør í sínum lagi hava lagt stórt atbeiði í ætlanina.


Grunnur til filmgerð

Dánjal takkaði eisini fíggjarligu stuðlunum. Men hann vísti á orðini hjá Niels Malmros, ið nevndi føroyingar heimsins bestu statistar. Dánjal helt ikki vera rætt, at bert Malmros, íslendingar og Søren Ryge Petersen sleppa at vísa Føroyar uttanlands. Hann mælti til, at seta á stovn ein grunn, sum kan stuðla føroyskari filmsgerð. Dánjal vísti á okkara dugnaligu sjónvarpsfólk og vøkru myndirnar hjá Zachariasi Hammer, ið hann helt milliónir av hyggjarum kring allan heim við gleði vildu sloppið at sæð.


Er flott gott?

Dánjal vísti á skemtiliga og sigandi hending undir upptøkunum í París. Ein dagin á Monte Martre, har hópurin av listafólki seldu sínar málningar, spyr onkur: Er hatta ikki flott?.

Ingálvur svarar stillisliga: Jú, men er hatta gott.

Dánjal Højgaard segði seg vóna, at tað eydnaðist at vísa stóra arbeiðið, ið liggur aftanfyri, áðrenn Ingálvur av Reyni hevur samvitsku at lata ein málning frá sær, tí hann vil ikki gera flottar málningar, hann vil gera góðar málningar, og at røkka hesum máli er ein harður kampur.

Dánjal ynskti fjøldini góða sýning, við vón um, at tað ikki aftur gingu 12 ár, til føroyskur dokumentarfilmur aftur verður vístur.


Flott og gott

Í lítlan tíma upplivdi fjøldin avrikið hjá unga filmsliðnum. Og sigast má, at tey 4 árini, arbeiðið er farið fram, er eydnast at koma fram til eitt bæði flott og gott úrslit.

Vit fylgja Ingálvi. Í arbeiði og í Havnargøtum. Hann er millum teir síðstu av einum doyggjandi slag. Nevniliga teir stillisligu, fólkaligu og virðiligu menn, ið lætta hattinum, kollinum, á, tá teir hitta fólk á gøtuni. Altíð stundir til eitt prát.

Vit fylgja listamanninum úti í náttúruni. Í skiftandi árstíðum. Vit berjast saman við honum, meðan málningarnir spakuliga blíva til. Og júst sum vit halda, at nú byrjar at líkjast, so tekur listamaðurin í svárari neyð so dýran til, sum tað nú einferð kann lata seg gera, tá talan er um Ingálv. Og so skravar hann meginpartin av myndini burtur, málar útyvir. Aftur til botns.

Við Ingálvi sum frásøgumanni ferðast vit í myndaheimi hansara. Hann teknar í Saksun, meðan árstíðir skifta. Hann leitar sær íblástur í París.

Vit fylgja honum í arbeiðshølinum og á gøtuni. Koma í myndum og orðum honum nær.

Filmurin er hugtakandi og vakur. Bæði so og so. Tað eru stórar náttúrulýsingar, landsløg, ljós, skiftandi ljós.

Á gøtuni hitta vit gerandisdagin. Prát við fólk á gøtuni.

At áskoðarin so hevði hug at finna smílið fram, tá Ingálvur á síni leið í býnum kurteisliga heilsar, lyftir kollinum á , fær at vita um sjúku hja hesum og hasum. Tað er kanska líka so nógv ein viðurkenning av tí, sum Dánjal Højgaard í røðu síni kalaði "so deiliga ósnobbut". Tað var, sum andaði fjøldin lættari, tá tey sóu henda mann, sum uttan hóvasták greiðir frá, sleppur okkum inn í sína verð, har rúm er fyri øllum. Her var rúm fyri mildum látri. Her eru eingir abstrakir verjugarðar, ið seta mark millum tað gerandisliga og tað, ið ein nú einaferð ofta hevur hug at aftra seg við at tosa við ein og hvønn um. Ingálvur er fryntligur, í hansara verð kann ein taka gerandis gekkaskortin av. Vísa sannleikan.




Filmurin "Svartur Sannleiki" er ikki lættur at seta orð á. Men tað greiðir listamaðurin so óføra væl sjálvur.

At vit bert fylgja honum, ikki familju vinum og kenningum, kann virka undarligt, men er avgjørt ein styrki. Tá 58 minuttir eru farnir, er tað, sum hava vit kent Ingálv av Reyni alt lívið. Hann sleppur okkum innum, uttan størri hóvasták.

At hann nærum málar á okkum til tíðir, tá upptøkutólið stendur beint inn á arbeiðandi listamannin, er áhugavert og skapar nakað serstakt.

Listin er ring at seta orð á, filmurin eisini og maðurin, ið góðtekur at verða viðfarin abstrakt.

Men eftir er kenslan av, at hava verið vitni til okkurt hjartagott og ærligt, stórt. Ógreiniligt. Abstrakt.