Ung gjørt sáttmála um at lata vera at drekka

Blái Krossur er farin undir nýtt tiltak, har ung skriva undir uppá, at tey ikki skulu drekka í eitt ár

Nýggja átakið hjá Bláa Krossi, ið kallast ?Rúsfrí avtala?, er ætlað ungum millum 13 og 18 ár. Umboð fyri Bláa Kross ferðast út til allar skúlarnar í Føroyum og bjóðar næmingunum at skriva undir eina avtalu, har tey lova at vera rúsfrí í eitt ár. Og hóast tiltakið ikki alment varð sett í verk fyrr enn týsdagin, hava fleiri enn 40 ung longu skrivað undir hesa avtalu.

Eitt líknandi tiltak er fyrr roynt í Noregi, og eydnaðist hetta tiltakið serstakliga væl.


Samleikakort

Umframt fyrimunirnar at vera edrúur, gevur avtalan eisini aðrar fyrimunir. Tá ein skrivar undir avtaluna fær ein nevniliga, umframt annað, eitt samleikakort, ið prógvar, at ein hevur skrivað undir rúsfría avtalu. Hetta kortið gevur avlsáttur í ymiskum handlum. Avslátturin liggur millum 5 og 25 % og gevur til dømis avsláttur til lutir til skúlabrúks, matstovur, klæðir, fløgur og EDV útgerð.

Blái Krossur arbeiðir alla tíðina við at fáa fleiri handlar at geva avsláttur til tey, ið hava samleikakort, og tí fáa tey, ið hava skrivað undir, hvørt fjórðingsár eitt tíðindaskriv, ið kallast ?Okay dokay/Tað er ein avtala?, ið greiðir frá nýggjum tilboðum frá fyritøkum og handlum. Harafturat verður eisini kunnað um tiltøk av ymiskum slagi.

Í faldaranum, ið gjørdur er um rúsfríu avtaluna, verður sagt, at samleikakortið er eitt kort, ið veitir einum løn fyri at taka ábyrgd av lívi sínum.


Bólkatrýst

Hjá Bláa Krossi ásanna tey, at bólkatrýst ofta er orsøkin til, at fólk fara at drekka. Men tey halda, at um fleiri skriva undir rúsfríu avtaluna, kann tað gerast ?in? at vera rúsfríur, og so gerst trupulleikin við bólkatrýstinum minni. Eisini kunnnu tey, ið hava skrivað undir avtalauna, stuðla teimum, ið verða sett undir bólkatrýst, til at standa ímóti.


Ferðast runt

Blái Krossur hevur sett Karstin Olgar Lamhauge í starv at ferðast kring landið og greiða ungum frá vandunum við rúsdrekka. Hann fer millum annað at vitja skúlarnar og onnur støð, har ungdómur savnast. Millum annað er ætlanin at hava »Kafé-kvøld« á sjómansheimum og bygdarhúsum um alt landið. Harafturat er somuleiðis ætlanin at hava bás á bygdastevnunum, har kaffi og køkur verða at fáa ókeypis, og børnini fáa ballónir.

Á ferðunum hjá Karstini Olgar Lamhauge verður sjálvsagt eisini møguleiki at skriva undir eina rúsfría avtalu, og um heilur skúlaflokkur skrivar undir, verða tey boðin til hugnaligan døgurða hjá Bláðakrossi.


Góða fígging

Átakið ?Rúsfrí avtala? er ikki heilt kostnaðarleyst at reka. Kostnaðurin fyri 1999 er settur til 260.000 kr. , fyri 2000 er hann settur til 210.000 kr. og fyri 2001 er kostnaðurin settur til 200.000 kr. Tískil hevur Blái Krossur søkt ymiskar grunnar um stuðul, og hava tey fingið 75.000 kr. frá Føroya Sparikassa, 50.000 kr. frá Jólamerkjagrunninum og síðani eru 25.000 kr. fingnar til vega gjøgnum lýsingar.

Stuðlarnir vóru bodnir við á samkomu í kaffistovuni hjá Bláa Krossi týsdagin, har teir fingu takkargávu.