Leysatíðindi grundarlag fyri fyrispurningi

Tá ið spyrjarin sigur seg hava frætt, at orsøkin til, at ætlaða aktiveringsætlanin ikki bleiv av nøkrum, er, at Almanna- og heilsumálastýrið hevur gloymt at umkontera, so skal upplýsast, at hesi leysatíðindi, sum eru komin spyrjaranum fyri oyra, ikki eru eftirfarandi, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í svari sínum til Finn Helmsdal

Ólavur í Beiti


Herfyri vildi Finnur Helmsdal, tjóðveldismaður, hava at vita frá Helenu Dam á neystabø, um tað er rætt, sum ein frættir, at aktiveringsætlanirnar verða av ongum 1999, tí Almanna- og heilsumálastýrið hevur gloymt at umkontera játtanir, og fær slík gloymska nakrar avleiðingar. Ella er orsøkin onkur onnur? Og spyrjarin vildi eisini hava at vita, um tann hugsan valdar í Tinganesi, at tað er óneyðugt at hugsa um aktivering, tí meira peningur aftur er millum fólk. Verður ikki hugsað um at arbeiða fyribyrgjandi og fáa royndir á økinum? Og spurt var eisini um ætlanir, og hvar fólkið er sum Almannastovan setti til aktiveringsleiðara? Skal tað bara verða skrásett sum arbeiðsleyst?


Átti at vita

Í svari sínum, sigur almannaráðharrin, at tað er rætt, at ein aktiveringsleiðari varð settur 1. februar 1998, og at hesin skuldi arbeiða restina av árinum við at fyrireika eina aktivering, sum skuldi byrja av álvara 1. januar 1999.

? Tá ið spyrjarin sigur seg hava frætt, at orsøkin til, at ætlaða aktiveringsætlanin ikki bleiv av nøkrum, er, at Almanna- og heilsumálastýrið hevur gloymt at umkontera, so skal upplýsast, at hesi leysatíðindi, sum eru komin spyrjaranum fyri oyra, ikki eru eftirfarandi. Orsøkin er ein onnur, og hetta átti spyrjarin, sum inntil fyri stuttum hevði tætt tilknýti til Almannastovuna, at havt betri møguleikar at innheinta sær nærri upplýsingar um, enn bert at bera fram leysatíðindi.

? Tá ið fyrsta fíggjarlógaruppskotið varð latið Fíggjarmálastýrinum frá Almanna- og heilsumálastýrinum, var aktiveringsætlanin ikki endaliga liðug, og tískil vórðu avsettar 5 mill. kr. til ?Tiltøk fyri ung?, ið pláss var til innan tær rammur, sum avsettar vóru. Um miðjan september var aktiveringsætlanin liðug. Eitt broytingaruppskot til fíggjarlógina varð gjørt um miðjan november, har vórðu m. a. 2 mill. kr. fluttar frá ?Tiltøk fyri ung? til umsitingina hjá Almannastovuni, tí mett varð, at aktiveringsætlanin samlað kom at kosta hetta.


Fíggjarnevndin noktaði

? Uppskotinum frá Almanna- og heilsumálastýrinum viðvíkjandi aktiveringsætlanini hevur fíggjarnevndin ikki tikið undir við. Fíggjarnevndin hevur ikki grundgivið fyri landsstýrismanninum, hví hon hevur tikið hesa støðu.

? Um miðjan desember varð gjørd ein nýggj roynd, men tað eydnaðist ikki landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum at fáa neyðuga undirtøku í fíggjarnevndini til at gera nýtt broytingaruppskot, tí fall henda royndin burtur eisini.


4 sosialráðgevar

Og viðvíkjandi aktiveringsætlanini, sigur Helena Dam á neystabø, at hon hevur fulla undirtøku frá Almanna- og heilsumálastýrinum. Ætlanin var, at 4 sosialráðgevarar tilsamans skuldu brúkast í hesi aktiveringsætlan, og ætlanin var, at hesir skuldu lønast av verandi útreiðslum, ið brúktar vóru til aktivering.

? Í tí sambandinum hevur Almanna- og heilsumálastýrið gjørt sær greitt, at um so er, at nøkur vón skal vera fyri at fáa teir yvir 1000 forsorgarklientarnar vegna arbeiðsloysi at minka, so er neyðugt at seta pening av til at umsita hetta økið.


Tingið sigur nei

? Tá ið tingið ikki ynskir at seta neyðugan pening av til at gera aktivering, so ber illa til hjá landsstýrismanninum at gera nakað. Tað, ið sett er av á rakstrarkontoini hjá Almannastovuni, røkkur neyvan til at áleggja Almannastovuni nýggjar uppgávur. Men fer landsstýrismaðurin framhaldandi at royna at útvega neyðugar møguleikar.

Og viðvíkjnadi fólkinum sum sett er, sigur almannaráðharrin, at tað verður lønt undir kontoini ?Tiltøk fyri ung?. Hesin persónur skal framhaldandi umsita hesa konto.