frá oljuvinnuni. At tað so seinni er komið ymiskt fram, sum vísir, at Greenpeace hevur brúkt skeivar upplýsingar í málinum, er spell, men lata vit tað málið liggja hesaferð. NÚ snýr tað seg um eitt annað [...] hava teir ikki. Men tað er gott, at tað er onkur, sum ger vart við dálking og umhvørvismál, og eftir okkara tykki er tað bæði rætt og náttúrligt, at stóru oljufeløgini, sum hava vunnið nógvar pengar uppá [...] til fyri tað fyrsta at minka mest møguligt um dálkandi árinið og harnæst í gransking í alternativum varandi orkukeldum. Tað er eisini tí vit á hesum stað fyri stuttum skutu upp, at Føroyar sum fyrsta landið
Í HESUM DØGUM heldur javnaðarflokkurin eykalandsstevnu. Landsstevnan, sum verður hildin á Tvøroyri, byrjaði í gjárkvøldið og endar í dag. ÁSANNANDI tann veruleika, at javnaðarpolitikkurin hevur verið reyði [...] serliga í okkara næstu grannalondum, men eisini í fleiri øðrum londum, serstakliga í vestureuropa, hevur sett sín avgjørda dám á rikna politkkkin í hesi øldini. Tað er hesin politikkurin, sum hevur skapt [...] reyði tráðurin í føroyskum politikki meginpartin av 20. øld, leggur flokkurin nú til brots við tí stevnu, at hann eisini skal verða reyði tráðurin í føroyskum politikki í 21. øld. TAÐ ER EIN søguligur
oynna alla. TAÐ er leiðslan í Fiskavirking og í Framtaksgrunnurin, sum eftir øllum at døma hava mett, at tað loysir seg ikki at hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur í tí meira [...] fyri eina upphædd, sum tey klára at rinda. Í okkara verð eigur tað almenna í Føroyum at vera við til at seta í gongd og eisini halda lív í vinnuvirksemi, har hetta kann gerast lønandi í longdini. Okkara [...] VÁGAFÓLK og her serstakliga miðvingar eru í sera ringum skørum í hesum døgum. Og tað hava teir alla grund til. Fyrst gitingarnar og nú boðini um, at virkið í Miðvági skal lata, eru einki minni enn ein
Og tað er eisini av góðum grundum, at fólk øtast, tí í hesum døgum kunnu vit valla vænta, at pensjónir fara at hækka. Og júst við tí í huga, at pensjónsparturin verður so tungur komandi árini, var tað at [...] tiltøk setast í verk. Sum blað bjóða vit okkum fram sum forum til gagnlig kjak um eldraviðurskiftini sum heild. Hesin partur av politiska kjakinum hevur í alt ov stóran mun ligið á láni, og kann tað eisini verða [...] vóru heldur varnari í Sosialinum í gjár, tí báðir søgdu seg ikki hava havt stundir at sett seg nóg væl inn í málið. Á hesum stað skal beinanvegin verða sligið fast, at vit nú og í komandi tíðum eiga at
vitjanini í Føroyum - at hann og hansara nú liva upp til tað, sum liggur í kortunum í hesi bankakanning, nevniliga, at føroyska samfelagið fær tað endurgjald, sum rímuligt er, hvussu tað so enn verður útgoldið [...] ebattini sum grundarlag - at tekin eru ikki til, at vit fara at fáa tað afturgoldið, sum vit hava rætt til eftir donsku svikagerðina. Tí jú nærri nærkast vali í Danmark tess torførari verður hjá donskum [...] orsøkunum til, at nógvir danir í dag eygleiða okkum sum tað teir gera, eru meiningar, sum eru skaptar av óhugnaliga og niðurgerandi retorikki Breckmanns. Hvat líkist tað, tá eitt fyri allar føroyingar
TAÐ er ein væltalandi og í hvussu er úteftir vælmeinandi danskur forsætisráðharri, sum vitjar Føroyum í hesum døgum. Eftir at tøgnin hevur valdað nú í fleiri ár - eftir at føroyskir politikarar oo. aftur [...] hvat henda tøgn goymdi. Og tað er ikki tespuligt, tað, sum er komið fram. Nú stendur bert eftir at fáa hesar avdúkingar settar í rætta samanhangið og váttaðar ella fyri tað avsannaðar. Nú stendur eftir [...] Nettup tørvurin á dialogi og tær mongu skýmaskotsavgerðirnar í donskum ráðharrastovum í 90-árunum hava brotið niður tað álit og virðing, sum tygum Poul Nyrup Rasmussen nú leggja so stóran dent á. Nyrup
eisini tað, sum hendir viðhvørt, at politikarar hava ikki rygg at standa ímóti. Og tað tykist henda í hesum døgum, nú seinasta hond skal leggjast á fíggjarlógina fyri 1998. HERFYRI hevði leiðslan í sjúk [...] t, tí tað er ymiskt sum bendir á, at búskaparligi byrðurin verður ikki so góður komandi ár ? útlit eru fyri minni toskafiskiskapi, skrædli hjá flotanum, tá íløgustuðulin verður tikin av, og tað kann henda [...] játtanin á fíggjarlógini ikki verður hækkað. Og tað sama hendir: politisk feløg, álitisfólk o.o. leggja trýst á politikararnar. Úrslitið er, at játtanin til alt sjúkrahúsverkið verður hækkað fleiri milliónir
til inngjaldið. HETTA merkir, at tey, sum hava bestu inntøkuna í arbeiðsárum, eisini skulu fáa mest í ellisárum. Fólk, sum ikki hava so nógv vinnuligt arbeiði, t.d. í smábygdum, fáa tískil lítið og einki [...] eina veruliga fólkapensión, tí talið av gomlum verður lutfalsliga stórt. Hetta var eisini orsøkin til, at landsstýrismaðurin í almanna-málum, Vilhelm Johannesen, í áttatiárunum lat uppskot gera um eina [...] og var inngjaldið hækkað upp í eini 5-6 prosent, ella meiri, sum er tað vanliga, fólk gjalda til eftirlønarskipanir, so hevði útgjaldið verið hægri. Hevði peninganøgdin í grunninum verið størri, hevði
koma at koppa myndini og senda A og E út aftur í myrkurið. Og tá eru líka vítt sum sítt. Tá er vandi fyri, at tað, sum A og E hava bygt upp í fýra ár, verður rent um koll aftur. Slíkt tænir ikki ætlanunum [...] vælferðarsamfelgið samtíðis sum vit taka størri sjálvstýri, er neyðugt at gera alt fyri at fáa eina vælvirkandi vinnu. Hetta er tað, sum ein breið samgonga eigur at seta sær sum stevnu og borga fyri. Tann [...] karmar at virka undir. Tað rætta hevði verið at latið sambandsflokkin, sum var stóri taparin, farið í andstøðu. Og sama við smáu flokkunum. Tíðin er komin hartil, at eitt landsstýri, sum skal føra Føroyar trygt
Í hesum døgum hevur Norðurlandaráðið fund í Føroyum. Talan er um tær ymsu nevndirnar í ráðnum, sum hava fundir komandi dagarnar. Hetta er helst størsta politiska tiltak í norðurlandahøpi, sum hevur verið [...] felagsskapinum, nakað dýrmett, sum kanska ikki finst ella sæst aftur í hinum stóru londunum. NETTUP nærleikin - nærsamfelagið - sum júst finst her hjá okkum - er nakað av tí dýrmætasta í einum samstarvi millum [...] Norðurlondini, sum eru limir í ES, nettup hava brúk fyri at vera í Føroyum og saman við føroyingum fyri harvið at verða mint á felags norrønu røturnar. Ein kann loyva sær at siga, at Føroyar og fyri tað eisini