týdning fyri alt føroyska samfelagið og lovaðu landsmyndugleikarnir, at teirar vilji at fáa ætlanina framda, skuldi ikki liggja eftir. Í hesum sambandi snúði tað seg fyri landsmyndugleikanna part um eitt íkast [...] á land í Føroyum, til virkingar og goymslu. Á nevnda fundi vóru umboð fyri politisku flokkarnar og alt landsstýrið boðin við, og vóru flestu umboðini og meginparturin av landsstýrinum eisini við á fundinum [...] íkast til eina forholdsvís lítla útbygging av Fuglafjarðar Havn, ið hesir blivu bidnir um at luttaka í. Síðani er so frætt frá landsstýrinum, at teir vilja luttaka í hesari, tó ikki sum studningsveiting
føroyskur politikkur áðrenn Javnaðarflokkin, hevði rent seg fastan í eitt kekl um samband ella loysing, meðan rættuligur politikkur um livikor borgaranna, lá djúpt niðri í fikkuni hjá føroysku politikarunum. [...] og vit vóru ætlandi ikki komnir so frægt áleiðis, sum vit eru í dag. At lesa niður yvir danir, og alt tað, ið teir fyrr ikki hava hava gjørt, ella tað teir seinnu árini skulu hava gjørt, er uttanum tos [...] Undanførðslan, at ríkistuðulin er orsøkin til at so illa er stýrt, er sama tvætli. Hetta er at líkna við, um ein arvar móðir sína og drekkur peningin upp. Hvør hevur tá skuldina fyri at ein verður alkoholikarar
flokkurin á hesum øki gjørt eitt stórt arbeiði í havnanevndini, fyri at betra um møguleikarnar hjá vinnulívinum at virka og harvið økja um arbeiðsplássini. Ferðamannavinnan er nógv vaksandi, og til tess at geva [...] Í samband við at 70 ár eru liðin síðani Javnaðarflokkurin varð stovnaður skal her verða tikið saman um leiklutin hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum varð floksins fyrsta lokalfelag. Felagið varð stovnað [...] tíðum verður nógv arbeiði lagt í at nøkta hendan tørvin. Innan eldrarøktina er støðan í høvuðsstaðnum alt annað enn góð. Á hesum øki hevur flokkurin ásannað, at her verður neyðugt at ganga nýggjar leiðir,
hevði alt politiskt kjak snúð seg um sjálvstýri ella samband, men við javnaðarflokkinum fekk politiska orðaskiftið størri innihald fyri tann einstaka borgaran. Nú tók politiska kjakið seg upp um kor fólksins [...] fólksins ? ja um sonn lívsvirði. Oddamaður javnaðarfloksins tá, sum so mangan seinni, var skopuningurin Petur Mohr Dam, sum var lærari á Tvøroyri. Aðrir undangongumenn vóru Morentius við Stein, Tórshavn [...] javnaðarflokkinum og javnaðarrørsluni á fakfelagsøkinum. Tey fyrstu árini vóru sjónarmið javnaðarfloksins um sosialdemokratiskan politikk ikki væl móttikin, og flokkurin var tí politiskt veikur á Føroya Løgtingi
hava lagað okkara politikk eftir. Dømi um hetta eru m.a. tað lutfalsliga væl útbygda samferðslunetið, ið vit hóast alt hava, og tey útbúgvingartilboð, ið eru spjadd um landið. Hesin veruleiki sæst eisini [...] aftur í tíðina og kanna eftir, hvørji úrslit hava vit nátt? Samstundis er ikki nokk bert at líta aftur um bak og siga at vit hava klárað tað fínt. Ein flokkur, ið vil vera virkin partur av framtíðini, má ikki [...] okkara. Framtíðin Tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman hjá føroyska samfelagnum. Hugsað vit um eina møguliga oljuvinnu, so er ein vælútbúgvin arbeiðsmegi ein fortreyt. At vit hava eina vælútbúnað
skuldi verða um frítt umsetiligar handilskvotur. Aftan á at uppskotið um vinnuligan fiskiskap varð viðgjørt í einum arbeiðsbólki hjá samgonguni og seinni í løgtingsins fiskivinnunevnd, var alt um frítt umsetiligar [...] Nú er onki samsvar, tá hugsað verður um lógina um vinnuligan fiskiskap, ið skuldi byggja á marknaðarbúskaparligar treytir. Taka vit so fiskiídnaðin, so varð kravið um marknaðarbúskap somuleiðis slept upp [...] ta týsdag. Í greinini segði eg, at alt tað, sum hendi í Føroyum frá 1992 og frameftir, var væl og virðiliga lagt til rættis frammanundan, og at talan sostatt var um eina danska ráðagerð ímóti Føroyum og
sum hevur eina illusión. Ein dreym um, at teir ein dag skulu taka loysing frá Danmark. Men sum áður hevur verið sagt, so ynskir flokkurin ikki at viðgera spurningin um loysing á einum realistiskum grundarlag [...] sláast fyri? Tí renna teir undan málinum. Men við millumbilum hava teir eitt hugnaligt prát um hesi viðurskifti, um ikki annað so fyri at boða fólki frá, at teir framvegis eru til. Heini O. Heinesen hevur [...] uppskotið er, at danir skulu fíggja okkara tjóðveldið. Men tað er so komið fram, at sjálvt um vit øll onnur harmast um stóru landskassaskuldina, so er tað ein í løgtinginum, sum bar út sigur, at henda skuld
stoytir ið koyrdu hann út úr søguni. Hendingin var skúgva til viks fyri debet og kredit, ið herjaði um alt USA. Tað er langt síðani at hendingin fór fram - í 1944 í South Carolina - og nógv nevna tað kanska [...] undan forboði fólkarætsins um at døma børn til deyðis? Jú, tað kann USA tí USA er altíð undantak í ST-reglugerð-ini. USA í ST høpi Tá ið aðalnevndin hjá ST í 1966 fekk sáttmálan um samborgara - og politisk [...] soleiðis: USA er fyrireikað at seta sáttmálan í gildi og fylgja honum, men á ávís-um økjum við nøkrum undantøkum. Bannið um at døma børn undir 18 ár til deyðis skal ikki galda í USA. Tann amerikanska dey
mangt áhugavert at vísa fram. M. a. ber til at fáa ráð um telduvirus og um koppseting, har er ein spurnarkapping og har eru annars nógvar upplýsingar um fyritøkurnar »Norna« og »Vit«, sum tilsamans eru KT-Húsið [...] lýsingar. Lýsingafyritøkan Sansir hevur eina sera áhugaverda lýsing, fyri tann, ið vil vita meira um internet og um marknaðarføring á internetinum. Ovast á lýsingabreddanum hjá Sosialinum kanst tú klikkja teg [...] eisini eina lýsing, sum vísir til teirra nýggja Forum á internetinum. Har ber til hjá fólki at kjakast um alt millum himmal og jørð, og er tað bara hugflogið, ið setir avmarkingarnar. FaroeNet er eitt føroyskt
fótbóltsstjørnunum úr Barcelona og Real Madrid var framúr. Allir átjan spælararnir í føroyska hópinum tjena um árið neyvan meiri enn eina mánaðarløn hjá lægstlønta spanska landsliðsmanninum, men tað sást ikki inni [...] út av vøllinum, og upplagdu málmøguleikarnir kunnu teljast á fingrunum. Ein partur av frágreiðingini um, at munurin ikki gjørdist meiri eyðsýndur, var, at spaniumenn ikki megnaðu at seta ferðina upp. Á [...] umseta til mál, tænti føroyingum til almiklan sóma. Longu fyrstu tíggju minuttirnar vóru ábendingar um, at hetta fór at vera eitt stríð, har umboðini fyri pinkutjóðina úr Atlantshavinum fóru at hava ein