Nú javnaðarflokkurin verður 70 ár, er høvi at hyggja aftur í tíðina og kanna eftir, hvørji úrslit hava vit nátt? Samstundis er ikki nokk bert at líta aftur um bak og siga at vit hava klárað tað fínt. Ein flokkur, ið vil vera virkin partur av framtíðini, má ikki minst seta spurningin: er brúk fyri flokkinum og tí hann stendur fyri í framtíðini? Hetta vil eg royna at gera út frá einum útjaðara sjónarmiði.
Grundsjónarmið
floksins
Flokkurin hevur altíð bygt á tann veruleika, at Føroyar eru eitt oyggjasamfelag. Hetta hava ikki verið innantóm orð, men nakað vit positivt hava lagað okkara politikk eftir. Dømi um hetta eru m.a. tað lutfalsliga væl útbygda samferðslunetið, ið vit hóast alt hava, og tey útbúgvingartilboð, ið eru spjadd um landið.
Hesin veruleiki sæst eisini aftur í okkara stevnumiðum, har sagt verður, at øll skulu hava javnbjóðis møguleikar til arbeiði og út-búgving, óansæð hvar í landinum ein býr. Fyri okkum í Norðoyggjum sæst hetta aftur í einum góðum heilsuverki og einum rímuligum útboði av útbúgvingum til ungdómin. Eg veit væl, at upprunin til nógv av hesum er byrjað við at fólk her norðuri hava tikið seg saman, men var flokkurin ikki aktivur við at tryggja karmarnar og støðuga útbygging innan hesi øki, so høvdu fleiri av hesum tilboðum ikki verið til í dag. Eins og flokkurin hevur verið við til at tryggja dagførðingar av útbúgvingunum so tær í dag eru á eins høgum støði og grannalond okkara.
Framtíðin
Tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman hjá føroyska samfelagnum. Hugsað vit um eina møguliga oljuvinnu, so er ein vælútbúgvin arbeiðsmegi ein fortreyt. At vit hava eina vælútbúnað arbeiðsmegi hevur altíð verið eitt aðalmál hjá javnaðarflokkinum. Skal hetta framhaldandi vera so, so hava vit avgjørt brúk fyri flokkinum. Føroyar í dag eru væl á veg aftur í ta tíðina, har bert tey vælstillaðu høvdu ráð at útbúgva seg, skal hetta broytast má javnaðarflokkurin framat aftur.
Tað solidariska prinsippið, ið vit hava barst fyri, m.a. tá tað kemur til eftir-løn, er í vanda. Ætlanin er at bróta hetta prinsipp bert fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga og ikki sum so at loysa trupulleikarnar við pensiónini. Fyri at loysa pensiónstrupulleikan í framtíðini er einasta loysnin at fáa gongd á inngjaldið til samhaldsfasta. Eisini í hesum máli er javnaðarflokkurin trygdin fyri eini veruligari loysn.
Taka vit løgtingsfíggjarlógina fyri koandi ár, so er hon merkt av luxusíløgum og ikki nøkur loysn á pensiónstrupulleikanum ella samferðslutrupulleikunum, ið vit hava og fara at fáa. Tað vil siga, at trupulleikar ið peika inn í framtíðina verða ikki loystir. Skulu skilagóðar loysnir finnast, ið byggja á samhaldsfesti og framburð, so er avgjørt boð eftir javnaðarflokkinum.
At enda, tillukku við teimum 70 árunum, vónandi verður flokkurin framhaldandi tann reyði tráðurin í føroyskum politikki.
Eyðgunn Samuelsen