Bólturin liggur í danska málinum

Lítil ella ongin logikkur var í, tá danskir myndugleikar í tíðarskeiðnum frá 1992 til 1994 góvu føroyskum myndugleikum ymisk harraboð viðvíkjandi fiskiskapinum, flakaídnaðinum og bankunum

Undir heitinum »Ein óhugnalig donsk ráðagerð« skrivaði eg grein í hesum teigi næstseinasta týsdag. Í greinini segði eg, at alt tað, sum hendi í Føroyum frá 1992 og frameftir, var væl og virðiliga lagt til rættis frammanundan, og at talan sostatt var um eina danska ráðagerð ímóti Føroyum og føroyingum.

Eg sipaði til bankakreppurnar, bankabjargingarnar, bankasamanleggingina, kravið um lóggávu á fiskivinnuøkinum, har dentur varð lagdur á frítt umsetiligar handilskvotur. Eg sipaði eisini til Føroya Fiskavirking, Framtaksgrunnin, bjargingina av Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking o.s.fr.

Greinin í dag verður eitt framhald av tí, sum eg skrivaði næstseinasta týsdag, og skal eg her vísa á, at grundgevingarnar, ið danskir myndugleikar nýttu, tá harraboðini vórðu send føroyskum myndugleikum, á ongan hátt hingu saman. Talan var ikki bert um, at logikkurin hjá dønum haltaði, men var hann bar út sagt beinbrotin.

Fyrsta kravið var lógin um vinnuligan fiskiskap. Her varð kravt at vit bygdu lóggávuna á marknaðarbúskaparligar treytir. Tað merkti, at vit skuldu hava eina kvotaskipan, og at talan skuldi verða um frítt umsetiligar handilskvotur. Aftan á at uppskotið um vinnuligan fiskiskap varð viðgjørt í einum arbeiðsbólki hjá samgonguni og seinni í løgtingsins fiskivinnunevnd, var alt um frítt umsetiligar handilskvotur tikið burtur úr lógaruppskotinum.

Tá danski forsætisráðharrin frætti hetta gjørdist hann rættiliga grummur. Hann reyk í blekkhúsið og sendi táverandi løgmanni eitt bræv við nøkrum álvarsomum orðum. Í brævinum varð sagt, at danska stjórnin og danskir myndugleikar ikki kundu góðtaka tað broytta uppskotið, við teirri grundgeving, »at det ændrede forslag ikke i tilstrækkelig grad byggede på markedsøkonomisk vilkår«. Men her gjørdist kortini onki. Vit í táverandi samgonguni boygdu okkum ikki fyri hesum harraboðum av Christiansborg.

Tá tað so kom til onnur viðurskifti í føroyska samfelagnum fekk danska pípan eitt heilt annað ljóð. Nú var kravið um marknaðarbúskap ikki til longur. Sum dømi um hetta kunnu vit taka føroyska bankaheimin. Vit høvdu Sjóvinnubankan, Føroya Banka og Fossbankan. So høvdu vit marknaðarbúskap og fría kapping. Men soleiðis ynsktu danir ikki at tað framhaldandi skuldi verða. Tann eini bankin skuldi ikki bjargast, meðan hinir báðir bankarnir, sum vórðu bjargaðir, skuldu leggjast saman til ein banka. Við hesum fingu føroyingar eitt bankamonopol. Nú er onki samsvar, tá hugsað verður um lógina um vinnuligan fiskiskap, ið skuldi byggja á marknaðarbúskaparligar treytir.

Taka vit so fiskiídnaðin, so varð kravið um marknaðarbúskap somuleiðis slept upp á fjall í tí førinum, og danska kravið varð tvørtur ímóti, at øll flakavirkini í landinum skuldu í eitt móðurfelag, nevniliga Føroya Fiskavirking, soleiðis at vit eisini fingu eina monopolstøðu á tí økinum. Seinni fingu danir so Framtaksgrunnin í lag. Størsti parturin av virkseminum hjá tí grunninum hevur havt til endamáls at bjarga tveimum monopolfyritøkum í føroyska vinnulívinum, nevniliga Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking. Og tað hevur sum kunnugt onki við »markedsøkonomi« at gera.

Eitt danskt orðatak sigur: »at hensigten helliger midlet«. Hetta orðatakið hevur helst verið slagorðið hjá »færøgruppen« og ymiskum donskum ráðharrastovum, tá arbeitt varð við ráðagerðini, sum hevði til endamáls at sleppa tí stóra syndaranum (DDB) undan og ístaðin at skuldarbinda føroyska landskassan og harvið føroyska skattgjaldaran fyri milliardatapini, ið stóðust av danska bankavirkseminum í Føroyum í áttati árunum.

Onkur heldur at danir skylda okkum føroyingum eina umbering. Sjálvandi gera teir tað. Men teir skylda okkum eisini eina frágreiðing, soleiðis at núlivandi og komandi ættarlið av føroyingum fáa at vita, hvat veruliga fór fram í ríkisfelagsskapinum í tíðarskeiðnum frá 1992 og frameftir. Teir skylda okkum eisini tað, at ein heiðurlig politisk loysn verður funnin viðvíkjandi tí partinum av landskassaskuldini til danska ríkiskassan, sum stavar frá bankabjargingunum.

Í løtuni liggur bólturin í danska málinum. Tí eru tað danir, ið eiga at spæla út, men nær kunnu vit rokna við at danska útspælið kemur???