finnist tað í øllum førum her ... Tí í veruleikanum kanst tú taka øll tey, sum byrja við S, ella búgva við ein veg sum byrjar við T, ella búgva á Skála fyri seg. Møguleikin er til staðar. Bókin er lógarbundin [...] hesaferð, so kemur ein nýggj teldutøk Telefonbók út til várs saman við tí nýggju »pappírstelefonbókini«, sum kemur til ta tíð. Hann roknar ikki við at tað fer at vera nakar trupulleiki at røkka teimum 1.500, [...] Um dagarnar kom Telefonbókin á fløgu á marknaðin. Eins og við pappírsútgávuni av Telefonbókini er tað Teleforlagið, sum stendur fyri útgávuni. Jens Pauli G. Nolsøe, leiðari á Teleforlagnum sigur, at ætlanin
Signar á Brúnni, landsstýrismaður, er samdur við pørtum í sjónarmiðnum, sum Jústines Eidesgaard skrivaði í Sosialinum í gjár um føroyska málið. Jústines gjørdi vart við, at tað ikki nyttar hjá føroyskum málhirðum [...] gingið í fólkaskúla og síðani í studentaskúla. Tí verður roknað við, at teir duga at skriva føroyskt, og tí verður ikki gjørt so nógv við at læra læraraskúlanæmingar at stava føroyskt á Læraraskúlanum. [...] longu eiga at duga føroyskt til fulnar, tá tey eru liðug við fólkaskúlan. ? Øll eiga sjálvsagt at duga at skriva føroyskt, tá tey eru liðug við skúlan. Men vit vita, at tað er so ymiskt, hvussu tað liggur
ræðisrættin yvir uttangarðsjørðini frá festarum og óðalfólki til fyrisitingina, við tað, at landsstýrismaðurin fær heimild við kunngerð at skipa verndarøkir, og at hetta er brot á grundlógarfesta ognarrættin [...] vísir harafurat á, at øll verndartiltøk skulu standa í rímiligum lutfalli við endamálið, at lógin leggur upp til eitt tætt samstarv við jarðeigarar, tá ið verndarkunngerðirnar skulu gerast, og at avgerðirnar [...] sammett við verandi skipan, har avgerðir hjá Yvirfriðingarnevndin eru endaligar. Rættarstøðan verður tí tryggari. Rættarnevndin í løgtinginum hevur eisini viðgjørt atfinningarnar, og meirlutin er samdur við
annars hevur gjørt síðstu tíðina, hekk kanska saman við, at liðið ikki var heilt tað sama, sum tað hevur verið. Kaj Leo í Bartalsstovu var ikki við, tí hann var niðri til royndarvenjing í Lyngby, og somuleiðis [...] jú endaði við javnleiki. Men bara fýra minuttir fyri hálvleik kom Víkingur afturíaftur, tá Magnus Jarnskor vísti, at tað var klókt av venjaranum at geva sær kjansin, nú fleiri ikki vóru við. Hann breyt [...] Hanus Jacobsen bleiv lykilin til sigurin, tí tríggjar minuttir fyri tíð fekk hann lagt Víking á odda við einum langskoti, og tríggjar minuttir seinni sendi hann fríspark innfyri úr vinstru síðu, og har var
var í 1992 við til at stovna Fiskamarknað Føroya (FMF) og harvið skapa fría kapping um rávøruna millum fiskakeypararnar. Undantikið byrjanartrupulleikar, sum altíð vilja vera, gekk tað væl við uppboðssøluni [...] Vildi steingja Páll Gregersen helt í fjør summar, at trupulleikin við vantandi undirtøku millum seljararnar fyri uppboðssøluni saman við støðugt versnandi roknskapartølum tá var vorðin so stórur, at hann [...] seinni í ár, fer at vísa eitt hall, sum er fleiri ferðir størri enn tað í 2012. - Eg var og eri ikki samdur við hini í nevndini um at koyra víðari, sum støðan er, men eg tapti tann dystin, og eg boyggi meg fyri
Spurningurin er heldur, hvat tosa vit um. Tosa vit um eitt tal, sum er við støðlingum ella ikki við støðlingum. T.v.s. tosa vit um eitt tal við ella uttan 80 mió. kr. Vit vísa bæði tølini í okkara uppsetingum [...] rnar av eini ella aðrari orsøk ikki fella sum roknað varð við t.d. broyttar fyritreytir ella at projekterað verður øðrvísi enn roknað varð við, so er ikki neyðugt at endurjátta peningin. Hetta var ynski [...] fyri 2011. Tað, sum hevur skapt kjakið , eru broyttar játtanarmeginreglur, sum vóru settar í verk við nýggju játtanarlógini frá 2009. Í játtanarlógini eru ásetingar um øll viðurskifti sum viðvíkja sjálvari
samfelagnum eru við til at lyfta byrðarnar, so at einstakir bólkar ikki føla, at teir standa einsamallir um at bera byrðarnar. Jóannes Eidesgaard ásannar, at hetta hevur líka nógv við sálarfrøði at gera [...] pakkan, er tað neyðugt at taka allar partar við, leggur hann afturat. Hinvegin er tað eisini ein spurningur um, at teir ymisku samfelagsbólkarnir hava samhuga við hvørjum øðrum, sigur Jóannes Eidesgaard. [...] ávarar búskaparfrøðingurin staðiliga ímóti at seta lønarsteðg í verk, tí tað er at spara seg eftir reyv við tað, at keypiorkan minkar, mistreystið veksur og sostatt fer tað bara at krepa kreppuna óneyðuga djúpa
spælt við bæði einum og tveimum áleyparum, og hvønn møguleika man velur, vil so sjálvandi verða mett um til hvønn einstakan dyst. - Í hesum føri roknaðu vit fyri vist, at teir fóru at spæla við tveimum [...] verjuni. Tú kanst jú sammeta hetta við dystin móti Slovenia, har allir mans stríddust saman í 90 minuttir. Tað hendi ikki hesu ferð, og tað hongur kanska eisini saman við, at nakrir av leikarunum tykjast [...] leiklutinum. - Harumframt høvdu vit eisini sæð dystin millum Russland og Sveis, har Russland stóð sera væl við einum áleypara, tí teir tá fingu fult tamarhald á miðvøllinum. Í so máta hevur venjarin rætt í, at
sum hesaferð byrjaði inni í álopinum saman við Henning Jarnskor, meðan Sámal Joensen var fluttur longri aftur at ansa eftir Tomislav Sivic, bleiv leysur við B36-málverjanum Janos Timar. Ungarski málmaðurin [...] halda skil á. John Petersen átti kortini at havt skorað, tá hann bleiv púra leysur við Sunvardi, men drálaði ov leingi við at skjóta, og so lúrdi GÍ-málverjin hann av. Linligt í seinna hálvleiki Seinni hálvleikur [...] stórur, tá B36 og GÍ møttust í Gundadali. Liðini lógu undan dystinum jøvn á 13 stigum, og roknað varð við, at hetta fór at blíva heilt spennandi. Tað bleiv tað ikki. B36 fekk tvey mál fyrstu tjúgu minuttirnar
broytt. Ein bólkur er settur at arbeiða við hesum, og verður hann liðugur við sítt arbeiði hósdagin. Jóannes Eidesgaard letur væl at hýrinum í flokkinum, sum stendur samdur og klárur til valstríð. Uppstillingina [...] vælvild. Tað eru bert gitingar, sigur Jóannes Eidesgaard. ? Tað vóru jú teir, sum á heystið 1992 komu við Føroya-bólkinum, Fíggingargrunninum og sjálvum Richard Mikkelsen. Tað vóru teir, sum settu okkum byrsuna [...] men í hansara parti eru bæði Pia Kjærsgaard og Kirstin Jacobsen, sum eru beint tað mótsetta, og tað við lít. Onnur helvtin hevði hatað - hin elskað ? Høvdu vit valt henda møguleika, so hevði helvtin av dønum