Vit tóku røttu avgerðina

? Vit høvdu tríggjar møguleikar: Vit kundu stuðlað teimum brogarligu, kundu stuðla tí parti, ið gav okkum mest ella vit kundu gjørt sum vit gjørdu - ikki at koppað verandi stjórn, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leygardagin fekk fullan stuðul frá floksleiðslu Javnaðarfloksins

Fólkatingsvalið og løgtingsvalið vóru evnini á floksleiðslufundinum hjá Javnaðarflokkinum leygardagin.

Jóannes Eidesgaard, formaður floksins sigur, takkaði vegna leiðslu floksins fyri tað arbeiði, sum gólk hava gjørt beint undan valinum, sum gav tað úrslit, at flokkurin aftur vann fólkatingsumboð.

Á fundinum varð eisini greitt frá serligu støðuni, nú Jóannes Eidesgaard gjørdist tungan á vagskálini í donskum politikki.


Høvdu tríggjar møguleikar

? Eg segði beinanvegin aftan á valið, at eg ikki fór at fella eina javnaðarstjórn, sum ein meiriluti av danska fólkinum hevur valt, sigur Jóannes Eidesgaard, sum sigur, at hann hevði tríggjar møguleikar í at velja:


a) vit kundu sagt, at vit stuðlaðu teimum borgarligu

b) vit kundu sagt, at vit stuðlaðu tí partinum, sum bjóðaði okkum mest

c) vit kundu sagt, soleiðis sum vit søgdu, at vit koppaðu ikki sitandi stjórn


? Tóku vit fyrsta møguleikan, so fall Nyrup-stjórnin, og Uffe Elleman-Jensen hevði í dag sitið sum forsætismálaráðharri. Men vit høvdu als onga trygd fyri, at ein borgarlig stjórn hevði víst okkum størri vælvild. Tað eru bert gitingar, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Tað vóru jú teir, sum á heystið 1992 komu við Føroya-bólkinum, Fíggingargrunninum og sjálvum Richard Mikkelsen. Tað vóru teir, sum settu okkum byrsuna fyri pannina 6. okt. 1992. Sjálvandi vita vit, at Uffe Elleman-Jensen sigur seg vera Føroyavin, men í hansara parti eru bæði Pia Kjærsgaard og Kirstin Jacobsen, sum eru beint tað mótsetta, og tað við lít.


Onnur helvtin hevði hatað - hin elskað

? Høvdu vit valt henda møguleika, so hevði helvtin av dønum elskað okkum, meðan hin helvtin hevði hatað okkum. Vit høvdu eisini tá rættiliga blandað okkum í danskan politikk. Tóku vit henda møguleika, so fingu vit ongan annan møguleika, um hetta var eitt skeivt val.

? Tóku vit næsta møguleikan, at vita, hvør bjóðaði okkum mest Poul Nyrup Rasmussen ella Uffa Elleman-Jensen, so høvdu vit prostituerað okkum. Vit høvdu selt okkum fyri hægstbjóðandi. Okkara politiska trúvirði var fokið.

? Men báðir teir donsku partarnir høvdu skjótt gjørt eina innanhýsis avtalu um, at teir als ikki vildu góðtaka at verða tiknir gíslar av føroyingum. Tað hevði teirra egna trúvirði ikki tolt, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann sigur eisini, at vit kunnu eisini vera vís í, at aðrir flokkar høvdu blandað seg, umframt at øll tann danska tjóðin hevði kunnað tikið undir við Ekstra-blaðnum um, at vit veruliga eru pengaavpressarar. Føroyingar høvdu verðið illa sæddir í Danmark, og allir teir negativu fordómar, sum eru í Danmark um okkum føroyingar, høvdu fingið gróðrarlíkindi. Og vit høvdu beinleiðis blandað okkum í danskan politikk.

? Triði møguleikin, tann vit tóku, ger fyri tað fyrsta, at vit virða ein danskan meiriluta, men harumframt blanda vit okkum ikki, tí vit siga, at vit ikki forða tí stjórn, sum danir vilja hava. Vit hava ikki prostituerað okkum, og vit hava givið stjórnini ein møguleika fyri at rætta upp upp á viðurskiftuni. Gongur hetta ikki sum ætlað, so hava vit ein eyka møguleika, tí tá kunnu vit saðla umaftur. Tí hóast CD er farið í eitt tekniskt samstarv, so verða vit framvegis 90?undi tinglimurin Tekniskt samtarv merkir í hesum føri ikki parlamentariskt samstarv.

Jóannes Eidesgaard sigur, at vit hava varðveitt okkara trúvirði, og danska fjøldin virðir okkum, tí vit virða teirra meiriluta.

? Avtalan, sum vit gjørdu við danska Javnaðarflokkin hóskvøldið 19. mars letur upp fyri einari góðari loysn, men vit hava tíverri ikki fulla trygd fyri hesum, fyrr enn vit hava verið til samráðingar, sigur formaður Javnaðarfloksins, sum heldur, at meira ítøkilig fekk avtalan ikki verið, tí Javnaðarflokkurin vildi vísa løgtingi og landsstýri fullan loyalitet, so at møguleikarnir fyri einari politiskari semju framvegis eru til staðar.

? Men vónandi hava vit ruddað slóð fyri einari samráðing, sum gevur eina fyri Føroyar góða loysn. Tað var tað, vit vildu í hesum umfarinum, hóast politiskar røddir her hjá okkum vilja vera við nakað annað, sigur Jóannes Eidesgaard

? Vit livað nú í tí vón, at danska stjórnin livir upp til síni lyfti, og so liva vit eisini upp til lyftið, vit góvu valkvøldið, sigur hann.


Hava varðveitt trúvirðið

Jóannes Eidesgaard leggur afturat, at hann hevur ta hugsan, at tann stjórnin, um hevur sitið ta tíðina, viðurskiftini millum Føroyar og Danmark kølnaðu, er meira forpliktað at geva okkum eina góða og rímuliga avtalu.

Floksleiðislan hjá Javnaðarflokkinum tók einmælt undir við støðu floksins og trýr eisini upp á, at vit fáa eina góða avtalu, sigur Jóannes Eidesgaard.

Fólkatingsvalið hevur givið Javnaðarflokkinum trúnna upp á, at flokkurin kann fáa eitt gott úrslit á løgtingsvalinum 30. apríl.

? Vit fara at royna at halda fast við ta framgongd, vit høvdu á fólkatingsvalinum. Hóast valið varð heldur brádliga útskrivað, so eru vit væl fyrireikað, tí longu á landsfundi í Trongisvági í november í fjør fyrireikaðu vit valskránna, sum nú verður nakað broytt. Ein bólkur er settur at arbeiða við hesum, og verður hann liðugur við sítt arbeiði hósdagin.

Jóannes Eidesgaard letur væl at hýrinum í flokkinum, sum stendur samdur og klárur til valstríð. Uppstillingina, sum skal vera liðug í seinasta lagi skírisdag 9. apríl, ætlar flokkurin at fáa frá hondini sum skjótast - kanska longu í hesi vikuni, sigur Jóannes Eidesgaard.