- Allir føroyingar mugu taka eitt tak fyri at venda gongdini í samfelagnum. Men tað skal ongin rekast út av eggini.
Tað harmar Jóannes Eidesgaad, landsstýrismann í fíggjarmálum, at Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, í Sosialinum í gjár so kraftiga fordømir ætlaða kreppupolitikkin hjá samgonguni
Í greinini ávarar búskaparfrøðingurin staðiliga ímóti at seta lønarsteðg í verk, tí tað er at spara seg eftir reyv við tað, at keypiorkan minkar, mistreystið veksur og sostatt fer tað bara at krepa kreppuna óneyðuga djúpa.
- Tað er harmligt, at búskaparfrøðingurin skal taka ein einstakan tátt burtur úr heildini.
Veruleikin er, at talan er um ein samlaðan pakka, sum skal síggjast í eini heild og tilsamans eru tey virksemisskapandi tiltøkini nógv størri enn tálmandi tiltøkini.
- Tá ið kreppupakkin einaferð verður lagdur fram, fer tað ikki at senda nakran skelk ígjøgnum samfelagið, staðfestir landsstýrismaðurin.
- Tað skerst ikki burtur, at vit hava eina uppgávu at lyfta, men fyri at røkka einum úrsliti, er tað neyðugt, at allir partar í samfelagnum vísa samhaldsfesti, bæði vinnulív, privat fólk, kommunur og landið.
- Hetta er eitt samfelagsátak og tað er neyðugt, at ávísir samfelagsbólkar ikki sita eftir við eini kenslu av, at tað eru teir, sum koma at bera byrðarnar einsamallir, men at allir samfelagsbólkar lyfta í felag.
Púra skeiv mynd
Landsstýrismaðurin harmast tí um, at Hermann Oskarsson tekur ein einstakan tátt burtur úr heildini.
Tað gevur eina púra skeiva mynd av málinum, sigur hann.
Hann sigur, at seinastu árini hava vit havt ein óvanligan stóran vøkstur í búskapinum upp á 7-8% um árið og meiri, har vøksturin hevur verið 2-3% um árið.
- Tað er øllum greitt, at slíkur vøkstur kann ikki halda fram og tí er neyðugt at tátta í.
Jóannes Eidesgaard sigur, at tískil er ikki ætlanin at seta beinleiðis sparingar í verk.
- Vit fara ikki at taka hvørkratak á føroyingum. Endamálið er at tálma vøkstrinum og at reka samfelagið fyri sama prís í 2010, sum tað kostaði at reka í 2009.
Ávísir bólkar missa sersømdir
Fyri ikki at tiltøkini raka ov hart, hava vit býtt kreppupakkan sundur í trý.
- Sjálvandi virka nøkur av tiltøkunum tálmandi og sjálvandi verða tað nøkur sum missa. Og sjálvandi virkar tað avmarkandi at taka onkrar sømdir frá fólki. Men tey verða ríkiliga uppvigað av teimum virksemisskapandi tiltøkunum, sum eru í pakkanum.
- Samstundis er ætlanin at rudda fíggjarlógina fyri nakrar av teimum útreiðslum, sum ikki hoyra heima á eini fíggjarlóg og Hermann Oskarsson hevur givið okkum rætt í, at vit eiga at rudda bygnaðin á fíggjarlógini.
- Men tá ið vit gera hesar bygnaðarligu broytingarnar, verður avleiðingin, at ávísir bólkar í samfelagnum missa sínar sersømdir, eitt nú fáa fiskimenn og sjómenn sersømdir í skattinum og tey, sum eiga hús, fáa serssømdir við tað, at tey fáa rentustuðul.
- Endamálið er at seta fíggjarlógina øðrvísi saman og at lúka útreiðslur burtur, sum ikki hoyra heima har. Hetta hava politikarar tosað um í nógv ár, men onki er hent.
- Sjálvandi er tað tálmandi, tá ið ávísir samfelagsbólkar missa sínar sersømdir. Men tað er nettupp tí at pakkin skal síggjast í eini heild, tí hesi tálmandi tiltøkini verða ríkiliga uppvigað av vakstrarpakkanum, har vit seta tiltøk í verk fyri at sparka búskapin ígongd við øðrum tiltøkum enn studningum.
Sálarfrøði og búskaparfrøði
Hermann Oskarsson hevur nettupp sagt, at tað er ikki í tíðum sum hesum, at avmarkingar skulu setast í verk, tí tað fer at styrkja kreppuna?
- Skal tað eydnast at fáa undirtøku fyri at lúka sersømdir hjá ávísum samfelagsbólkum burtur úr fíggjarlógini, verður tað neyðugt at seta pakkan soleiðis saman, at allir partar í samfelagnum eru við til at lyfta byrðarnar, so at einstakir bólkar ikki føla, at teir standa einsamallir um at bera byrðarnar.
Jóannes Eidesgaard ásannar, at hetta hevur líka nógv við sálarfrøði at gera, sum tað hevur við búskaparfrøði at gera.
Hinvegin harmast hann um, at Hermann Oskarsson als ikki nevnir hendan partin av kreppupakkanum.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur eisini havt búskaparfrøðingar at rokna fíggjarligu avleiðingarnar av tí samlaða kreppupakkanum.
- Og teirra niðurstøða er, at pakkin virkar nógv meiri stimbrandi fyri búskapin, enn hann virkar tálmandi. Men hann vil ikki koma nærri inn á tað og hann vil ikki nevna tøl.
- Tað vendi eg aftur til, tá ið pakkin verður lagdur fram.
Jóannes Eidesgaard er samdur í, at verður lønarhækkingin upp á 60 milliónir strikað, er landið at missa upp ímóti 40 milliónir í inntøku í skatti og avgjøldum.
Men fyri at kunna gera aðrar broytingar í samfelagnum, er tað neyðugt at teir bólkar, sum verða raktir, eisini síggja tað, at ávísir bólkar sleppa snikkaleysir og enntá fáa meiri at ráða yvir, enn teir høvdu frammanundan.
- Men skal tað eydnast at fáa eina politiska semju um pakkan, er tað neyðugt at taka allar partar við, leggur hann afturat. Hinvegin er tað eisini ein spurningur um, at teir ymisku samfelagsbólkarnir hava samhuga við hvørjum øðrum, sigur Jóannes Eidesgaard.