Seljarar snúlta upp á uppboðs­søluna

Ráfiskaseljararnir standa ov illa saman um at brúka uppboðssøluna. Og tá stórur partur av flotanum afturat hesum hoyrir til virki, sum skipini selja beinleiðis til, er torført at hava eina vælvirkandi uppboðssølu. Tað heldur stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu, sum var við til at stovnseta Fiskamarknað Føroya og hevur sitið í nevndini síðani

Páll Gregersen, stjóri á Fiska­virk­inum í Gøtu, var ein av ídnastu fortalarunum at sleppa burtur úr høpisleysu, stuðulsstýrdu fiskivinnuni og var í 1992 við til at stovna Fiskamarknað Føroya (FMF) og harvið skapa fría kapping um rávøruna millum fiskakeypararnar.
Undantikið byrjanartrupul­leikar, sum altíð vilja vera, gekk tað væl við upp­boðssøluni ta fyrstu tíðina, tá tey flestu skipini enn vóru leys av virkjunum. Men síðani tók tann sonevnda vertikala integra­sjónin – tað at skip og virki hoyra saman – dik á seg, og uppboðssølan fekk trupulleikar.

Seljarar svíkja
Tey fyrstu árini, eftir at fiskurin kom aftur eftir djúpu kreppuna í 1990-árunum, var trupulleikin kanska ikki so stórur, tí tá var so nógvur fiskur, at tað var nóg mikið til øll virkini, tó at prosentparturin av samlaðu veiðuni, sum fór um uppboðssøluna, minkaði.
Men tá so fiskiskapurin eisini av álvara fór at svíkja fyri 8-10 árum síðani, vuksu trupul­leikarnir. Og tað er ikki vertikala integrasjónin einsamøll, ið sambært Páll Gregersen hevur skyldina.
– Tað er ein stórur trupulleiki, at nógvir seljarar, eisini skip, ið annars eru leys av virkjunum, ikki brúka uppboðssøluna, men hava fastar avtalur við ávís virki um at landa har. Tað líkist svartasta ongum, at seljararnir ikki standa betri saman, sigur hann.
Hann kennir betri enn nakar annar, hvussu uppboðssølan virkar, tí hann hevur sitið í nevndini frá fyrsta degi, tá FMF varð stovnað 24. september í 1992, og hevur keypt at kalla hvønn stert um uppboðssøluna, sum virki hansara, Fiskavirkið í Gøtu, hevur framleitt síðani.
- Høvuðstrupulleikin er, sum eg síggi hann, at vit ríða á tveimum hestum og hava bæði fría uppboðssølu og vertikala integrasjón. Virkini brúka uppboðssøluna sum indikator, tá tey áseta sínar prísir til egin skip, og tað sama gera tey leysu skipini, sum siga seg vilja hava uppboðssøluna, men selja hvørja last beinleiðis til virkini. Tey brúka uppboðssøluna, men sleppa undan at gjalda fyri at reka hana, so eg haldi ikki, tað er ov nógv gjørt av at siga, at tey snúlta upp á skipanina, sigur Páll Gregersen.
Seljari og keypari rinda hvør síni 0,75 prosent av avreiðingarvirðinum í avgreiðslugjaldi til FMF, tá teir selja og keypa um uppboðssøluna.

Vildi steingja
Páll Gregersen helt í fjør summar, at trupulleikin við vantandi undirtøku millum seljararnar fyri uppboðssøluni saman við støðugt versnandi roknskapartølum tá var vorðin so stórur, at hann á einum nevndarfundi í FMF, sum var hildin á sjálvum Sjómannadegnum í Klaksvík í august, skjeyt upp at steingja uppboðssøluna í verandi líki, og at ráfiskaseljararnir síðani keyptu hana fyri at byrja av nýggjum. Uppskotið fekk tó ikki undirtøku frá hvørki ráfiskaseljarunum ella hinum nevndarlimunum.
Uppboðssølan hevði 340.000 krónur í halli í 2012, og roknskapurin fyri 2013, sum verður almannakunngjørdur seinni í ár, fer at vísa eitt hall, sum er fleiri ferðir størri enn tað í 2012.
- Eg var og eri ikki samdur við hini í nevndini um at koyra víðari, sum støðan er, men eg tapti tann dystin, og eg boyggi meg fyri meirilutanum. Eg ivist tó í, um FMF hevur nakra framtíð í verandi líki. Í mínum heimi er hetta ein spurningur um antin-ella. Annaðhvørt standa seljararnir saman um uppboðssøluna og eisini keypararnir, sum ikki sjálvir eiga skip, ella er at gevast. Sjálvir eru vit heldur ikki so ágrýtnir at standa nærum einsamallir og verja borg longur, meðan viljin at brúka uppboðssøluna generelt bara minkar. Til dømis vóru vit fyrr skjótir og ringdu og skeldaðu keyparar, sum keyptu beinleiðis frá skipunum. Men tað nyttar onki longur, sigur Páll Gregersen.

Neyðug uppboðssøla
Hann vissar tó um, at hóast hann hevur mælt til at lata FMF aftur í verandi líki, so vil hann avgjørt hava eina uppboðssølu.
– Uppboðssølan tryggjar kapping um rávøruna, prísgjøgnumskygni, og ger tað møguligt hjá smærri virkjum at vera til. Tí vil tað verða eitt stórt bakkast fyri føroysku fiskivinnuna, um uppboðssølan fer fyri bakka. Tá verður støðan í veruleikanum verri, enn hon var, áðrenn FMF varð stovnað í 1992. Tí í gomlu skipanini undan uppboðssøluni var tað hóast alt ein prísásetingarnevnd, ið ásetti prísirnar. Uttan uppboðssølu verður als onki gjøgnumskygni í prísásetingini.
- Men fortreytin fyri at hava eina upp­boðs­sølu, sum gevur meining, er altso fyrst og fremst, at leysu seljararnir standa saman, og at leysu keypararnir konsekvent brúka uppboðssøluna. Tað er tó heldur ikki nóg mikið, tí eg haldi, at tey vertikalt integreraðu virkini og skipini eisini skulu verða við so ella so, tí tey brúka uppboðssøluna óbeinleiðis og njóta gott av henni. Allir aktørarnir mugu vera við til at gjalda fyri eina væl virkandi upp­boðssølu, sigur Páll Gregersen.
Hann heldur tó ikki, at politiska skipanin aftur skal gerast ein aktivur viðleikari við til dømis at lóggeva fisk um uppboðssøluna.
– Nei, eg ynski eina vinnu í fríari kapping og vil ikki tvinga nakran at brúka upp­boðs­søluna, sum ikki vil brúka hana, sigur stjórin á Fiskavirkinum í Gøtu.