Finnist tað finnist tað her ...

Tað er ikki oftari enn so, at tað er eitt hugskot at keypa telefonbókina í jólagávu, men hví ikki gera eitt undantak á hesum sinni. Telefonbókin er nú komin út á fløgu, og nýggjasta »bókin« er ein fongur

Um dagarnar kom Telefonbókin á fløgu á marknaðin. Eins og við pappírsútgávuni av Telefonbókini er tað Teleforlagið, sum stendur fyri útgávuni.

Jens Pauli G. Nolsøe, leiðari á Teleforlagnum sigur, at ætlanin var, at fløgan skuldi koma á marknaðin eitt sindur fyrr, men hon var seinkað av ávísum orsøkum.

Telduútgávan av Telefonbókini er gjørd í 3.000 eintøkum, og verða 1.500 eintøk seld, so letur Jens Pauli væl at.

? Øll vita, at Telefonbókin í pappíri er eitt sera hent amboð, og fløguútgávan er enn betur, sigur Jens Pauli og vísir á, at fyri sjónveik er nýggja telduútgávan ein fongur.

Jens Pauli sigur, at tað finst eitt forrit, sum veksur um støddina á skermmyndini, og nýggja teldutøka telefonbókin er gjørd soleiðis, at hon samkoyrir við hetta forritið.


Leitað væl og virðiliga

Sum vera mann eru fyrimunirnir nógvir tá talan er um eina teldutøka telefonbók.

Hvør minnist ikki at hava sitið og leitað eftir einum persóni, sum ein bara minnist ella kennir fornavnið á, og tað er ikki meir enn ein minnist um hann nú býr í Eysturoynni ella í Norðstreymoy.

Hesin trupulleiki hvørvir við nýggju teldutøku Telefonbókini.

Her ber til at leita upp á allar hugsandi hættir. Á høvuðsmyndini er møguleiki fyri einfaldari leiting, og er tað ikki nóg mikið, so ber til at fara undir víðkaða leiting.

Finnist tað, finnist tað í øllum førum her ...

Tí í veruleikanum kanst tú taka øll tey, sum byrja við S, ella búgva við ein veg sum byrjar við T, ella búgva á Skála fyri seg. Møguleikin er til staðar.


Bókin er lógarbundin

Hóast Telefonbókin er komin á fløgu á fyrsta sinni, so nýtist ongum vera bangin fyri, at nú fer pappírsútgávan av somu bók í søguna.

? Vit hava, sambært løgtingslóg, skyldu til at geva út Telefonbók, og vit hava eisini skyldu til at geva hvørjum felaga sítt eintak, so tað er eingin vandi fyri at hon hvørvur, sigur Jens Pauli smílandi.

Og tað er nú ikki hissini upplag tann bókin hevur tá til stykkis kemur.

? Seinasta Telefonbókin varð prentað í 40 túsund eintøkum, men tað hevði neyvan verið nóg mikið í dag, sigur Jens Pauli G. Nolsøe.

Hann vísir á, at talið av GSM felagum er økt so nógva ferðir meiri enn nakar nakrantíð hevði væntað, og tí høvdu mangla eini 3 túsund eintøk.

? Mongdin av GSM felagum er eksploderað, og tí gerst Telefonbókin tjúkkri og tjúkkri, sigur hann.

Næstseinasta telefonbókin var 436 blaðsíður meðan tann seinasta var 512 blaðsíður.

? Av tí vøkstrinum var 75-80 prosent á teimum hvítu síðunum, sigur Jens Pauli, sum leggur afturat, at næsta Telefonbókin verður um 600 blaðsíður, og orsøkin er tann sama sum seinast. Talið av NMT og GSM felagum er økt við tí rúkandi ferð.

Nú tit geva telefonbókina út á fløgu, hevði tað ikki verið ein góð loysn fyri føroyingar uttanlands, at havt bæði ta heimligu telefonbókina og útisetatelefonbókina á somu fløgu?

? Jú, tað hevði tað, men tað eru ongar ætlanir um tað. Talan er um heilt hvør sína útgávu, og hvør sín útgevara, og ongar ætlanir hava verið frammi um tað, men eg eri samdur um at tað hevði verið heppið í mongum førum, um alt var á einari fløgu, sigur Jens Pauli G. Nolsøe.


Tvær ferðir um árið

Hóast Telefonbókin júst er komin á marknaðin, so er Teleforlagið longu farið at hugsa um næstu útgávuna, og soleiðis fer tað eisini at vera í framtíðini.

Verður undirtøkan nóg góð, so er ætlanin at telduútgávan av Telefonbókini skal gevast út tvær ferðir um árið.

Jens Pauli G. Nolsøe sigur, aðrastaðni í greinini, at verður undirtøkan nóg góð hesaferð, so kemur ein nýggj teldutøk Telefonbók út til várs saman við tí nýggju »pappírstelefonbókini«, sum kemur til ta tíð.

Hann roknar ikki við at tað fer at vera nakar trupulleiki at røkka teimum 1.500, sum er málið, tí, sum hann tekur til:

? Hon er enntá vælegnað sum jólagáva eisini ...

Nýggja teldutelefonbókin verður at fáa til keyps í telebúðunum kring landið og hon verður eisini at fáa í bókahandlunum. Fløgan hevur eitt ISBN nummar, og er tað 99918-943-1-4.

Teldutelefonbókin kostar 99 krónur. Til endans eiga vit at skoyta uppí, at teldutelefonbókin bara fæst til pc-arar. Tey sum brúka Macintosh eru við sviðusoð og eina av orsøkunum sigur Jens Pauli vera, at tað eru lutfalsliga fáir brúkarar, sum brúka »Mac« og so verður framleiðslan lutfalsliga ov dýr, og so hevði prísurin verið lutfalsliga hægri.


Teleforlagið

Varð sett á stovn í oktober 1998, tá Føroya Tele yvirtók gerðina av Telefonbókini og teimum gulu síðunum.


Gevur út Telefonbókina, sum seinastu árini er komin út hvørt ár, Telefonbókina á fløgu tvær ferðir um árið.


Eisini rekur Teleforlagið heimasíðuna nummar.fo, sum er eitt sokallað spegl av skrásetingunum í Telefonbókini. Heimasíðan verður uppdaterað einaferð um mánaðin.


Tað er eisini Teleforlagið, sum stendur fyri útgávuni av telefonkortunum. Árliga verða seld eini 50 túsund kort, og næsta ár gevurforlagið út 6 nýggj telefonkort.