rørt seg uttandura ein heilt annar enn fyri bert fáum vikum síðani, tá ruskveðrið nívdi ein niður. Hetta er tíðin, tá longsulin heim á klettarnar av álvara fer at gera vart við seg. Kanska er tað uttandura [...] álvara. Kanska er tað tað, at vit fara meira út og harvið oftari hitta aðrar føroyingar nú eftir strævna veturin, har okkum best dámdi at sita inni. Kanska er tað bara okkurt í luftini, sum minnir ein á heimlandið [...] fingrarnar. Sama søgan ár undan ári. Tí ein føroyingur heldur á at vera ein føroyingur, líka mikið hvussu leingi hann ella hon býr niðri. Longsulin heim kann kanska trokast burtur eina tíð, men hesa tíðina
sum ein maður við teldu, skaputum mikrofonljóðum og gittari, kann finna uppá. Hann er ektaður. Hann og unnustan Rúna hava gjørt ein sang um frek ting, ein kundi sagt til eina jarðarferð. Og ein, sum eitur [...] havnafútan á Ísafirði. Hann kallar pápa sín papamug. Og mammu sína mugimama. Og ein dagin fór mugisonurin úr Ísafirði, sum er ein bygd ógvuliga langt vesturi í Íslandi. Hann hevði gjørt eina merkiliga fløgu, [...] tónleikin hjá sær - pluss klæði at skifta við. Í Malaysia hitti hann ein bersøgnan mann, sum fortaldi honum, at hann var ein wannabe. Ein vil-vera. Og tað var rætt. Men maðurin segði eisini, at hann hevði
Toganin stendur ímillum tað siðbundna á bygd og modernitetin serliga í Havn. Miðnámsskúlanæmingar halda, at tá um føroyskt ræður, tosa tey betur føroyskt á bygd, tí har fáast tey við sovorðið sum seyð [...] fyri føroyskum, heldur Vár í Ólavsstovu, eru týðiligt tekn um, at føroyskt er ikki bara ein lærugrein í máli, men ein samleikalærugrein, sum er persónliga, ættarliga, sosialt og tjóðarliga grundað. Næmingarnir [...] men við skriftmálinum hjá V. U. Hammershaimb fingu føroyingar sítt týdningarmesta amboð at skapa ein veruligan samleika sínámillum. Skriftmálið gav føroyingum eitt sjónligt prógv um, at teir vóru ikki
útflutningskrónu til landið. Hetta er kanska heldur ikki uppgávan hjá almennu umsitingini, kann ein so siga. Hin vegin eri eg neyvan tann einasti í landinum, sum undrast, and ein kann fáa løn fyri at seta sovorðnar [...] broytast allatíðina - ja frá degi til dags. Herman veit uttan iva, at ein kann fáa alt at ganga upp á pappírinum. Tað er bert ein spurningur, um hvørjar búskaparfyritreytir tú brúkar til útrokningarnar [...] fara av knóranum. Hetta er ein heilt ótrúligur hugburður. Tað er betur at lata alla rækjuvinnuna fara og onga skatta- og útflutningskrónu fáa frá hesu vinnu, enn at t.d. góðtaka ein FAS-skipan, har so landskassin
varð bygd, men so »brast friðurin á« í 1991, og heimurin broyttist. Føroyingar eru einastandandi ískoyti Kortini haldi eg at 600 ára felagsskapur ikki kann slítast eftir einum degi. Hetta er ein spurningur [...] samfelagnum, eins og danir búgva í Føroyum. Persónliga haldi egtað ikki vera rímiligt at slíta menniskjansliga sambandið, sum hevur størri týdning enn kaldar lógir, sigur Vagn Wåhlin. Hann heldur, at ein víðkan [...] Høvuðsmálini í 46 - 48 vóru eisini spurningar um sambandið við Danmark, og um tað bar til at smíða ein karm um eina heimastýrislóg, sum kundi geva føroyingar so mikið av sjálvstýri, sum teir ynsktu tá.
áskoðan á vælveru og jagstranina eftir tí góða gerandisdegnum, og at enda er ein niðurstøða um njóting og eydnu. Áttandi partur er ein ískoytis spurnarkassi um njóting, sum hegnisliga ítøkiligger evnið í bókini [...] viðurkenning fyri at duga væl í skrift og talu at borðreiða við sínum sjónarmiðum og vísundaroyndum á ein so hugvekjandi og mangan skemtiligan hátt, at ikki bert fakkøn lata seg fanga og fata væl lesturin [...] ar og at hjálpa fólkum, sum onkursvegna tróta njóting í lívinum. Bókin er væl skipað og ætlað sum ein brellibiti til nýggjastu heilavísindaligu granskingina um njóting. Hartil veitir hon eisini tí serliga
dreingjabók, hon er um dreingin Sandor og gentuna Idu, sum hittast á internetinum. Søgan er - eins og bókarheitið - bygd sum tvær javnfjarar frásagnir, hvør við sínum høvuðspersóni, umhvørvi og trupulleikum. [...] at velja sítt egna lív. Eksistensialistisk tvístøða kemur fleiri ferðir fyri, skal ein gera, sum mamman vil, ella sum ein sjálvur vil? So verður mamman ólukkulig, og tað er ikki lætt at liva við. Ella um [...] er við sum ein av leikarunum. Frá telduni fært tú troyst og hjá henni fært tú útrás fyri kenslunum. Bókin eigur at vera sera væl hóskandi til framhaldsdeildina og 1. studentaskúlaflokk. Um ein vil hava fleiri
fjør varð løgd fram ein rættiliga stór og imponerandi ætlan um, hvussu kommunan sær fyri sær at Strendur og hinar bygdirnar í kommununi kunnu mennast í framtíðini. Her varð løgd ein ætlan fyri menning av [...] hesum sambandi skal eisini gerast ein nýggj vegaføring, har m.a. Fløtuvegurin skal leingjast oman í landsvegin í bygdini. 90 øki aftrat Hesin stóri byggiáhugin, og nú ein sær fram ímóti føstum sambandi av [...] endaliga umsóknin latin vinnumálaráðnum um loyvi at fremja ætlanina við Skálafjarðartunlinum. Hetta er ein verkætlan sum kommunurnar við Skálafjørðin hava sín leiklut í, og sín stóra áhuga í, at fáa framda
brádliga ein desembermorgun, tá hann fekk ein blóðtøpp í heilan. Hetta kom rættiliga óvart á mannin, sum ongantíð áður hevði følt sær mein. Sjálvur visti hann ikki av, at hann hevði havt ein blóðtøpp, [...] tey ímynda sær, at hetta verður ein fyritøka, sum tey bæði saman við børnunum koma at taka sær av. Umframt tær seks smátturnar, er ætlanin hjá hjúnunum eisini at innrætta ein part av snikkaraverkstaðnum til [...] til eina íbúð, sum tey eisini fara at leiga út. Henda íbúðin verður eisini bygd soleiðis, at hon kann brúkast av fólki við koyristóli. Verkstaðurin er 16 metrar langur og tíggju metrar breiður. - Vit fara
ikki boð um trupulleikar í spælinum? - Tað kanst tú kanska siga. Vit eru í øllum førum ikki nóg dugnaligir til at finna álopsspælararnar. Tað var kanska størsti trupulleikin hesaferð, og tann trupulleikan [...] Tað er kanska tað, at vit eru nakað bangnir fyri at vinna. Fáa vit nakrar sigrar, so fer tað helst at verða betri. Í dag eru vit til dømis framman fyri tvær ferðir, og tá skalt tú helst vinna ein dyst. [...] Men hinvegin, so høvdu teir eisini sínar kjansir, so javnleikurin var kanska á leið.