Stórur áhugi at búseta seg á Strondum

Hóast ikki verður koyrandi gjøgnum tunnil til Havnar fyrrenn um í minsta lagi fimm ár, er kortini sera stórur áhugi fyri at búseta seg á Strondum.
- Hetta kom sum eitt stórt yvirraskilsi á okkum, sigur Malena Thomsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

Stórur spenningur hevur verið millum manna í samband við ætlanina um fast samband av Skálafjørðinum til Havnar.
Ætlanin um hetta hevur verið í umbúna í nøkur ár, og í gjár varð so tann endaliga umsóknin latin vinnumálaráðnum um loyvi at fremja ætlanina við Skálafjarðartunlinum.
Hetta er ein verkætlan sum kommunurnar við Skálafjørðin hava sín leiklut í, og sín stóra áhuga í, at fáa framda í verki – eisini fólk í Sjóvar kommunu.
Hóast nógv ár ganga áðrenn koyrandi verður beinleiðis til Havnar, er longu nú líkt til at mong havnarfólk ynskja at búseta seg her, ístaðin fyri í egnum heimbýi.
Eitt skifti í fjør hevði kommunan omanfyri 30 umsóknir um byggiloyvi á Strondum, men í dag er hetta talið komið uppá nærum 80. Og lítil ivi er um, at talið av umsóknum bert fer at økjast enn meiri.
- Tað er eingin ivi um, at alt tosið um Skálafjarðartunnilin hevur havt ávirkan á fólk – og fer eisini at fáa fólk at venda eyguni hendavegin í framtíðini, sigur Malena Thomsen.

Mugu arbeiða skjótt
Sjóvar kommuna hevur í longri tíð fyrireikað seg uppá tær – positivu – avleiðingarnar av ætlaða Skálafjarðartunlinum.
Í fjør varð løgd fram ein rættiliga stór og imponerandi ætlan um, hvussu kommunan sær fyri sær at Strendur og hinar bygdirnar í kommununi kunnu mennast í framtíðini.
Her varð løgd ein ætlan fyri menning av skúlum og stovnum, vinnumøguleikum, frítíðarítrivum og ikki minst, hvussu ein kann gera nýtslu av økinum fram við sjóvarmálanum.
Eingin av hesum ætlanum kann kortini gjøgnumførast uttan so at fólk velur at búseta seg í kommununi. Hetta verður ikki gjørt av ongum, og tí má kommunan gera sítt til at skapa umstøður til hetta.
Tað er júst hetta sum kommunan hevur arbeitt við í seinastuni.
- Ja, sum støðan er nú, mugu vit bara arbeiða enn skjótari við enn eini útstykking.
- Tað eru so mong sum vilja búseta seg her, sigur Malena Thomsen.

80 á bíðilista
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at stykkja út á einum øki tey nevna í Lánni, nakað uttarlaga á Strondum.
Her er ætlanin at gera pláss fyri íalt 23 grundøkjum, og verður byrjað við hesum ein av allar fyrstu døgunum.
Hetta arbeiðið hevur verið í umbúna leingi, samstundis sum líkt er til at fólk hava fingið veruligan áhuga í at búseta seg á Strondum.
Í roynd og veru var eingin trupulleiki hjá kommununi at sleppa av við øll hesi grundøkini – og fleiri aftrat.
- Ja, hetta kom sum eitt stórt yvirraskilsi fyri okkum, sigur borgarstjórin.
Sum støðan er í dag hevur Sjóvar kommuna næstan 80 umsóknir liggjandi um byggiloyvi. So her vantar ikki byggihugur hjá fólk í og úr bygd.
- Í veruleikanum eru tað rættiliga nógv havnarfólk sum ynskja at búseta seg her hjá okkum, staðfestir Malena Thomsen.

Grava út í heyst
Stóri eftirspurningurin eftir grundøkjum hevur gjørt tað neyðugt hjá kommununi at seta ávis stig í verk.
Í eini kunngerð í november mánaði varð víst á, at tørvur var á byggibúnum grundøkjum til tey, ið ætla sær at seta búgv her. Tí hevði bygdaráðið nevniliga samtykt, at keypa tey grundøkini aftur, ið fólk ikki høvdu bygt á.
Víst varð her til skeytið, ið segði at um sethús ikki eru bygd á økið innan tvey ár eru liðin, kann kommunan krevja tað aftur fyri sama prís, sum tað varð selt fyri.
Um somu tíð varð arbeitt við tí formella partinum til útstykkingina í Lánni. Væntað verður, at sjálv ústykkingin fer at taka einar átta til níggju mánaðir.
Hetta vil aftur siga, at byggihugaðir strandingar - og onnur kunnu - byrja arbeiðið at seta føtur undir egið borð í september mánaði í ár.
Í hesum sambandi skal eisini gerast ein nýggj vegaføring, har m.a. Fløtuvegurin skal leingjast oman í landsvegin í bygdini.

90 øki aftrat
Hesin stóri byggiáhugin, og nú ein sær fram ímóti føstum sambandi av Strondum til Havnar, hevur nú fingið kommununa at fara undir fyrireikingar til eina enn størri útstykking.
Sambært hesi útstykkingini fer ein longur suður og haraftrat omanfyri bygdina, har ætlanin er at gera klárt bæði til grundøki, íbúðir og randarhús.
- Summi ynskja sær grundøki, men tað eru eisini mong sum heldur vilja búgva í eini íbúð.
- Hesum ynskjum vilja vit eisini fegin ganga á møti, sigur Malena. Tað eru nevniliga rættiliga nógv fólk sum spyrja eftir eini slíkari loysn.
Til tess at nøkta eftirspurningin ætlar kommunan ikki bert at stykkja út á Strondum, men eisini á Kolbanargjógv og á Selatrað.
Roknað verður kortini ikki við, at tað í stóran mun bert verða fólk, sum hava ættarbond higani ið velja at búseta seg her.
Men tey skulu kortini fáa grundøki, - tey sum hava áhuga fyri tí!


Summarhús á Selatrað
Hóast tað neyvan eru so mong havnarfólk sum beinleiðis velja at búseta seg á Selatrað, so hevur bygdin kortini áhuga hjá teimum.
Her er serliga talan um tey ið ynskja at byggja sær eini summarhús í hesi sera vøkru og hugnaligu bygdini, og sum haraftrat hevur sera góðan sólargang.
Har standa longu nú fleiri slík hús, og gongst sum ætlað verða tey enn fleiri í framtíðini.
Sjóvar kommuna arbeiðir nevniliga við at gera eina byggisamtykt fyri eitt serstakt summarhúsøki á Selatrað.