Missa leiðsluna

Hóast tað var í seinna hálvleiki, at NSÍ royndi at trýsta EB/Streym, so helt Christian Høgni Jacobsen eftir dystin, at teir skuldu vera betri nøgdir um fyrru trý korterini.
- Eg haldi, at har var ov lítið spæl hjá okkum eftir steðgin. Tað er nakað av vindi, og tá tú so spælir við longum bóltum niðaneftir, verður tað ofta trupult at fáa nakað burturúr.
Men at tit hava so stóra yvirvág, uttan verulga at skapa møguleikar, ber tað ikki boð um trupulleikar í spælinum?
- Tað kanst tú kanska siga. Vit eru í øllum førum ikki nóg dugnaligir til at finna álopsspælararnar. Tað var kanska størsti trupulleikin hesaferð, og tann trupulleikan hava vit eisini havt fyrr.
Um spælið í dystinum helt Christian Høgni annars, at hann og liðfelagarnir enn einaferð høvdu sveiggjað ov nógv ígjøgnum dystin. Men hann legði samstundis dent á, at hetta er nakað, sum teir kunnu arbeiða seg burturúr.
- Tað er kanska tað, at vit eru nakað bangnir fyri at vinna. Fáa vit nakrar sigrar, so fer tað helst at verða betri. Í dag eru vit til dømis framman fyri tvær ferðir, og tá skalt tú helst vinna ein dyst. Men hinvegin, so høvdu teir eisini sínar kjansir, so javnleikurin var kanska á leið.