Nútíðar ungdómsskaldssøga í kjattrúmi

Tey hittast á internetinum. Sandor og Ida, sum eru høvuðspersónar í ungdómsskaldsøguni Sandor/Ida eftir Sara Kadefors, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Hon er pen og væl umtókt. Hann kennir seg sum eitt einki. Hon býr í Stokkhólmi. Hann í einum býarparti uttanfyri Gøteborg. Hon er ofta í býnum saman við vinkonunum. Hann brúkar alla sína tíð at dansa ballett. Hon hatar sítt lív. Hann hatar sítt lív.

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið nógvar svenskar ungdómsbøkur út, t.d. bøkurnar hjá Mats Wahl og Anniku Thor. Nú hava tey valt ein nýggjan svenskan høvund, hon eitur Sara Kadefors, er 36 ár og væl umtókt í Svøríki. Bókin eitur SANDOR/ IDA og tað er Hjalmar P. Petersen, sum hevur týtt.
Ofta verða barna- og ungdómsbøkur flokkaðar sum ávikavíst gentu- ella dreingjabøkur. SANDOR/IDA er bæði gentu- og dreingjabók, hon er um dreingin Sandor og gentuna Idu, sum hittast á internetinum. Søgan er - eins og bókarheitið - bygd sum tvær javnfjarar frásagnir, hvør við sínum høvuðspersóni, umhvørvi og trupulleikum. Paralellbyggingin ger bókina lætta at lesa, tú fært fylgt við báðum høvuðspersónunum í senn, og høvundurin vísir á, hvar støðan hjá báðum líkist, og hvar hon er ólík.
Evnið í bókini er ungdómslív og ungdómstrupulleikar við denti á trupulleikar, tí tað eru ikki smávegis mótgangur, tey møta. Drekkarí millum ung verður gjølla lýst í bókini, og onkur hevur eina mammu, sum liggur í seingini meginpartin av tíðini, tí hon hevur sálarligar trupulleikar.
Bókin er ikki moraliserandi, men vísir, at brennivín kann vera eitt sera vánaligt val, tá ið tú skalt velja lívsstíl. Bókin vísir á, at tey ungu mugu velja ella lata vera at velja sítt egna lív. Eksistensialistisk tvístøða kemur fleiri ferðir fyri, skal ein gera, sum mamman vil, ella sum ein sjálvur vil? So verður mamman ólukkulig, og tað er ikki lætt at liva við. Ella um tú ert samkyndur ... tað krevur dirvi, at velja tann lívsformin í dagsins samfelag, at siga sannleikan, ja sannleikin er eisini nakað luftigur, serliga, tá ið tú ert á internetinum, og eingin sær teg, og eingin veit, hvør tú ert, ella at mamma tín er alkoholikari, ja tað er lættari at lúgva, fyri øðrum og tær sjálvari. Allir hesir trupulleikar eru í Føroyum eisini, summir av teimum burturkrógvaðir, summir heilt ónevniligir. Vit vaksnu vita bara so ótrúliga lítið um tað lívið, sum gongur fyri seg millum tey ungu. Mær rennur í hug yrkingarnar "Í kvøld" og "Café" hjá Unn Patursson (báðar á fløguni Gloymska við grape), sum eru um henda náttarheim, sum kókar og livir, meðan tey "vanligu fólkini" sova. Tey ungu eru í hesi broytingartíð, sum í eini stórari sentrifugu ella turkitrumlu, saman við javnaldrum verða tey hurlað runt og runt.
Hvussu hart er tað at vera ung? Kapping og bólkatrýst eru lykilsorð her, bæði hjá gentum og dreingjum. Hvussu ónd eru tey ungu við hvørt annað? Happing, útspilling og baktalan. Og hví eru tey so órein hvørt við annað? Bókin lýsir eitt sera rátt umhvørvi, í grundini er sera lítið av gleði og stuttleika í bókini. Jú okey, hon hevur happy end, men sera dapurt er tað mesta, sum Sandor og Ida gjøgnumliva hesa tíðina, vit eru saman við teimum. Hetta fekk meg at hugsa um, um bøkur til hálvvaksin skula vera sosialrealistiskar ræðusøgur, tær hjá Mats Wahl t.d. eru eisini í stóran mun um harðskap og happing. Tá ið børnini eru smá fáa tey stuttligar bøkur, sum Pippi og Emil bøkurnar og tær hjá Lund Kirkegaard, so tá ið tey verða 15-16 ár, so skal alt vera so syrgiligt. Eru ikki aðrar genrur á marknaðinum? Tíbetur eru eisini Harry Potter og Hobbin í boði, eisini stór børn tíma at lesa tær bøkurnar.
Bókin SANDOR/IDA er sera nútíðarlig bæði í evnisvali og málburði. Internetið er við sum ein av leikarunum. Frá telduni fært tú troyst og hjá henni fært tú útrás fyri kenslunum. Bókin eigur at vera sera væl hóskandi til framhaldsdeildina og 1. studentaskúlaflokk. Um ein vil hava fleiri tekstir til temaarbeiði, kundu omanfyrinevndu yrkingar verið nýttar. Svenski filmurin "Fucking Åmål" hevði eisini hóskað væl til.
Týðingin
Mær dámar væl týðingina. Málið er ungdómsmál, passaliga kryddað við illbønum og enskum orðum, t.d. "anoreksiungi" og "tosa bullshit". Í onkrum føri er svenskt varðveitt og gevur lítla meining, t.d. "í køliskápinum er Lætt og lagom", lagom merkir passaligt og hetta er ivaleyst okkurt smørkent, men tað haldi eg skilst ikki. Talumál er sloppið upp í part í nógvum førum, spurningurin er so tann vanligi: nær er tað málspilla, og nær er tað natúrligt mál? Ein vaksin spyr t.d. við borðið, "skalt tú hava eitt breyð afturat", hetta, haldi eg, man vera sera sjáldsamt uttan kanska millum yngri børn, sum ikki kenna mun á einum heilum breyði og eini breyðflís ella einum breyðstykki, sum er vanligari.
Sum lærari í føroyskum situr tú hvørja viku og rættar stílar og aðrar uppgávur, og tú roynir at læra næmingarnar at stava, vit hava mállæruna hjá Árna Dahl og Paulivari Andreassen sum lærubók. Summar stavivillur ganga aftur í hvørjum einasta stíli: nútíðarendingin ur/ir verður blandað, ý/í verða blandað, ð verður gloymt serliga í førum sum "átti at skrivað", munurin ímillum endingarnar ini/uni í kvennkynsorðum og sjálvandi tann torføra bendingin av nýta/njóta. Tað er hugstoytt at síggja nett somu villur í eini bók, sum er ætlað hesum børnum at lesa. Hvat skula tey halda? At tað er týdningarleyst? At tað man ikki vera so neyðugt, tá ið villurnar eru í eini bók, sum verður lisin í skúlanum? Stórt spell, at bókin er so illa rættlisin! Stundum fáa næmingarnir stílin aftur við tilvísing til tann listan við vanligum villum, sum stendur aftast í Mállæruni, og í hesum føri eru tilvísingarnar hesar: villa nr. 25, nr. 30, nr.23
Bókadeildin hevur eitt yvirlit yvir sínar bøkur á heimasíðuni www.bfl.fo, har sæst ein umrøða av hvørji bók.