Í Sosialinum tann 29. nov. er grein um niðurstøðurnar í eini frágreiðing, sum Búskaparráðið hevur gjørt um búskaparstøðuna í Føroyum í dag.
Um Herman Oskarsson er rætt endugivin av Øssuri Winthereig, so er í stuttum niðurstøðan hendan:
Landskassin skal ikki stuðla kreppuraktum vinnum, soleiðis at skilja, at konkursreglarnar í útflutningsvinnuni verða settar úr gildi við almennum stuðuli
Einans rentabiliteturin hjá vinnuni skal avgera, um útflutningsvinnan skal yvirliva ella doyggja.
Tað er heilt óskiljandi, at búskaparfrøðingar í almennum størvum kunnu sita og staðfesta sovorðið tvætl, sum ikki hevur nakað fótafesti í tí verunliga búskaparumhvørvinum, sum Føroyar jú eru ein partur av. Niðurstøðurnar bera týðulig brá av teoretiskari lummafilosofi og eru ikki grundaðar á tær reglur, sum eru á altjóða marknaðinum fyri matvørur í dag. Her er tað jú, vit sum útflutningstjóð fáa okkara vælferð frá .
Føroyski útflutningurin og kappingarneytar:
Hvørt mansbarn í Føroyum veit, at Føroyar hava sonevndan monoexport. Tað er bert fiskivinnan og fiskavørur, sum skapa inntøkur inn til landið í útflutningskrónum.
Altjóða marknaðurin fyri fiskavørur er serstakliga skiftandi. À okkara høvuðmarknaðum hevur tað verið búskaparlig niðurgongd, og keypiorkan hevur verið á lægri støði til at gjalda fyri 1. floks føroyskan fisk samanborið við fiskavørur, sum í dag floyma marknaðin. Hesar vørur koma eitt nú úr Kina, men eisini úr Suðurameriku, Baltalondum og Pólandi, har tímalønin er millum nakað og onki samanborið við ta føroysku. Saman við stórum fallið í USD, sum er gjaldoyra hesu lond nýta mest til útflutning, er prísurin á bæði feskum og frystum botnfiskasløgum raplaður samanborið við undanfarin ár.
Flakavinnan og fiskavirkir í Føroyum hevur spílað seg út fyri at klára kappingina við hesar nýggju veitarar, sum hava allar fyrimunir, hvat løn og rakstrarútreiðslur viðvíkja. M.a. eru íløgur gjørdar í nýmótans tøkni, sum kann vera við til at gera okkum enn betur kappingarfør.
Flakavinnan og fiskavirkir í síni heild, eru í dag hornasteinurin undir útjaðaranum í Føroyum. Samb. heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum rindar føroyska flakavinnan og fiskavirkir uml DKK 300 milliónir út í lønum um árið. Hetta kom fram, tá ið verkfallið var fyrr í ár.
Okkara kappingarneytar í EU fáa stuðul í høvd og reyv. Undirritaði var við til at stovna fyritøku í Danmark, har vit fingu 30% íløgustuðul til útgerð sum flakalinjur. Harafturat stuðlar EU øllum so ella so, sum hevur til endamáls at skapa fólki arbeiði - serstakliga í útjaðaranum. Her er Skotland fremsta dømi, har føroysk flakavirkir hvønn dag mugu kappast við eitt nú skotskar keyparar um rávøruna, sum Løgtingið hevur veitt bátum og skipum fyri onki.
Tað er sera lætt at sita í Albert Hall og staðfesta, at um tað frysta ikki ber seg, ja so má tað feska vera betur. Um tað frysta er ringt í løtuni, ja so er feskfiskamarknaðurin enn verri. Feskfiskamarknaðurin klárar ikki at taka nøgdirnar, uttan at marknaðurin brennur saman. Her hevur flakavinnan á landi so tann leiklut, at teir kunnu taka rávøru hvørja viku og framleiða bæði feskt, saltað og fryst. Um tað ikki var, ja so fingu bátar og skip so slett ongan prís. Hetta hevur ein best sæð, tá ið verkfall hava verið í Føroyum.
Grundað á omanfyristandandi er tað lítið høpi í at siga, at marknaðurin er Gud, um tað skal skiljast soleiðis, at ongin almenn króna skal í vinnuna. Eitt nú skotar og onglendingar keypa rávøruna undan okkum, av tí at teir eru betri kappingarførir við tí stuðuli teir fáa úr EU og ensku stjórnini. Er marknaðurin tá Gud? Harra Heman Oskarsson! Marknaðurin fyri matvørur, har føroysk virkir kappast við eitt nú EU-veitarar, er undirdíktur í stuðuli, men í Føroyum fær ein ikki krónuna. Um hetta er kapping á jøvnum føti, ja so má tað vera á Búskaparráðnum, at henda teori hevur sæð dagsins ljós.
Tá ið so Búskaparráðið staðfestir, at um so er, at virkir fara av knóranum, so kann tað almenna stimbra heimamarknaðin. Àlvaratos! Er tað ikki betur at stimbra eftirspurninginum eftir vørum og tænastum á heimamarknaðinum við at lata fólk vinna krónurnar á einum virki í útflutningsvinnuni, enn at hækka útgjaldið frá ALS??
Búskaparteoriir og stuðul til fiskivinnuna
Tað er ein royndur lutur, at tað er sera trupult at nýta búskaparteoriir til fiskivinnu á landi og sjógvi. Fyritreytirnar fyri útrokningum broytast allatíðina - ja frá degi til dags.
Herman veit uttan iva, at ein kann fáa alt at ganga upp á pappírinum. Tað er bert ein spurningur, um hvørjar búskaparfyritreytir tú brúkar til útrokningarnar. Hetta er neyvan broytt, frá tí eg las búskaparfrøði í seinnu helvt av 80´unum
Rentabilitetur hjá eitt nú fiskavirkjum hevur sjáldan skarað framúr, um ein samanber hesa vinnuna við so mangar aðrar vinnur. Tí er tað ser ringt at lata rentabilitetin vera einasta faktor, ið skal avgera, um eitt virki skal yvirliva ella vera avhøvdað. Eitt nú lánveitarar vilja avgjørt taka aðrar faktorar inn í myndina, sum t.d. húsamarknaðin. Um virkið fer av knóranum í eini miðalstórari føroyskari bygd, ja so vera so og so nógv arbeiðsleys, og hetta kemur so at ávirka orkuna til at gjalda t.d. húsalán aftur við.
Fyritreytirnar fyri at veita stuðul til eitt nú flutning av rávøru til fiskavirkir í útjaðaranum ella at lata rækjuvinnuna fáa eina FAS-skipan, skal verða givin, um útbýtið til land og fólk verður størri enn latið verður. Samstundis skal stuðulin ikki økja eftirspurningin eftir vørum og tænastum á heimamarknaðinum í sovorði mát, at handilsjavni og prísir fara skeivan veg. Eru hesar fyritreytir í lagi, hvat er so skeivt við at lata stuðul, tá ið landskassin fær meira innaftur??
Búskaparráðið sigur beinleiðis, at tað ber ikki til at lata stuðul í eini tillagingartíð. Alt skal heldur fara av knóranum. Hetta er ein heilt ótrúligur hugburður. Tað er betur at lata alla rækjuvinnuna fara og onga skatta- og útflutningskrónu fáa frá hesu vinnu, enn at t.d. góðtaka ein FAS-skipan, har so landskassin fær hóast alt nakrar skattakrónur. Harafturat útflutningin av rækjunum, sum viga positivt á handilsjavnanum.
Eg havi selt føroyskar fiskaúrdráttir, bæði frá virkjum og bátum, síðani 1991. Sostatt kenni eg nógvar garpar, sum reka fiskivinnuna í dag - bæði á sjógvi og landi. Tað er ongin av hesum vinnulívsmonnum, sum vilja fara biddargongd út í Tinganes. Tað einasta biðið verður um er, at í eini tillagingartíð sleppa bíligari í rakstri, ella hjá útjaðarnum at fáa flutningsstuðul, so at ein hevur somu kappingarfyritreytir í Vági og Norðdepli sum í miðstaðarøkinum.
À henda hátt fær landskassin skattainntøkur frá verkafólkinum, partafelagsskatt, og ein betri handilsjavna við tí útflutningi, sum stuðulin er við til skapa.
Um øll fiskavirkini stongdi, harra Herman Oskarsson, ja so stongdi bæði Búskaparráð og Hagdeild við. Ùtjaðarin føðir og klæðir almennu umsitingina í Havn, sum ikki skapar eina útflutningskrónu til landið. Hetta er kanska heldur ikki uppgávan hjá almennu umsitingini, kann ein so siga.
Hin vegin eri eg neyvan tann einasti í landinum, sum undrast, and ein kann fáa løn fyri at seta sovorðnar niðurstøður á prent. Um vinnan øll fer á heysin, sum tað hendi fyri 11 árum síðani, hvar skulu so land og fólk fá sína útkomu frá, harra Herman Oskarsson? Kanska eitt sindur hypotetiskur spurningur, sum í tykkara teoretiska umhvørvi uttan iva kann skapa nógv høvuðbrýggj. Livst so spyrst.
Argir, tann 30.nov. 2003










