H71-StÍF 23-20 (11-11) Hvørki H71 ella StÍF høvdu ráð at tapa, tá tey í dag spældu í Hoyvíkarhøllini. Tí gjørdist talan ikki um vakrasta hondbóltsdystin á árinum, men spenningurin var alla tíðina stórur [...] stigini. Hjá H71 skeyt Dánjal Tórgarð 5 mál. Cristian Preda og Mortan Hansen skutu 4 mál hvør fyri StÍF.
feilir, og kontraálopini hjá StÍF vóru eirindaleys. Paula Jacobsen og Sóley Mikkelsen skiftust um at skjóta mál, samstundis sum Karin Hansen ? ið var einasti málverji hjá StÍF, tí Óluva Djurhuus var burturstødd [...] StÍF-málinum. StÍF kom inn aftur í dystin og fór enntá framum 20-18, tá eitt korter var spælt av seinna hálvleiki. Við hesi støðuni tók oddaliðið time-out, og proppur varð settur í málskjótingina hjá StÍF í 11 [...] StÍF-Kyndil 23-23 (11-14) Treytirnar vóru greiðar undan dystinum millum kvinnuliðini hjá StÍF og Kyndli í høllini á Skála mikukvøldið: Vann Kyndil, vóru tær føroyameistarar annað árið á rað. Í fjør var
Okkara-deildin: StÍF - KÍF 25-21 (13-8) StÍF vann síni fyrstu stig hetta kappingarárið, tá ið liðið sigraði á KÍF. Lagið var annars gott í Kollafirði eftir at KÍF vann við 10 málum á H71 mikukvøldið, men [...] komu teir ongantíð og endaliga úrslitið gjørdist 25-21 til StÍF, eftir stórt avrik frá nýggja leikaranum, Rana A. Højgaard. Málskjúttar hjá StÍF: Rani A. Højgaard 9, Jóannes Prestá 4, Dávid Danielsen 3, [...] hálvleiki løgdu teir seg eini trý mál fram um og tá ið komið var til hálvleiks var støðan 13-8 til StÍF. Munurin øktist enn meira í seinna hálvleiki og eftir lítlari løtu vóru átta mál á muni. Kollfirðingum
hittust bestu mansliðini hjá StÍF og Neistanum til landskappingardyst á Skála. Úrslitið gjørdist 27-23 til StÍF. Hálvleiksstøðan var 14-10 til strandingar. Úrslitið merkir, at StÍF nú hevur fýra stig eftir [...] málmun enn StÍF og er harvið á fimta plássi í FTZ-deildini. Niðasta lið er Team Klaksvík, ið framvegis hevur sítt fyrsta stig tilgóðar. Málskjúttarnir frá dystinum í kvøld vóru hesir: StÍF: Pætur Johansen
til strandingar. Í hálvleikinum var StÍF á odda 18-11, men tó eydnaðist tað klaksvíkingunum at vinna seinna hálvleik, tí at endaliga úrslitið gjørdist 33-28 til StÍF. Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir: [...] Leygarkvøldið varð ein dystur spældur í bestu mansdeildini í hondbólti, FTZ-deildini. Dysturin var ímillum StÍF, sum er nummar fimm í deildini, og Team Klaksvík, ið er á aftasta plássi við ongum stigi. Tískil var [...] Pauli Mohr 5, Dánjal Kjærbo 5, Niels Viggo Niclasen 3, Andrias Ellingsgaard 1 og Beinir Johannesen 1. StÍF: Pætur Joensen 7, Fríði R. Djurhuus 6, Danny Brandt 6, Borgar M. Persson 4, Jógvan G. Joensen 4, Marius
StÍF hevur alt at kempa fyri, tá teir skulu ein túr til Hoyvíkar sunnudagin. Her møta teir H71, sum liggur niðast í Atlantic Airways deildini hjá monnum, og um StÍF ikki skal missa kontaktina við hini [...] fingið eitt stig, og tí fara teir helst at leggja nógv fyri í teirra royndum at fáa ein sigur ímóti StÍF sunnudagin. Strandingar mugu tó átaka sær rolluna sum favorittur at vinna dystin. Teir hava vunnið
seg av vøllinum á bonkin, har hann skal standa á odda fyri besta mansliði hjá StÍF. Vilja bøta um úrsliti frá í fjør StÍF endaði á einum fjórða plássi síðsta kappingarár, og hetta ætlar Jacob Jónsson at [...] jøvn í ár, og at hann væntar eina harða kapping við serliga Kyndil og KÍF. Royndir leikarar givnir StÍF hevur mist fleiri av størstu profilunum til hetta kappingarárið. Brøðurnir Arthur og Alexandur Johansen [...] Pauli G. Hansen fer neyvan at spæla. Jacob Jónsson heldur eisini, at hetta er ein keðilig støða fyri StÍF: Tað er altíð keðiligt at missa so góðar leikarar, men vit mugu arbeiða víðari. Vit fáa kanska ein
HONDBÓLTUR KÍF tekur sunnudagin ímóti StÍF í Atlantic Airways deildini hjá monnum. KÍF hevur havt eitt heldur svingandi kappingarár inn til víðari, men síðsta dystirnir hava bent á, at liðið er á rættari [...] síðsta vikuskiftið. Um tað hevur gingið minni væl hjá KÍF, so hevur kappingin hilnast stak væl hjá StÍF í ár. Teir eru einasta liðið, sum ongan dyst hevur tapt enn, og teir liggja eisini undir liðuni á [...] strandingum. KÍF fer tó at royna at vinna dystin, tí teir ætla sær longur upp eftir stigatalvuni. Hjá StÍF sær betur út við fólki. Einasti leikarin, sum ikki er við, er Sveinur Justinussen, sum er álvarsliga
hvørt sum fyrri hálvleikur leið, øktist leiðslan hjá StÍF. At so var, er fyrst og fremst einum manni fyri at takka, nevnliga Marian í málinum hjá StÍF. Rumenski málverjin, sum júst er komin aftur á liðið [...] høgra vongi hjá StÍF. Komandi vikuskifti skulu strandingar spæla heimadyst á Skála, tá ið botnliðið Neistin kemur á vitjan, og her eigur talan óivað aftur at verða um tvey stig til StÍF. H71 skal dystast [...] H71-StÍF 27-32(10-19) H71: Halgir Dahl-Olesen 8, Johnny Durhuus 4, Sigtór Andreasen 4(2), Henrik Gerster 4, Esbern Patursson 3, Høgni M. Joensen 2, Christian Eli Zachariassen 1, Piti Negru 1 StÍF: Alexandur
StÍF er eitt av liðunum, sum stríðist fyri einum plássið í finaluni um meistaraheitið. Í løtuni liggja teir javnir í stigum við KÍF á triðja plássi, og munurin upp til Kyndil á øðrum plássi er bert tvey [...] enn hevur ein lítlan møguleika at koma upp á annað plássið. Dysturin verður í høllini á Skála, og um StÍF skal halda fast um vónina at røkka einum finaluplássi, so skal hesin dysturin vinnast. Gongdin hjá [...] øðrum plássi. Tað vil siga, at nógv skal ganga upp hjá Neistanum, um teir skulu enda í FM-finaluni. StÍF hevur takið á Neistanum Einki er at ivast í, at strandingar mugu taka til takkar við rolluni at vera