StÍF skal vinna dystin

Strandingar mugu vinna dystin ímóti Neistanum í Atlantic Airways deildini hjá monnum, um teir ætla sær at halda fast um vónirnar at røkka einum finaluplássi

StÍF er eitt av liðunum, sum stríðist fyri einum plássið í finaluni um meistaraheitið. Í løtuni liggja teir javnir í stigum við KÍF á triðja plássi, og munurin upp til Kyndil á øðrum plássi er bert tvey stig. Sunnudagin møta teir Neistanum, sum enn hevur ein lítlan møguleika at koma upp á annað plássið. Dysturin verður í høllini á Skála, og um StÍF skal halda fast um vónina at røkka einum finaluplássi, so skal hesin dysturin vinnast.
Gongdin hjá strandingum hevur ikki veið tann besta í endaspælinum. Teir hava væl at merkja vunnið Coca Cola-kappingina, men í landskappingini hevur verið so sum so. Teir hava vunnið tríggjar dystir og tapt fýra, og tí hava teir eisini mist annað plássið til Kyndil.
Hjá Neistanum hevur heldur ikki hilnast so væl. Teir hava fingið fimm stig av 14 møguligum, og hetta ger, at teir hava heili fýra stig upp til Kyndil á øðrum plássi. Tað vil siga, at nógv skal ganga upp hjá Neistanum, um teir skulu enda í FM-finaluni.

StÍF hevur takið á Neistanum
Einki er at ivast í, at strandingar mugu taka til takkar við rolluni at vera favorittar til dystin. Ikki tí, stigatalvan vísir, at munurin á liðunum er ikki tann stóri, men í teimum trimum dystunum, sum liðini hava spælt hetta kappingarárið, hava strandingar vunnið teir allar.
Í grundspælinum møttust liðini tvær ferðir, og í báðum førunum eydnaðist strandingum at draga sigurin í land síðstu løtuna. Teir vunnu nevniliga báðar dystirnar við einum máli, so munurin hevur ikki verið tann stóri á liðunum.
Tey hava tó eisini møtt hvørjum øðrum einaferð í endaspælinum, og eisini hesaferð megnaði StÍF at vinna. Enn einaferð vunnu teir ein tepran eitt mála sigur, so nú er spurningurin, um teir enn einaferð fara at vinna ein dyst ímóti Neistanum við einum máli. Hetta fer bert tíðin at vísa, men eingin ivi skal vera um, at Neistin ætlar at spæla sín møguleika í dystinum á Skála.