StÍF hevur alt at kempa fyri, tá teir skulu ein túr til Hoyvíkar sunnudagin. Her møta teir H71, sum liggur niðast í Atlantic Airways deildini hjá monnum, og um StÍF ikki skal missa kontaktina við hini liðini í oddinum í bestu mansdeildini, so skal dysturin ímóti H71 vinnast.
Gongdin hjá strandingum hevur tó ikki verið tann besta síðstu dystirnar. Hyggja vit burtur frá sigrinum í steypafinaluni, so hava strandingar taptu síðstu tríggjar dystirnar í landskappingini, og tí skulu teir vísa annað spælið, um teir ætla sær ein sigur í Hoyvík.
Gongdin hjá hoyvíkingum hevur heldur ikki verið tann besta. Av síðstu fimm dystunum hava teir bert fingið eitt stig, og tí fara teir helst at leggja nógv fyri í teirra royndum at fáa ein sigur ímóti StÍF sunnudagin.
Strandingar mugu tó átaka sær rolluna sum favorittur at vinna dystin. Teir hava vunnið tveir dystir ímóti H71 í ár, meðan ein er endaður við javnleiki, og ætla teir sær í finaluna, so skal hesin dysturin vinnast.