Fyrr í kvøld hittust bestu mansliðini hjá StÍF og Neistanum til landskappingardyst á Skála.
Úrslitið gjørdist 27-23 til StÍF. Hálvleiksstøðan var 14-10 til strandingar.
Úrslitið merkir, at StÍF nú hevur fýra stig eftir fimm umfør og er á sætta plássi. Neistin hevur somuleiðis fýra stig, men hevur betri málmun enn StÍF og er harvið á fimta plássi í FTZ-deildini. Niðasta lið er Team Klaksvík, ið framvegis hevur sítt fyrsta stig tilgóðar.
Málskjúttarnir frá dystinum í kvøld vóru hesir:
StÍF: Pætur Johansen 6, Jógvan G. Joensen 5, Sveinur Justinussen 4, Allan Norðberg 3, Fríði R. Djurhuus 2, Kjartan Johansen 2, Borgar Danielsen 2, Marius Joensen 2 og Teitur Nielsen 1.
Neistin: Tommy Fletcher 7, Rói Berg Hansen 6, John í Innistovu 3, Beinur Davidsen 2, Andras Joensen 1, Herbjørn Lava 1, Pætur Mikkjalsson 1, Hjalti í Jákupsstovu 1 og Terji Mørk 1.