StÍF skal halda oddasessinum

StÍF skal royna at varðveita oddasessin, tá teir fara til Kollafjarðar, har KÍF bíðar. Hjá kollfirðingum ræður um at koma út botninum, og tí ætla teir sær eisini sigurin.

HONDBÓLTUR

KÍF tekur sunnudagin ímóti StÍF í Atlantic Airways deildini hjá monnum. KÍF hevur havt eitt heldur svingandi kappingarár inn til víðari, men síðsta dystirnir hava bent á, at liðið er á rættari kós. Teir hava vunnið á Kyndli og vóru heilt nær við at basa V´F í Vestmanna síðsta vikuskiftið.
Um tað hevur gingið minni væl hjá KÍF, so hevur kappingin hilnast stak væl hjá StÍF í ár. Teir eru einasta liðið, sum ongan dyst hevur tapt enn, og teir liggja eisini undir liðuni á Neistanum á fyrsta plássi.
Hjá KÍF stendur ikki so væl til við fólkið til dystin sunnudagin. Bæði Petur Martin Poulsen og Karl Johan Djurhuus sótu uttanfyri síðsta dyst við skaðum, og sum vit frætta úr Kollafirði, so vera hesir báðir neyvan við til dystin ímóti strandingum. KÍF fer tó at royna at vinna dystin, tí teir ætla sær longur upp eftir stigatalvuni.
Hjá StÍF sær betur út við fólki. Einasti leikarin, sum ikki er við, er Sveinur Justinussen, sum er álvarsliga skaddur, og hann verður neyvan at síggja á vøllinum teir fyrstu mánaðirnar. Annars vera allir mans við, sum vunnu á Kyndli mikudagin, og Borgar Danielsen hjá StÍF sigur, at teir ætla at halda fast um góðu gongdina, sum liðið hevur havt fyrstu dystirnar.
- Vit ætla okkum til Kollafjarðar eftir báðum stigunum, tí vit vilja fegnir varðveita fyrsta plássið. Eg vænti tó, at hetta verður ein ringur dystur, tí øll liðini eru ómetaliga jøvn, og KÍF eru helst sterkir á heimavølli, sigur Borgar at enda.