Leygarkvøldið varð ein dystur spældur í bestu mansdeildini í hondbólti, FTZ-deildini. Dysturin var ímillum StÍF, sum er nummar fimm í deildini, og Team Klaksvík, ið er á aftasta plássi við ongum stigi.
Tískil var ikki nógv at siga til, hvør stóð sum favorittur undan dystinum, og tað endaði eisini við einum væntaðum útisigri til strandingar. Í hálvleikinum var StÍF á odda 18-11, men tó eydnaðist tað klaksvíkingunum at vinna seinna hálvleik, tí at endaliga úrslitið gjørdist 33-28 til StÍF.
Málskjúttarnir í dystinum vóru hesir:
Team Klaksvík: Bogdan Florea 8, Hanus Norðberg 5, Jens Pauli Mohr 5, Dánjal Kjærbo 5, Niels Viggo Niclasen 3, Andrias Ellingsgaard 1 og Beinir Johannesen 1.
StÍF: Pætur Joensen 7, Fríði R. Djurhuus 6, Danny Brandt 6, Borgar M. Persson 4, Jógvan G. Joensen 4, Marius Joensen 3, Pætur Johansen 2 og Eyðbjørn Joensen 1.