føroyingar, ið forargast inn á ein slíkan pástand, men hvat við at kanna eftir, um hald er í hesum. Hetta er bert eitt dømi um, hvussi kann farast fram í leitanini eftir eini ítøkiligari framferð, til fyribyrgjan [...] útloysn. Men gjørdist tó skjótt sannførd um, at eg nú eisini var farin at gita, og at hetta helst ikki hevði nøkta tørvin. Eg vænti nevniliga, at tað snýr seg um aðrar tráðanir hjá hesum ungu monnunum eisini [...] Anna Dalsgaard Fimmarin hetta mikukvøldið, snúði seg um, hvørt vit kunnu gera nakað, fyri at fyribyrgja drepandi ferðsluvanlukkum framyvir. Óivað kveikt av sindarligu ferðsluvanlukkuni á Skálafjørðinum
Eftir míni hugsan kann neyvan ivi vera um, at her er talan um constructio ad sensum, so orðið teir vísir til tey menniskju, sum eru goymd í orðinum fólkasløg, á sama hátt sum stjørnur vóru goymdar í stjørnuheri [...] í hvørfalli fornavnið (autos), og latín nýtir á sama hátt ávísingarfornavnið (is), sum bæði hava ymiskar formar í kallkyni, kvennkyni og hvørkikyni, um enn summir eru teir somu. Hetta haldi eg, at Jógvan [...] grikskum og føroyskum. Í formála sínum til yrkingaavnið »LEIKUR OG LOYND« sigur Christian Matras: »Um onkur biður um loyvi at prent auppaftur yrkingar mínar ella týðingar, leggi eg tað á, at tað verður í tí sniði
at málið snýr seg ikki um nakað kynsligt sum so, ella um hvør kynshugur er rættur ella skeivur, málið snýr seg um at tryggja einum bólki nøkur mannarættindi. Málið snýr seg um, at vit í Løgtinginum eiga [...] at villeiða í sama máli, tá hesin førir fram at málið í veruleikanum viðvíkur homosexualiteti. Orðarætt sigur Heini.: ... tað verður lagt fram sum um, at samkynd nú skulu takast fram um allar aðrar sa [...] í ár. Um danska versjónin av grein 226 b í revsilógini var galdandi í Føroyum tá, vóru fleiri enn eitt av átøkunum, sum vórðu framd móti teimum samkyndu, revsiverd... Eg fari at heita á áhugaði um at fara
umboð á løgting, og tað skal ikki verða nakar ivi um, at hann fer at virka eftir bestu sannføring fyri menning og framburði í øllum landinum. Tað sama er galdandi fyri landstýrismann floksins. [...] samgongulimum. Í staðin fyri at Tummas Eli saman við okkum, sum veruliga ynskja vegagerðina framda, fegnast um, at samgongan í hesum føri hevur megna at halda vallyftini og arbeiðið gongur sína gongd (brúgvagerðin [...] tingmanninum og okkara veg, eru vit ikki so góðtrúgvin at halda, at okkara vegur verður tikin fram um tann lokala bygdavegin. Danir hava eitt orðafelli sum sigur: ?Hensigten helliger midlet.? Eg dugi ikki
verða vrakaður. Alt annað er undanførslur. Samhald tosar um reglugerð. Sambært lógum hjá Samhald er eingin reglugerð um uppstilling, og tí er alt tos um reglugerð uttanumtos og ósannindi. Men siðvenja hevur [...] mest upplagdi kandidaturin á Strondum, hóast fleiri meiningar vóru um tað. Kann nevna, at til tann uppstillingarfundin var eg í sama bili sum Sofus. So kann Sofus ganga runt og vaska hendur, sum hann vil [...] ella góðkendur. Teir eru 13 og saman við kandidatum eru teir einsamallur meiriluti, og tí er alt tos um møguleika at stilla upp á uppstillingarfundi teori, sum einki hevur við praksis at gera. At nevndin
tilsamans um 40 mió. kr. ella undir 5% av samlaðu útreiðslunum til almanna-veitingar í 1997. Almannaveitingarnar vóru tilsamans um 900 mió. kr. sama ár. Størsti útreiðsluposturin vóru pensiónirnar (um 400 mió [...] Løgtingskvinnan sigur, at til ber einans at koma á tal við Almannastovuna 8 tímar um vikuna. Til tað skal upplýsast, at Almannastovan hevur telefonavgreiðslu frá kl. 9-13 og fólk kunnu venda sær beinleiðis [...] ímillum ein triðing og eina helvt av teirri starvsfólkaorku, sum danir nýta til umsiting av á leið sama lógargrundarlag sum okkara. Bert er tann »føroyska« lóggávan truplari at umsita. Hon er í nógvum førum
Spurningur verður settur, um Zarepta nú er eitt paradís ella ágangur ímóti børnum. Síðan verða dømir tikin fram um einstaklingar, ið eru tvingað og rædd at umvenda seg. Hann tekur serliga synd í teimum [...] eru børn løtt at ávirka og at ræða. At vera sera umhugsin, hvussu tosað verður um frelsu ella umvending. Hann verður biðin um at leggja áherðslu á kærleika Kristusar og tað himmalska soleiðis, at børn og [...] menniskjum við ikki at gera seg inn á nakran, hvørki likamliga ella sálarliga. Alt, sum væl verður talað um. Tað er umráðandi, at alt sum vit tosa við børnini er gott og gagnligt. Hitt góða elvir til góðar hugsanir
Eg vil so spyrja Ragnar, og øll onnur, ið eru samd í hasum, um hann bevíst velur at misskilja tað, ið veruliga verður sagt. Tað stendur orðarætt, at »tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; [...] konu; tað er andstygd« og »Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu láta lív?« Altso, skal ein samkyndur ikki láta lív fyri at vera samkyndur, men fyri [...] fyri at hava samlegu við mann. (Hugsunarvert: Tað stendur einki um, at kvinnur ikki kunnu hava samlegu við aðrar kvinnur í 3. Mós.). Eg eri ikki samkyndur, men tað vil ikki siga at eg velji (ella havi
føri Smyril í Vági). Sjálvt um vit í RSF hava tann sið, at vit helst ikki leggja okkum út í blaðkjak, skal eg tó svara spurningunum hjá Palla, so at eingin ivi skal taka seg upp um hetta mál, eins og eg skal [...] báti nr. 2, og um tað ikki bar til, so av báti nr. 3 o.s.fr. Henda reglugerð skuldi forðað fyri, at vinir og kenningar vóru tiknir við, heldur enn tey kappróðrarfólk, sum hava kappast um plássið. (Lagt [...] hevur skaffað sær fólk av Páll Fanga, Riddaranum og Gongurólvi. Meir er ikki at siga um tað. Eg eri onga løtu í iva um, at Smyril hevði verið góð umboðan at sent til Sillyoyggjar; men tað er nú eina ferð
fyritøkur, eru tær ikki eins kravmiklar um avkast av eginpeninginum, sum vóru tær privatar fyritøkur". Um hetta er fyrst at siga, at Búskaparráðið hervið fer ógvuliga lætt um tann veruleika, at tað er ein sj [...] eginpening í sama tíðarskeiði, er ilt at síggja, hvat fyri "skrædl" sipað verður til. Aftur her manglar grundgevingin hjá Búskaparráðnum fullkomi-liga! Og tað boðar frá ábyrgdarloysi, at tveita um seg við tílíkum [...] kostnaðarstøði í Føroyum í mun til t.d. Skotland og Ísland. Hvat Búskaparráðið veit um tillagingina í vinnuni kann bert gitast um; men staðfestast skal, at Búskaparráðið ongantíð hevur verið á gátt ella sett