Eivind Jacobsen
??????????????
Við tað at Samhald hevur gjørt viðmerkingar til Sambandspostin, sum ikki eru rættar,loyvi eg mær at koma við nøkrum rættleiðingum.
Fyri tað fyrsta vil eg vísa á, at eg einki hava sæð á prenti í hesum máli, sum ikki er sannleiki. At snara tingum á lukkaðum fundi og alment er ikki altíð líka einfalt!
Samhald meinar, at Eivind ikki er vrakaður sum valevni. Til hetta er at siga, at tá øll onnur meta, at Eivind er upplagt valevni, og bløðini, sum skriva hetta, eru útseld, kann ikki sigast annað enn, at tá Eivind ikki verður biðin at koma á listan av nevndini uttan at hava uppstillingarfund fyrst, eins og gjørt verður í øllum hinum lokaløkjunum í Eysturoynni, má Eivind roknast at verða vrakaður. Alt annað er undanførslur.
Samhald tosar um reglugerð. Sambært lógum hjá Samhald er eingin reglugerð um uppstilling, og tí er alt tos um reglugerð uttanumtos og ósannindi. Men siðvenja hevur verið, at nevndin í praksis einsamøll avger hvørji valevni verða uppstillað. Nevndin skjýtur ein lista upp, sum verður vrakaður ella góðkendur. Teir eru 13 og saman við kandidatum eru teir einsamallur meiriluti, og tí er alt tos um møguleika at stilla upp á uppstillingarfundi teori, sum einki hevur við praksis at gera. At nevndin í Samhald stuðlar sínum kollega er vanlig mannagongd!
Fyri at skera tað út í papp, skal eg siga, at Sofus í Selvindi ikki vildi hava Eivind á listan, og tí er Eivind ikki á listanum. Nakað annað er, at hann heldur ikki heldur nakað um tann, sum er í uppskoti. Besta boð uppá hví, meti eg at verða, at eg ikki dámdi, at Jóhannus Martin Olsen bleiv uppstillaður í 1998. Líknandi megnaði Sofus eisini at gera móti fyrrv. borgarstjóranum á Strondum, sum tá var klárt mest upplagdi kandidaturin á Strondum, hóast fleiri meiningar vóru um tað. Kann nevna, at til tann uppstillingarfundin var eg í sama bili sum Sofus. So kann Sofus ganga runt og vaska hendur, sum hann vil.
Tá tú lýsir til uppstillingarfund á Strondum við uml. 10 tíma freist, er úrslitið avgjørt upp á forhond. Tað vita øll, sum kenna til lokalviðurskiftini á Strondum. Hetta hevur tí einki við demokrati at gera. Tað er lodrøtt lygn og undanførsla, tá sagt verður, at Eivind ikki ynskti at stilla upp.
Tí má staðfestast, at verandi mannagongd hjá Samhald ger tað møguligt hjá einum nevndarlimi at vraka kandidatar, sum honum ikki dámar. Hendan stirvna skipan er eisini orsøkin til mangar ósemjur. Her er jú einki demokrati, og alt verður avgjørt av einari nevnd, sum ongantíð hevur limafundir.
Tað er harmuligt, at nevndin í Samhald ikki skilir og viðurkennir, at teir hava gjørt eina stóra fadesu. Í trongdini at bjarga sær sjálvum, royna teir ymiskt. Men tá tú ert um at drukna, er skilabetri at nærkast landi heldur enn at vassa longur út.