Eftir at hava verið burturstaddur siti eg og lesið bløðini, og eri komin til eitt lesarabrævi hjá Tummas Eli Høj Joensen av Strondum. Í brævinum, sum viðgerð vegin Skála ? Strendur, verða spurningar settir og teir fýra samgonguflokkarnir nevndir saman við trimum navngivnum samgongulimum. Í staðin fyri at Tummas Eli saman við okkum, sum veruliga ynskja vegagerðina framda, fegnast um, at samgongan í hesum føri hevur megna at halda vallyftini og arbeiðið gongur sína gongd (brúgvagerðin útboðin), er bert ein negativur tóni at hóma. Torbjørn og Kári P, ið búgva á eystara armi á fjørðinum, fáa hesa heilsanina; citat:
Nú skulu hesi valevnir ikki føla seg so ógvuliga illa, tí ein og hvør veit, at er valið millum ein veg í bygdini hjá tingmanninum og okkara veg, eru vit ikki so góðtrúgvin at halda, at okkara vegur verður tikin fram um tann lokala bygdavegin.
Danir hava eitt orðafelli sum sigur: ?Hensigten helliger midlet.? Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja hvussu Tummas Eli við skriving síni gagnar málinum, við at sáa iva um trúvirði í virkinum hjá valdu løgtingsumboðunum. Tí sum tú sjálvur veit eru tað eru hesir, sum saman við øðrum góðum kreftum á løgtingsfíggjarlógini higartil hava borið Skála-vegin ígjøgnum og fram-haldandi fara at gera tað, til vegurin er liðugur.
Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið eitt umboð á løgting, og tað skal ikki verða nakar ivi um, at hann fer at virka eftir bestu sannføring fyri menning og framburði í øllum landinum. Tað sama er galdandi fyri landstýrismann floksins.










