Jenis av Rana
Harafturat skuldsetur hann Bill Justinussen fyri at villeiða í sama máli, tá hesin førir fram at málið í veruleikanum viðvíkur homosexualiteti.
Orðarætt sigur Heini.:
... tað verður lagt fram sum um, at samkynd nú skulu takast fram um allar aðrar samfelagsbólkar, og um tú endurtekur eina lygn nóg ofta, gerst hon til seinast sannleiki...
Høvdu Finnur og Anita ongar viðmerkingar fest við lógaruppskot teirra, var greinin hjá Heina ( og tøkkin frá Finni ) tann beri sannleiki. Men í viðmerkingum teirra, frá byrjan og til enda, gera tey aftur og aftur greitt, at málið snýr seg um at vinna teim samkyndu ávís rættindi. Bert einstakar ferðir verða aðrir samfelagsbólkar nevndir, og tá bert sum generellar viðmerkingar. Til sammetingar verða tey samkyndu nevnd umleið 20 ferðir í greinini, og tá í sambandi við royndir uppskotsstillaranna at sannføra um hvussu neyðugt er við serverju fyri hesi.
Niðanfyri loyvi eg mær at endurgeva tvey brot úr viðmerkingum uppskotsstillaranna:
... 1987 varð samtykt á Fólkatingi, at mannamunsgreinin (antidiskriminasjónsgreinin) 226 b skuldi víðkast soleiðis, at hon eisini fevndi um kynsliga orientering. Tað var ikki fjalt fyri nøkrum, at høvuðsorsøkin til broytingaruppskotið var støðan hjá samkyndum í Danmark tá.
... uppskotsstillararnir meta í einum og øllum, at málið snýr seg ikki um nakað kynsligt sum so, ella um hvør kynshugur er rættur ella skeivur, málið snýr seg um at tryggja einum bólki nøkur mannarættindi. Málið snýr seg um, at vit í Løgtinginum eiga at verja ávís fólk móti mannamuni og happing. Nú eru tey nógv, sum siga, at tey samkyndu í Føroyum eru ikki fyri ágangi, tey verða ikki happað, og at mannamunur verður ikki framdur mótvegis teimum. Hesum eru uppskotsstillararnir ikki samdir í. Og kann millum annað vísast á ymist, sum hendi í samband við, at samkynd skipaðu fyri ráðstevnu í Havn í august í ár. Um danska versjónin av grein 226 b í revsilógini var galdandi í Føroyum tá, vóru fleiri enn eitt av átøkunum, sum vórðu framd móti teimum samkyndu, revsiverd...
Eg fari at heita á áhugaði um at fara inn á heimasíðu Løgtingsins ( HYPERLINK "http://www.logting.fo" www.logting.fo) og har undir tingmál lesa uppskot nr. 21- og allar viðmerkingarnar til hetta. Viðmerkingar, sum siga eina aðra søgu enn ta, sum nøkur nú royna at boða.