Viðmerking til Ragnar S. Olsen

Ragnar S. Olsen skrivaði í Sosialinum 1. okt., at »í 3. Mós, kap. 18 og 20 verður sagt, at tað er deyðarevsing fyri samkynd«.

Eg vil so spyrja Ragnar, og øll onnur, ið eru samd í hasum, um hann bevíst velur at misskilja tað, ið veruliga verður sagt.
Tað stendur orðarætt, at »tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er andstygd« og »Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu láta lív?«
Altso, skal ein samkyndur ikki láta lív fyri at vera samkyndur, men fyri at hava samlegu við mann. (Hugsunarvert: Tað stendur einki um, at kvinnur ikki kunnu hava samlegu við aðrar kvinnur í 3. Mós.).
Eg eri ikki samkyndur, men tað vil ikki siga at eg velji (ella havi brúk fyri) at hava samlegu við mótsatta kyninum.
Tí haldi eg, at tað er skeivt at nokta samkyndum skrásett parlag, tí Bíblian er mótstandari av tí, tí tað er ikki satt; Bíblian er mót-standari av samlegu teirra samkyndu.