Spurningur verður settur, um Zarepta nú er eitt paradís ella ágangur ímóti børnum. Síðan verða dømir tikin fram um einstaklingar, ið eru tvingað og rædd at umvenda seg.
Hann tekur serliga synd í teimum, ið eru fødd og uppvaksin í hesum umhvørvi, og eru indoktrineraði við bíbliuni. Og, hann tekur synd í óskyldugum børnum, ið verða indoktrineraði av eini tilvildarligari trúgv (kristindóminum), sum bert er ein ímillum fleiri túsund.
At enda sigur hann, at lesarabræv hansara skal ikki tulkast sum eitt álop á Zarepta!
Í heyst hava vit havt hátíðarhald í samband við, at 40 ár eru liðin, síðan summarlegurnar byrjaðu í Vatnsoyrum. Tað vóru Brynleif Hansen, ið saman við øðrum tók stig til hesar legur, fyrst við Áir, í 1965 og 1966. Men, so var farið at byggja í Vatnsoyrum, og í 1967 stóð hús liðugt bygt har, og hava barna/ungdómslegur og aðrar legur verið har uttan slit síðan tá.
Mong eru tey, ið hava verið glað fyri hesar legur og sum takka Gudi fyri, at tað vóru tey, ið tóku stig til hetta verk. Mong eru komin til trúgv á Jesus Kristus á legunum og eru síðan lærd út frá orði Guds at liva sum góð kristin fólk.
Sjálvur var eg til fyrstu legurnar við Áir í 1965 og kom eg til persónliga trúgv tá. Síðan var eg á legum í Vatnsoyrum og er tað við takksemi, at eg minist hesar legur. Seinni – í 80-unum var eg har í fleiri ár sum hjálparfólk til eg í 1988 kom at arbeiða í leiðsluni burtur av.
Henda onkuntíð mistøk í Zarepta? Sjálvandi! Allastaðni, har menniskju eru, verða mistøk gjørd. – Men, har frá og til at leggja okkum undir ábyrgdarloysi og til miðvíst at fremja ágang ímóti børnum og ungum - tað er langt úti!
Flestu munnu vita, hvat Zarepta stendur fyri – at leguarbeiðið er bygt á Bíbliuna, og at høvuðsendamálið er at greiða børnum og ungum frá lívi og deyða Jesu Krists soleiðis, at tey kunnu koma til trúgv á Hann og vaksa í trúnni.
Síðan verður dentur legdur á:
At fremja gott samanhald millum allar luttakarar á leguni.
Spæl og likamsvenjing.
At leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur:
- vera ásettum reglum lýðin.
- fremja siðiliga atferð
- virða náttúru-, mentunnar- og tjóðskaparvirði
Í hesum arbeiði leggja vit okkum eftir at bera okkum rætt at ímóti øllum leguluttakarunum, og hava vit væl gjøgnumarbeiddar vegleiðingar, sum vit hvønn fyrsta legudag lesa saman við leiðarum og starvsfólki í Zarepta. Niðanfyri eru nøkur brot úr hesum vegleiðingum sum vísa, hvussu nær vit leggja okkum ikki at fremja ágang ímóti børnum og ungum.
Fyridømi:
Sum leiðarar eiga vit at leggja okkum eftir at vera góð fyridømi.
Øll, sum arbeiða á Zarepta eiga at virða tey mørk, sum er ein mannarættur hjá øllum menniskjum við ikki at gera seg inn á nakran, hvørki likamliga ella sálarliga.
Alt, sum væl verður talað um.
Tað er umráðandi, at alt sum vit tosa við børnini er gott og gagnligt.
Hitt góða elvir til góðar hugsanir og ein sunnan hugsunnarhátt, sum síðan ávirkar orð og gerðir tess. – Legg teg tí eftir at læra leguluttakaran ”alt sum sámiligt er, … alt sum reint er, … alt sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður” (Fil. 4:8).
Festa vit okkum harafturímóti við hitt illa, kann tað ávirka barnið til tað, ið ilt er. – Tí eiga vit ikki útgreina hitt ringa í lívi okkara ella annara, við at tala um tað, ”ið gjørt verður í loyndum og er skomm at taka upp á tunguna” (Ef. 5:12).
Latið okkum taka við hesari áminning úr orði Guds: „Verið vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er“ (Róm. 16:19).
Liðleiðarin verður mintur á:
At knýta vinarbond.
At skapa myndugleika við at vera ein góð fyrimynd.
Undir øllum umstøðum at vísa sama atburð móti børnunum og ger ikki mannamun, hvørki í orðum ella gerð.
At virða børnini og hvørki at verða harðligur ella nærgongin.
At fara varðisliga við viðkvomu barnasálunum, sum eru litnar honum í hendur, tí kensluliga eru børn løtt at ávirka og at ræða.
At vera sera umhugsin, hvussu tosað verður um frelsu ella umvending. Hann verður biðin um at leggja áherðslu á kærleika Kristusar og tað himmalska soleiðis, at børn og ung sjálv fáa hug at kenna Kristus sum frelsara sín.
Ikki at trýsta barnið, hvørki við ógvisligum orðum um fortapilsið ella við ræðandi frásøgnum.
Ikki at tvinga barnið til at siga nakað, biðja ella gera nakað, hvørki einsæri ella alment.
Vit, ið arbeiða í leiðsluni í Zarepta fara framhaldandi at gera okkara besta í hesum arbeiði og at kunngera børnum og ungum hin góða boðskapin um Jesus Kristus, sum kom til jarðar og gav lív sítt fyri okkum. Hesin boðskapur er ikki ein tilvildarligur boðskapur ímillum fleiri túsund! Hesin boðskapur bjargar menniskjum frá glatan og broytir mannalív, har hann fær loyvi til tess.










