meiri enn teir gera í dag. Tí heldur hann at tað hevði verið rætt at endurstovna umstríddu útjaðarasamgonguna, sum var í Løgtinginum fyri nøkrum árum síðani. Og hann heldur, at tað er so mikið umráðandi [...] umráðandi at hetta verður gjørt, at hann bara bíðar eftir røttu løtuni, sigur hann. Hendan útjaðarasamgongan var ein óformlig samgonga sum gekk tvørtur um flokspolitiskt mark. Eitt slag av skuggasamgongu í Løgtinginum [...] fáast á skafti, sigur Jógvan við Keldu Hann heldur ikki, at eitt slít samstarv skal vera fromligt. Tað kemur meiri at byggja á álit ímillum teir ymsu tinglimirnar. Hann ásannar, at hetta kann vera trupult
Torkil Weyhe, og fekk eitt hol aftur til hinar. Munin megnaði hann at halda líka til hann kom á mál. Teir tríggir sum vóru aftanfyri hann stríddust allir, og tað eyðnadist eisini Rúna Bláfoss at sleppa [...] tað gjørdi hann eisini sannførandi, men ikki uttan kapping frá Eli J. Christiansen. Teir báðir fylgdust til uml. tíggju minuttir vóru eftir, tá rykti Gunnar og Eli megnaði ikki at súkkla hann inn aftur [...] verið í summar fyri dreingir 9 til 11 ár rættiliga lættliga. Men hesuferð mátti hann veruliga stríðast fyri gullið. Hann og Jógvan Ólavson spurtaðu um fyrstaplássið, men Jógvan kláraði ikki at halda tørn
vísti sínum egnu landsstýrisfólkum, tá ið hann skarvaði so nógv burturav játtanunum, sum landsstýrisfólkini høvdu sett á. Hann sigur, at tí er tað ikki bara hann av tinglimunum hjá samgonguni sum nú angrar [...] fyri fíggjarlógini. Samgongutingmaðurin, Jenis av Rana, staðfestir nú, at hann skuldi ikki havt góðtikið fíggjarætlanina, sum hann annars var við til at samtykkja beint fyri jól. Hevði Jenis av Rana ikki [...] fær samgongutingmannin at taka soleiðis til, er ætlanin at hækka prísirnar hjá Strandferðsluni. Og hann leggur afturat, at tað eru fleiri aðrir tinglimir úr samgonguni, sum eisini iðra seg um, at teir lótu
við sær, at vit avgjørdu at útseta messuna til nú í vár, sigur Hans Petur Ellingsgaard, sum er ein av stigtakarunum til bústevnuna. Hann heldur ikki, at ein slík stevna eigur at verða hildin ov tætt uppat [...] hava áhuga fyri, og hesi skulu sjálvsagt eisini fáa nakað burtur úr á stevnuni, sigur Hans Petur Ellingsgaard. Hann vísir á, at onkur kanska stendur og ivast í at skifta sær køk ella vindeygu út, og í slíkum [...] og byggingina at gera, soleiðis at henda vinna kann fáa sítt egna ?business-forum?, sum Hans Petur tekur til. Hann heldur, at stórur tørvur hevur verið á eini tílíkari messu í Føroyum. - Fiski-og alivinnan
Tónleikur Jens Marni Hansen er nú liðugur í donsku sangkappingini Popstars. Týsdagin fekk hann boð um, at hann verður ikki millum tey seinastu 10 fólkini frá umfarinum í Keypmannahavn, sum fara víðari [...] og tí verður tað trupult hjá teimum at forma meg av nýggjum, sigur hann og heldur, at tað kanska eisini hevur nakað at gera við, at hann er vorðin 27 ára gamal og at sóknast verður eftir einum yngri sangara [...] kappingini til okkurt, sigur Jens Marni. Jens Marni hevur sín egna tónleikabólk, sum hann spælir til dans saman við. Hann skal spæla nógv í summar, men spurningurin er so, hvat kann henda hjá honum, tá TV2
aðrir eru tað. Todi Jónsson er ikki hvør sum helst í FCK. Hann er tann av núverandi spælarunum, sum hevur verið næstlongst í felagnum, og hann er tann í hópinum, sum hevur spælt næstflest dystir. Miðvallarin [...] Miðvallarin Christian Lønstrup hevur spælt flest dystir. Hann hevur umboðað FCK í 239 dystum. Næstflestar dystir fyri FCK hevur Todi Jónsson spælt. Hann hevur umboðað FCK í 139 dystum. Fyrsta altjóða uppgávan [...] FCK so hugtiknir av einum álopsspælara á georgiska liðnum, at teir keyptu hann. Talan var um Mikhail Ashvetia. Ætlanin var, at hann skuldi loysa Sibusiso Zuma av. Zuma er framvegis í FCK, men nú er 25 ára
Johannesen. Spurdur, hví hann hevur valt at yvirtaka bátin ein fríggjadag, sigur fyrrverandi skiparin og vinnulívsmaðurin, at hann hevur altíð trúð uppá fríggjadag, og tí vildi hann yvirtaka henda snotuliga [...] fríggjadagin. Vit fregnaðust hjá Mortani, hvaðani hann hevur navnið "Tvíburðar". - Jú, sonur mín, Andrias, hevði verið giftur í níggju ár, áðrenn hann og konan fingu nakað barn. Og tá ið so nakað spurdist [...] - Hetta er ein broyttur Aqua Star. Hann er ein slakan metur longri, enn Aqua Star bátarnir vóru og nakað breiðari aftan. Báturin hjá Mortani er 35 føtur langur; hann hevur eina 360 hk. Volvo maskinu og
eitt rættiliga hvassorðað skriv. Har sigur Løgmaður, at hann góðtekur ikki, at hópuppsagnir verða fráboðaðar á Landssjúkrahúsinum, uttan at hann er kunnaður um tað frammanundan. Er orsøkin til hetta vánaliga [...] hvussu hann skilti brævið. Sjálv skilti hon tað soleiðis, at antin skuldi hon frá, ella skuldi Høgni Joensen sigast upp, ella Jákup Mørkøre, Høgni Joensen svaraði, at tað bleiv hennara val og at hann føldi [...] tað viðmerkjast, at hann er ikki tænastumaður og hevur tí stutta uppsagnarfreist. Høgni Joensen er hinvegin tænastumaður og tað er tí ein nógv longri og dýrari mannagongd at siga hann upp. Og at Helena Dam
fimta flokkinum er Sonni Djurhuus, og hann sigur, hann setti sær sum mál, at børnini skuldu arbeiða við tí, sum er nærliggjandi teimum sjálvum. Tað vil siga, at hann setti út í kortið, at tey skuldu finna [...] fegnir vildu arbeiða við hesum evninum, tí tá áheitanin frá MBF kom, gav hann sínum flokki tvey í at velja. Hann segði, at hann hevði valt sær tvey evni, sum tey kundu arbeiða við í eina viku. Antin hesa [...] uppfatan av teimum, ið bera brek. Men hann sigur tó, at tað hevði kanska verið eitt betri hugskot, at ikki allir 34 skúlarnir arbeiða við hesum evninum í somu viku. Tí hann sigur, at tað hevur verið avbera
eykalutum. Og tá í hann fórut aftur, kom hann at liggja fastur í ísi í langa tíð. ?Veðrið við Svaldbard hevur verið heilt óvanligt, tí ísurin kom longu í november,. Hetta komst, at hann lá av útnyrðingi [...] tað allarfyrstu tíðina sá væl út. ?Hvannaberg fór til fiskiskap í juli og longu síðst í august var hann í Føroyum við fullari last, 235 tonsum, sigur Jákup Olsen, reiðari. Men síðani hevur gingið av skriðuni [...] tænir ongum endamáli, tí tað er bara at brenna olju. So kunnu vit tað sama liggja í Føroyum, sigur hann. Jákup Olsen avsannar sostatt eisini tíðindini um, at Hvannaberg longu skal vera lagdur sum tann fyrsti