Skal roynast í tinginum

?Skal skrásett parlag fyri samkynd forbjóðast í Føroyum, so má tingið fella tað, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum. Hann vil fyrst og fremst hava eitt sakligt aðalorðaskifti, áðrenn nakað annað verður avgjørt

Ætlanirnar at yvirtaka persóns-, familju- og avrarætt standa við, og í hesari tingsetuni kemur málið niðan í tingið til eitt aðalorðaskifti.
Hetta staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum. Hann er ógvuliga harmur um, at málið hevur fingið eina sovorðna vend, at ein minnilutabólkur av fólkum er settur í fokus, og tingmenn tosa um ikki at taka málið upp í tinginum.
?Vit eru í holt við at yvirtaka persóns-, familju- og arvarætt. Hetta er eitt stig á leiðini at gerast til eitt sjálvstýrandi land, har vit taka ræði á øllum okkara viðurskiftum. Vit kunnu ikki bara longur útflyta okkara trupulleikar til Danmarkar. Vit verða noydd at taka spurningar upp í Føroyum, sum eru viðkvæmir. Málið snýr seg um eitt av grundprinsippunum í okkara lóggávu. Tað er ikki rætt, tá fólk royna at gera hetta til ein spurning um átrúnað, sigur Høgni Hoydal.
Tað er útfrá hesum, at Høgni Hoydal ger greitt, at málið fer niðan í Løgtingið til eitt aðalorðaskifti, og hetta verður í hesari tingsetuni, men kann ikki koma nærri inn á, nær hetta verður.
?Tað er nú heldur ikki soleiðis, at lóggávan er beint á trappuni, sigur Høgni Hoydal.

Í tingið
?Eg ynski, at vit fáa eitt sakligt aðalorðaorskifti í Føroyum um persóns-, familju- og arvarætt. Hetta er alneyðugt. Tí nú skulu vit til at lóggeva og fyriseta eitt øki, sum vit ikki hava fyrisitið áður.
Eg ynski, at aðalorðaskifti fer at snúgva seg um persóns-, familju- og arvarætt sum heild, t.e. rætturin hjá øllum persónum ? eisini tey, sum hava ynskt at liva eitt øðrvísi lív, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at kjakið, áðrenn tað er komið niðan í tingið, er farið av sporinum.
?Tað, sum er hent, er, at man er farin at viðgera málið sum ein heilt annar spurningur, har vit skulu til at lóggeva um innihaldið í lívinum hjá fólki. Tað er júst har, at orðaskiftið býr í løtuni. Loyva vit hesum, so vil orðaskiftið snúgva seg um nakað heilt annað enn lóg og rætt í einum demokratiskum samfelagi.
Tíverri er tað hent, at málið, áðrenn tað er komið niðan í tingið, elvir til spjaðing, og minnilutabólkar í samfelagnum verða útsettir fyri niðurgerðing, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal ætlar ikki at halda aftur við at bera málið niðan tingið. Eisini eftir eitt aðalorðaskifi. Hann undirstrikar, at málið ikki bert snýr seg um tey samkyndu og teirra skrásettu parløg, men hetta er ein partur av málinum.
?Skal skrásett parlag fyri samkynd forbjóðast í Føroyum, so má tingið fella tað. Tað er Løgtingið, sum má taka støðu til spurningin. Eg, sum landsstýrismaður, fari at gera mína skyldu og leggi málið fyri tingið, so er tað tingið, ið tekur avgerðina. Málið fer av sporinum, tá fólk halda, at tað er ein landsstýrismaður, sum tekur avgerðina, sigur Høgni Hoydal.
At fremja alla yvirtøkuna í verki fer at taka sína tíð, men tað er ógreitt, hvussu langa tíð hetta tekur. Høgni Hoydal sigur, at tað hevur verið trupult at fingið glið á málið við danir, men hetta gongur nú rætta vegin, og føroyingar eru fyri ein part klárir at umsita málsøki. Ætlanin er at lóggávan skal koma so hvørt, sum hetta er avgreitt við danskar myndugleikar.

Samgongan í vanda?
Í 1988 fall samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin uppá eitt mál, har ætlan var at føra inn í borgarligu revsilógina, at tað ikki skuldi vera loyvt at gera mismunn á fólki orsakað av húðalitti, átrúnaði osfr., og so skuldi vera skoytt uppí, at munur heldur ikki skuldi gerast á fólki orsakað av seksuellum livihátti.
Høgni Hoydal heldur, at støðan er nakað broytt síðani tá, tí nú vilja nógv fleiri fólk gera greitt, at man ikki kann gera mismunn á fólki orsakað av livihátti. Tá var tað bert Karin Kjølbro, ið atkvøddi fyri hesum uppskotinum.
Eitt annað, sum minnir um støðuna í 88, er, at samgongu limir hava hótt við einum og øðrum, um uppskot um samkynd parlag kemur niðan í tingið. Høgni Hoydal er vísur í, at tað ikki ger at ganga um í 1988. Spurningurin er so bara, um hann ikki risikerar samgonguna við at taka málið um samkynd parlag niðan í tingið.
?Eg risikeri ikki nakra samgongu. Eg havi sagt, at mín ábyrgd sum landsstýrismaður í lógarmálum er at leggja lógaruppskot fyri tingið, sum eg haldi vera neyðug fyri at skapa eitt føroyskt rættarsamfelag. Har er persóns-, familju- og arvarættur serstakliga týdningarmikil. Vit eiga at kunna taka eina viðgerð av hesum. Hetta er lógarmál og ikki nakað familjumál, sigur Høgni Hoydal.