So sást tú ljósið eina ferð afturat, Hans Pauli. Eftir djúptøkna hugsan komst tú eftir, at Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin tjóðra og múlabinda summi fólk, so at demokratiið í Føroyum verður skeiklað og fæst at fungera eftir teirra høvdi.
Hetta er ein sera álvarslig ákæra, Hans Pauli, og hon krevur góðar grundgevingar, um tað ikki skal vera álvarslig manipulatión frá tínari síðu. Grundgevingar vísir tú eisini á, og ein teirra er, hvussu søgan um Signar á Brúnni er sløkt og burturtøgd. Hvussu tjóðveldispolitikarar hava tjóðrað og múlabundið henda mann, fyri at teir kunnu lumpa fólk við sínum heimagjørda demokratii. Sjálvur sigur tú tað soleiðis: ?Demokrati er gott, men altso ikki tá tað snýr seg um ávísar persónar og stovnar, halda tjóðveldis- og fólkaflokspolitikarar. T.d. tá tað snýr seg um Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismann. Ella tíðindablaðið Sosialin, ið prentar hansara egnu orð og sjónarmið?.
Góði Hans Pauli. Eg haldi tað vera merkiliga undarligt, at tú sigur hetta, tí so seint sum fyri góðari viku síðani skrivaði Høgni Hoydal í Sosialinum um nettupp demokrati og Signar á Brúnni. Høgni Hoydal skrivar millum annað, at: ?Tað er demokratiski rættur hansara at siga tað, sum honum liggur á hjarta.? Av ókendum orsøkum eru hesi orðini ikki komin inn í databasuna hjá tær, tí tú fortelur fólki nakað heilt annað. Hví gert tú tað, Hans Pauli? Er tað fyri at fáa tína egnu grein at hanga betur saman, ella hevur tú ikki sæð tað, sum Høgni Hoydal skrivar? Lesur tú ikki Sosialin, Mr. Strøm?
Ein kend ósemja
?Tað er tí at fremja demokrati í verki, ikki bara at eiga rættin at frambera síni sjónarmið, ikki bara at hava møguleikan, men eisini veruliga at brúka rættin, at brúka møguleikan.?
Hetta eru føgru orðini hjá Hans Paula um, hvussu ein kann fremja demokrati, og eg fái ikki verðið samdari við hann. Og tað fær Sosialurin heldur ikki, tí henda rætt og henda møguleika hevur blaðið brúkt í ólukkumát í søguni um Signar á Brúnni. Tí tann søgan er als ikki ikki sløkt og burturtøgd. Signar hevur sjálvur borið síni sjónarmið fram einar tríggjar ferðir, og blaðfólk á Sosialinum hava skrivað meira enn 14 greinar um hana. Tann fyrsta í mars 2000 og tann síðsta higartil tann 9. juni 2001. Hetta er meira enn ein grein um mánaðin alla hesa tíð. Og av teimum 14 greinunum hevur helvtin snúð seg antin heilt ella lutvíst um, hvussu Tjóðveldisflokkurin hevur svikið hetjuna Signar á Brúnni. ?Vrakaður av sínum egnu?, ?Tjóðveldisflokkurin sveik?, ?Ein reinsaður Signar kennir seg svíktan av sínum egnu? og ?Reinsaður ? men tapti kortini?. Hetta hevur verið meiggjað og kleiggjað í blaðnum í longri tí, alt fyri at tæna tínum kæra demokratii, Hans Pauli.
So álvaratos, tað eru ikki nógv mál, sum hava fingið so nógva umrøðu, sum akkurát málið um Signar á Brúnni. Tað hevur Sosialurin sæð til, og tað hevur hann gjørt rætt. Men grundgevingin hjá tær, at summi ikki fáa sína søgu lýsta, tí at tjóðveldispolitikarar og fólkaflokspolitikarar hava tjóðrað og múlabundið tey, hon heldur ikki, Hans Pauli. Og tað skal hon gera, tá ið tú kemur við so álvarsligum ákærum.
Nakað annað er so...
...um allar tøkar keldur eru brúktar í søguni um Signar. Sambært Høgna Hoydal eru tær ikki tað, tí í somu grein, sum hann skrivar í Sosialinum fyri góðari viku síðani, sigur hann, at: ?Hvørja ferð hevur Sosialurin fingið at vita, at eg ikki ynski at fara í eitt persónsstríð, men um blaðið ynskir at kanna málið og at finna sannleikan, so eru blaðfólkini vælkomin at síggja fundarfrágreiðingar og annars at spyrja øll, sum hava verið við í viðgerðini. Hetta hevur blaðið ikki ynskt, og hevur sostatt ikki fylgt nøkrum journalistiskum reglum um at lýsa eitt mál til fulnar.?
Nú fert tú at siga, at eg trúgvi blint upp á Høgna Hoydal, og at alt, sum tann eingilin sigur, er ævigur sannleiki. So naivur ætlaði eg ikki at vera, so tann 14. juni 2001 skrivaði eg Sosialinum eitt teldubræv fyri at vita, um tað var so, sum Høgni Hoydal pástendur. Við einum ávísum illgruna um, at svarið fór at koma heldur seint, (tað er so ikki komið enn), so ringdi eg bara til Sosialin og spurdi um hetta sama. Eg spurdi: ?Eru blaðfólkini á Sosialinum boðin at síggja fundarfrágreiðingar um málið um Signar á Brúnni?? Og veitst tú hvat Hans Pauli? Svarið var játtandi (saman við einum dismi av uttanumtosi, sjálvandi). Hví so blaðfólkini á Sosialinum ikki hava tikið av hesum góða tilboði, tað vita einans tey sjálvi, men løgið er tað, heldur tú ikki eisini tað, Hans Pauli? Man tað hava nakað at gera við tey gomlu orð, at sær er hond hollast? Í hesum føri, at sær er javnaðarhond hollast? Hetta er so ikki at stremba eftir hesum góða demokratii, sum tú eftirlýsir.
Ein minni kend ósemja
Trúgvi hvør, ið trúgva vil, ósemjur eru ikki bara millum Signar á Brúnni og Tjóðveldisflokkin, ósemjur eru eisini í Javnaðarflokkinum. So stórar, at onkur hevur meldað seg úr flokkinum. Tað gjørdi t.d. Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður í Hósvík. Hann takkaði fyri seg, tí hann helt flokkin vera ov konservativan í fullveldismálinum. Men av merkiligum orsøkum hevur Sosialurin ikki verið líka raskur at skriva um hetta mál. Høgni Mohr skrivaði tó eina drúgva grein tann 26. apríl 2000. Hetta var áðrenn, Jógvan Mørkøre takkaði fyri seg. Í greinini sigur bygdaráðsformaðurin millum annað, at: ? - Eg hevði lagt stórt arbeiði í flokkin her norðuri, men tað varð feiðað til viks. Nú skuldi eg bara góðtaka harraboð frá Jóannesi Eidesgaard og øðrum høgum persónum um, hvør skuldi vera oddafiskur,...?. Í greinini stendur eisini, at: ?Jógvan Mørkøre sáar iva um, hvussu samd javnaðarfólk eru. Hetta hóast tað er vanligt, at flokkurin letur almenningin skilja, at landsfundir altíð verða hildnir í sátt og semju. - Nógv av teimum tjóðskaparsinnaðu javnaðarfólkunum hava ikki møtt til landsfund. Tað er sambandsvongurin, sum hevur verið á hesum landsfundum.? Stikk denn. Hans Pauli.
Tíverri, so verður ?rætturin? og ?møguleikin? at fremja demokratiið í verki ikki nýttur í hesum føri. Eitt er, at Jógvan Mørkøre velur at halda lágan profil sjálvur, men heldur ikki blaðfólkið á Sosialinum heldur seg framat. Hví man tað vera, Hans Pauli? Og tá ið Jógvan Mørkøre seinni meldar seg úr Javnaðarflokkinum, er hetta so ófatuliga óviðkomandi fyri allan heim, at Sosialurin ofrar heilar 7 reglur upp á tað! Minni enn eini veðurtíðindi, og síðan er ikki ein skeivur stavur sæddur um tað málið. Hvussu ber tað til, Hans Pauli? Góði, sig mær! Hví fáa trupulleikar í Tjóðveldisflokkinum eina heila greinarøð, men trupulleikar í Javnaðarflokkinum bara eina grein + 7 reglur? Heldur tú sjálvur, at Sosialurin her hevur fylgt tínum føgru orðum, at: ?Tað er tí at fremja demokrati í verki, ikki bara at eiga rættin at frambera síni sjónarmið, ikki bara at hava møguleikan, men eisini veruliga at brúka rættin, at brúka møguleikan.??
Hví brúktu blaðfólkini á Sosialinum ikki henda rætt og henda møguleika? Var demokratiið kanska óinteressant akkurát tá? Ella lá eitt annað demokrati teimum fremri í huga? Tað, sum verður kallað sosialdemokrati? Eg spyrji bara. Tí um tað er so, so hevur tú gjørt eitt sindur undir teg, hin gamli.
At enda
Tað fær ikki verið annað enn ein almenn hemmiligheit, at tey størstu føroysku bløðini royna at vera Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum til vildar. Eg havi so ikki sæð eina einastu oddagrein í Dimmu ella Sosialinum, sum hevur talað fyri samgonguni. Tað kann heldur ikki vera annað enn staðfest, at samgonguflokkarnir hava ikki havt somu blaðmøguleikar sum andstøðuflokkarnir. Og at hetta skal hava tænt tínum kæra demokratii upp á nakran máta, tað fært tú ongan blaðstjóra at skriva undir uppá, Hans Pauli. Heldur ikki blaðstjóran á Sosialinum. Var tað ikki júst fyri at bøta um hesa demokratisku slagsíðu, at menn tóku stig til Fregnir?










