Bjørn Afzelius við føroyskari tungu

Tórbjørn Jacobsen, mentamálaráðharri, setti Afzelius-kvøldið og segði:


 

Eitt vetrarkvøld í Reykjavík. Dýrdin liggur yvir íslendsku høvuðsborgini. Tvær vikur eru síðani spolaðar uppá tíðarsnælduna. Tað eru bara tveir hanar í mentamálaráðharraskaranum í Norðurlondum, og ímeðan annar av teimum báðum hevur sitið nakað leysur í sessinum hesa seinastu vikuna, so hava kvinnurnar hesi seinastu árini, so við og við klistrað seg fastar í hinar 6 sessirnar.

Hin solidi og fryntligi íslendingurin, Bjørn Bjarnason, hevði boðið okkum til háborðs, í móttøkuhúsinum við Tjørnuna, í miðbýnum. Ein fjøl-broyttur skari av politikkarum og embætismonnum. Elsebeth Gerner Nielsen sat hinumegin borðið, - kanska hevði Bjørn skipað tað soleiðis, fyri at vit ikki skuldu klóra eyguni út á hvørjum øðrum. Og ístaðin hevði hann sett Maritu Ulvskog, mentamála-ráð-harra Sviaríkis, við mína lið.

Og hvat skuldi hesin smæðni glyvradrongurin so tosa við eina tilkomna damu úr Stockhólmi um. Eitt bygdafrell sum ikki hevur lært hitt politiska pli´ið. Nú, so dyggiliga ávaraður av sínum formanni, við einum korti, sum ikki finst í nakrari ítróttargrein. Hvørki gult ella reytt, - men onkustaðni harímillum. Ja, alt kann henda einum, ið livir eftir kredduni, leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum.

Í eini roynd at bróta barieruna, spurdi eg Maritu, um hon kendi nakað til tónleikin hjá Bjørn Afzelius & Michael Wiehe. Og tá var í stundini leyst og liðugt. Og vit kundu helst siti í fleiri sólarringar og orðskift um hesar báðar svensku úrmælingarnar.

Fortaldi henni um hesa konsertina, um fløguna, um ferðina hjá Michael til Føroya og um stóra áhugan fyri Afzelius í Føroyum.

Eg gloymi ongantíð, hvar ið eg var staddur, táið deyðsboðini frættust um Che Guevara, Martin Luther King, Robert F. Kennedy, John F. Kennedy, Salva-dor Allende & Olof Palme. Heldur ongantíð gloymi eg hin morgunin, tá ið Ívar bar tíðindini, kl. 0715, um, at John Lennon var skotin. Lá uppi í eini song úti í Hornabø, í einum leigaðum kjallarakliva hjá Oliviu Arge, ein hálvgingin sjómansskúlanæmingur, ið hevði ilt við at koma fram, somikið syrgdi eg hendan stóra meistaran. Og nú liggur eisini Bjørn undir moldum. Partapolitikkur skal og eigur ikki at verða tikin fram við eitt høvi sum hetta. Men eg staðfesti bara, at øll tingmanning tjóðveldisflokksins sat niðri á gamla Apotekinum, úti á ganginum, framman-fyri skýggjan, táið SVF, sum fyrsti tíðindastovnur í Føroyum, bar deyðsboðini. Og har gekk maðurin, sum nú var farin heim til fedrar sínar. Súgvandi ein nikotinvindil fyri og annan eftir í seg. Og hetta var hansara bani. Gævi at vit kundu lært av hesum. Ella hoyra tit aftur bergmálið frá orðunum. Leikum fagurt á foldum, eingin treður dansin undir moldum.

Hjá okkum sum vuksu upp úti á politiska vinstravonginum í sjeyti-árunum, gjørdist Hoola Bandoola Band ein flógvur stimbur fyri sálina. Og tað kom ongantíð nøkur slendrian í musikalsku og politisku slóðina hjá Bjørn Afzelius. Hann stríddist treystur til tað seinasta fyri tí sum hann trúði á og helt vera rætt.

Men hesin vitborni sviin trúði tó ikki politisku idealunum meiri enn tað, enn at hann kundi sortera korn frá dumbu. Í sanginum "På Stormiga Vatten" yrkir hann um ta ferðina, tá ið hann í eitt stutt tíðarskeið búleikaðist í einum kommunistiskum kollektivi í Gøteborg. Sum hann sjálvur sigur frá: "Einum meiri smáborgarligum og sjálvupptiknum skara av fólki havi eg ongantíð hitt. Ein og hvør hugmyndafrøðingur hevði avvápnað okkum eftir 10 minuttum. Orsakað av vánaligari disiplin, ongum klassamedviti og lítlari politiskari vitan um yvirskipaðar samfelagsspurningar. Eg helt út í 2 mánaðir, og tá ið eg var komin fyri meg aftur, yrkti eg hendan sangin. Satt at siga, ikki av óvart, sum ein country, tá ið hendan sjangran sjálvandi var hatursobjektið hjá hesum vælsignaða kollektivi. Møguliga komst hetta heldur av tí, at country- tónleikurin er tónleikurin hjá arbeiðaraklassanum í USA."

Og tað sum hendi hjá fleiri av okkum, hendi eisini Birni. Hann forelskaði seg í hini kendu caribisku oynni, - henni hjá Fidel Castro. Í kollveltingini og fólkinum. Í tónleikinum. Hann vitjaði har yviri á fyrsta sinni í 1978. Saman við m.a. Michael Wiehe. Teir luttóku á einum heimsfestivali í Havanna, fyri øllum heimsins ungdómi. Og tá ið hann kom heimaftur, gjørdi hann hin serliga vakra sangin "Tankar i Havanna", ið saman við Don Quixote, kanska skuldi havt verið við á fløguni, sum nú er útkomin. Ein lovsongur til politisku skipanina í Cuba. Men, sum vit hoyrdu hann siga í sjónvarpinum fyri kortum. Myndin av politisku skipanini í landinum modifiseraðist ikki so lítið tey seinastu árini, men haraftur-ímóti varð kærleikin til landið og fólkið ósvikaligur. Sum hann segði, Cuba er og verður mítt yndisland.

Tað var Elvis Presley, sum fekk hann at syngja. The Beatles ávirkaðu somikið, at hann fór at leika á guitara. Og ímeðan tað varð Bob Dylan, ið fekk hann at hugsa um lyrikkin í rocktónleikinum, so varð tað Michael Wiehe, ið fekk hann at skriva sínar egnu sangir.

Og harvið er tað Michael, sum er orsøkin til, at so nógvir føroyingar kunna sita her í kvøld og lýða á hesar fantastisku sangirnar. Hjá hesum skarpa manninum, við hvøssu konturunum, brillunum, cigarettini og guitarinum. Maðurin, ið á síni lívsleið hitti so mætar menn sum Arafat, Mandela & Palme.

Fari at takka Michael Wiehe fyri, at hann legði leiðina hendanvegin, nú tá ið føroyingar heiðra vinmanni hansara. Takki eisini teimum, ið hava megna hetta stórverk, at fáa hesa fløguna út á marknaðin. Hoyrdi ein part av henni norðuri í Klaksvík fyri kortum. Og eftir at entreprenørurin, Steintór Rasmussen, hevði verið í mentamálastýrinum í gjár, havi eg koyrt hana ígjøgnum nakrar ferðir, - nú ímeðan hesi orðini vórðu griflaði niður.

Tað hevur verið sagt, at politiskur, progressivur rockur bara er ein døgnfluga, eitt rák, sum doyr út. Onki sæti í tónleikasøguni. Men hesum tók Bjørn ikki undir við. Og vit muna vera fleiri, ið eru samd við honum í hesum. Í 1996 skrivaði hann soleiðis: "Vit komu úr hinum ópolitiska 60?ara poppinum, tað hoyrist aftur í okkara tónleiki, og vit lótu stafettina víðari til radikalar punkarar sum t.d. Joakim Thåstrom, sum eisini hevur nýtt okkara yrkingar. Og harvið hava vit latið okkara part til hin stóra mosaikkin, og gerast ongantíð týðningarleysir. Eg eri errin av, at hava verið við í tí progressiva tíðarskeiðnum. Alt var ikki gott, og tað er farið afturvið borðinum. Tað góða verður varðveitt. Og tað sum er gott, verður verandi gott, - til veraldar enda."

Maðurin við hini snjøllu røddini er slóknaður og røddin tagnað, men sangirnir fara at liva. Og í kvøld fer ein hópur av føroyingum at kveikja nýtt lív í teir.

Eg lovaði Maritu Ulvskog, tá ið vit hittust í Reykjavík, at eg skuldi senda henni eitt eintak av fløguni, so skjótt ið eg hevði fingið fatur á henni. Í morgun fór hon loftvegis til Keypmannahavnar og víðari til Stockhólms. Tað kundi harvið hent seg, at svenski mentamálaráðharrin sat í andakt og lurtaði eftir sínum kenda landsmanni, á føroyskum tungumáli, ímeðan vit sita her og njóta hendan frágerða tónleikin, sum ein av teimum stóru norðurlendingunum fekk avrikað, - í sínum alt ov stutta lívi. Og landsstýrismaðurin í mentamálum skal ikki dylja yvir, at tað er ein av hansara absolut stórstu idolum, ið verður heiðraður í kvøld. Njóti løtuna. Felagsskapin. Solidaritetin í sanginum. Sum altíð er hjá teimum veikastu og fæleysu. Og hugni tykkum eisini við eksplosiva skiftinum, ímillum ágangandi rockin og so hesar vøkru og troystandi og bleytu balladurnar. Ein ælabogi í tónum. Stimbur fyri sálina. Bót fyri tína framtíð.