Skal raksturin hjá fiskiflotanum betrast, má veiðitrýstið minka

Regin Reinert, hagfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at veiðitrýstið eftir upsa og toski seinastu fimm árini hevur verið ávikavist tvær ferðir og tríggjar ferðir so høgt, sum tað veiðitrýst, ið kann væntast at geva størstu úrtøkuna

Veiðitrýst

Regin Reinert, hagfrøðingur, hevur um dagarnar eina áhugaverda grein á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni um veiðitrýst, og hvussu hann heldur, at tað loysir seg best at fiska fyri at fáa størstu úrtøkuna.
Í greinini eru orðini, "veiða pr. rekrutt" afturvendandi, og tí er neyðugt at skilja, hvat liggur í hesum.
Hagfrøðingurin heldur, at veiða pr. rekrutt er eitt gott amboð til at finna fram til, hvat veiðitrýst vit eiga at leggja okkum eftir fyri at fáa sum mest burtur úr veiðini og úrtøkuni.

Ein "rekruttur"

Áðrenn vit fara víðari við greinini um "veiða pr. rekrutt", skulu vit lýsa, hvat Regin Reinert leggur í hesi orðini:
- Rekruttur merkir í hesum føri ein fiskur, sum er við at fáa ein aldur, har hann byrjar at vísa seg í veiðini. Hjá toski á føroyska landgrunninum verður vanliga roknað við, at tvey ára gamlir toskar eru rekruttar, sigur hagfrøðingurin.
Hann vísir á, at útgangsstøðið í veiði pr. rekrutt-útrokningum er ein einstakur rekruttur, sum svimur út á føroysku grunnarnar.
- Hvussu leingi kann hesin rekruttur ella fiskur rokna við at sleppa at svimja á grunnunum, og av hvørjum kann hann í seinasta enda rokna við at doyggja.
Og Regin Reinert heldur fram:
- Er veiðitrýstið høgt, verður fiskurin helst ikki gamal av tí, at vandin fyri at verða veiddur er stórur. Er veiðitrýstið hinvegin lágt, er væntandi, at fiskurin livir longri men tá kemur hann í fleiri førum at doyggja av náttúrligum ávum og verður ikki fiskaður.
Hetta merkir, sigur hagfrøðingurin, at eitt lágt veiðitrýst gevur lítla úrtøku, tí nógvur fiskur doyr av náttúrligum ávum.
- Men eitt høgt veiðitrýst gevur eisini vánaliga úrtøku, tí fiskurin tá ikki sleppur at veksa seg stóran, áðrenn hann verður fiskaður. Avbjóðingin er tí at finna tað veiðitrýst, sum gevur mest.

Stóran týdning
- Fyri at gera veiði pr. rekrutt-útrokningar, er neyðugt at vita, hvussu fiskurin veksur. Um ein fiskur veksur skjótt, loysir tað seg best at hava eitt lágt veiðitrýst og í stóran mun at lata fiskin fáa frið. Tá økist møguleikin fyri at fiska hann, tá ið hann er eldri og størri. Um fiskurin hinvegin veksur spakuliga, er lítil orsøk til at lata hann fáa frið, tí vandin fyri, at hann doyr av náttúrligum ávum, økist.
Í greinini lýsir Regin eisini spurningin millum stødd á fiski og avreiðingarprísir.
- Talið av fiski, sum verður fiskaður við einum lágum veiðitrýsti, er væl minni enn talið av fiski, sum verður fiskað við einum høgum veiðitrýsti. Hinvegin er talan í størri mun um stóran fisk, tá ið veiðitrýstið er lágt og í seinna enda er tað eitt lágt veiðitrýst, sum gevur besta úrslitið, sigur hann.
Hagfrøðingurin vísir á, at við høgum veiðitrýsti gerast sera fáir fiskar eldri enn sjey ár og lítið og einki sæst til teir, sum gerast eldri enn 10 ár.
- Við einum lágum veiðitrýsti er hinvegin fitt av toski, sum verður eldri enn sjey ár, leggur hann aftrat.

Toskur veksur væl
Í greinini lýsir hann eisini við talvu, hvussu stórur partur av einum árgangi av toski undir høgum veiðitrýsti doyr av ávikavist veiði og av náttúrligum ávum.
- Tað hevur sjálvandi áhuga at staðfesta, hvat veiðitrýst gevur mest úrtøku pr. rekrutt, men stórur munur er millum veiðitrýst, sum gevur mestu veiði og veiðitrýst, sum gevur mesta virði, sigur hann.
Í sínum útrokningum viðger Regin eisini upsa og hýsu, og her er lutfallið millum roynd og virði ikki eins og lutfallið millum roynd eftir toski og virði.
- Hetta kemst av, at toskur veksur væl og heldur á at veksa eisini eftir, at hann er rekrutteraður til fiskiskapin. Av tí, at toskur veksur skjótt, fæst meira burtur úr við at lata ein størri part av honum fáa frið, soleiðis at møguleikin fyri at fiska hann, tá ið hann er størri, økist.
Regin vísir á, at hýsa stórt sæð heldur uppat við at veksa, tá ið hon er sjey ára gomul.
- Tí loysir tað seg betur við einum hægri veiðitrýsti fyri hýsu enn fyri tosk, leggur hann aftrat.

Trýstið ov stórt
- Tað er eingin loyna, vísir Regin á, at fiskifrøðingar sum heild halda, at veiðitrýstið undir Føroyum hevur verið alt ov høgt seinastu árini. Grundgevingarnir fyri, at veiðitrýstið er høgt, byggja í stóran mun á, at stovnarnir skulu verða burðardyggir, og at gýtingarstovnurin skal verða væl fyri.
Hagfrøðingurin sigur, at tað eisini eru "veiða pr. rekrutt" viðurskifti, sum liggja aftanfyri grundgevingarnar hjá fiskifrøðingum.
- Samanumtikið eru orsøkir, sum tala bæði fyri og ímóti at miðja eftir einum veiðitrýsti, sum liggur omanfyri tað trýst, ið gevur mest virði fyri hvønn fiskin. Um hædd skal takast fyri útreiðslunum av at fiska við einum ávísum veiðitrýsti, fæst besti raksturin hjá flotanum, um miðjað verður eftir einum veiðitrýsti, sum liggur niðanfyri ta trýst, ið gevur mest virði fyri hvønn fiskin. Hinvegin veksur fiskurin eitt sindur seinni, og tilgongdin er ofta eitt sindur verri, um stovnurin er ov stórur.
Regin ásannar, at hetta tískil talar fyri einum veiðitrýsti, sum liggur omanfyri tað trýst, ið gevur mesta virði fyri hvønn fiskin.

Toskur, upsi og hýsa
Niðurstøðan hjá honum er tó, at tað ivaleyst og í longdini loysir seg best at miðja eftir tí trýsti, sum gevur mesta virði og sum samstundis verjir fiskastovnarnar.
- Undir øllum umstøðum liggur verandi veiðitrýst fyri tosk og upsa langt omanfyri tað, sum gevur mest fyri hvønn fiskin. Hinvegin er veiðitrýstið eftir hýsu eitt vet lakari enn tað, sum gevur mest virði.
Hagfrøðingurin er onga løtu í iva um, at serliga veiðitrýstið eftir toski seinastu árini hevur verið púrasta úr vón og viti.
- Seinastu fimm árini hevur veiðitrýstið eftir upsa og toski verið ávikavist tvær ferðir og tríggjar ferðir so stórt, sum tað veiðitrýst, ið kann væntast at geva størstu úrtøkuna.
Regin Reinert slær tí fast, at skal raksturin hjá føroyska fiskiflotanum betrast, er neyðugt við munandi skerjingum í veiðitrýstinum.
- Heldur enn at miðja eftir tí veiðitrýsti, sum gevur mesta virði, hevði verið rættari at miðjað eftir tí veiði, sum gevur størsta vinningin til flotan. Tað er ikki lætt at rokna kostnaðin av at reka fiskiskap eftir ymisku botnfiskasløgunum undir Føroyum og tískil er sera trupult at staðfesta, hvat veiðitrýst gevur mesta vinningin til fiskiflotan. Men eyðsæð er, at tað veiðitrýst, sum gevur mesta vinningin til flotan, liggur niðanfyri tað trýst, sum gevur hægsta virði fyri hvønn fiskin.

Tilgongdin
Hagfrøðingurin vísir á, at hóast sambandið ikki er serliga týðiligt, er helst samband millum støddina á ávísa fiskastovninum og tilgongdina.
- Tað er nakað, sum bendir á, at ein góður árgangur sjáldan kemur undan einum stórum gýtingarstovni. Hinvegin hava góðu árgangirnir í føroysku fiskastovnunum lyndi til at koma undan einum heldur minni gýtingarstovni.
Hann vísir á, at hóast sjálvur gróðurin í sjónum er tann faktorurin, sum hevur størstu ávirkanina á vøksturin hjá fiskinum á landgrunninum, so hevur eisini stovnsstøddin eftir øllum at døma eisini nakað at siga.
- Tá ið stovnurin minkar, minkar eisini kappingin um føðina, og tá veksur fiskurin betur. Hetta talar hinvegin fyri einum hægri veiðitrýsti. Samanumtikið eru orsøkir, sum tala fyri og ímóti einum veiðitrýsti, sum liggur omanfyri ta trýst, ið gevur mest virði fyri hvønn fiskin, sigur Regin Reinert, hagfrøðingur.