hetta er rættiliga avgerðandi í søluni í dag. Sum áður nevnt, so er tað stórur áhugi fyri bátinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Oddmar Juul Samuelsen væntar, at nógvir fara at fylgja spentir við, hvussu [...] avgerðandi, at menn fáa møguleikan at vinna pening burturúr. -Tað er ein eftirspurningur eftir húkaveiddum fiski í Evropa, tí kann tað eisini fáast nógvur peningur fyri hendan, sigur Oddmar Juul Samuelsen [...] Útróðrarbátur Immanuel eitur nýggjasti og helst eisini stásiligasti báturin í føroyska útróðrarflotanum. Hann er kanska eisini tann dýrasti, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið ein keypsprís upplýstan
onnur vorðin von at ganga til mentanartiltøk av alskyns slag í hugnaligu hølunum í gamla einahandilsbygningum í Klaksvík, og hesi verða nú løgd í trygga legu við avrikssáttmála millum Klaksvíkar kommunu og [...] tiltøkum og framførslum, sum blása lív í mentanarpallin í Klaksvík og Føroyum sum heild. Við at gera avrikssáttmála millum kommununa og Spaniastovu kunnu vit leggja virksemið í eina fasta legu og harvið stuðla [...] gleði eg meg ótrúliga nógv til at fara í holt við, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum eisini sær stórar møguleikar í samstarvi og samspæli millum ymsu mentanartilboðini í býnum og økinum. Samansjóðar Spaniastovu
nógv talutíðarkort í Sandoynni, í 2008. Kvinnur hava fylt nógv í 2007. Kanska nóg nógv til, at tær fara at síggjast betri í politiska landslagnum, aftaná løgtingsvalið 19. januar í 2008. Um vit síggja [...] so ikki siga um PISA-kanningina í Føroyum. Gongdin er skeivari enn tornið í Pisa. Men “Alle gange tre”, sum tað eitur á hinum móðirmálinum, sum enn er partur av frálæruni í Fólkaskúlanum. “Tredje gang er [...] og yvir til B, og so aftur frá B, og yvir til A. Sagt í stuttum: “ABBA”. Anni vildi ikki taka HÆDD fyri skemtitekningini hjá Óla P, sjálvt um fólk í øllum flokkum meinti, at tekningin av Kitty May sat væl
Soleiðis yrkti Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík í táttinum “Gentukæti”, sum byrjar við vælkendu orðunum: “Til Havnar vit fara...”. Í dag er synd at siga, at nógv skip duffa á Vestaruvág, men mær kemur til [...] til hugs henda tátt, sum enn verður kvøðin á gólvi og sungin í góðum veitslulag, sjálvt um hann varð yrktur í 1894. Tí í valstríðnum í Havn er gamla fiska- og flakavirkið Bacalao nevniliga komið á breddan [...] familjur í Havn, og har forvann mangur drongur og mong genta sínar fyrstu krónur í fiskaarbeiði, men “nú er alt bara minnir”, sum Jens Eli Ellefsen syngur í einum av sínum vælkendu sangum. Í 2011 keypti
lurta eftir, uppliva og gjarna dansa eftir tónunum hjá Eid Spelemannslag í Havn á Ólavsøku: Leygardagin 28. juli, kl. 1800 í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Sunnudagin 29. juli, kl. 1400 í Miðlahúsinum í Vágsbotni [...] brúka vanliga fiól í Eid, men Spelemannslaget hevur hildið seg til hardingfele. Bólkurin kemur úr Eid í Nordfjord, ið er í Sogn og Fjordane, ið er norðanfyri Bergen. Bólkurin gav í 1979 út plátu við siðbundnum [...] Vit hava í langa tíð ynskt at koma til Føroyar at spæla, og nú gerst dreymurin so til veruleika, sigur Øystein Dahl, ið er ein av tónleikarunum í Eid Spelemannslag. Bólkurin skal spæla bæði í Miðlahúsinum
søgdu við tey, at vit vóru við í ferðalagnum hjá Halli, bleiv tað heilt áhugavert. Parið kom frá Thy í Norður Jyllandi. Tey søgdu sum var, at tey ætlaðu at fara heim til Thy í dag, men vóru so komin at tosa [...] Har stóð køld sjampanja við gløsum á einum borði í bilinum. Og stóð hetta í stóran kontrast til reyða ferðabussin hjá Halli, sum hann nýtir í Føroyum, og sum hann sum regul koyrur sjálvur. Við tað at [...] r, ímeðan tær gjørdu reint á hotellinum. Joan, systir Hallur, var nú eisini komin upp í hópin. Hon býr í Brørup í Suður Jyllandi, har tey hava eitt bakarí og handil. Hon hevði sagt við mannin, at nú mátti
feløgini vóru einastu keyparar av rávøru í hesum ári. Nøkur virki eru ikki við í greiningini hjá NOTA. Tó umboða hesi feløg umleið ¾ av samlaðu fiskaframleiðsluni í Føroyum. Í síni frágreiðing til greiningina [...] tyngt um raksturin hjá fiskavirkisvinnuni í 2008, men ikki í sama mun sum í 2007. Hetta er einamest orsøkin til, at ársúrslitið í 2008 var betri enn ársúrslitið í 2007. Tó gjørdist 2008 aftur eitt vánaligt [...] viðvíkur fiskiskipaflotanum, og í dag fara vit at hyggja at gongdini hjá føroysku fiskavirkjunum, sum eru við í roknskapargreiningini hjá NOTA. Luttakandi feløgini, sum eru við í hesi greining, eru P/F Føroya
felagsskapum, har sum bara statir kunnu gerast limir og virka, ímeðan fólki í koloniunum sleppur at spæla fólk í húsi innanvert tey mørk í ostaklokkuni, sum hjálandaveldið nú einaferð setur. Fyri nøkrum árum [...] táið Pál í sjónvarpinum boðaði frá, at hann ikki ætlaði sær at umboða nakað annað land enn Føroyar á hægsta støði, og bar tað ikki til, varð hann noyddur at velja at luttaka í kappingum, sum lógu í eini lægri [...] týdningarmikið, víkja fyri hesum. Nú kenni eg av góðum grundum umhvørvi, sum hon er uppvaksin í. Úti í Grógv í Syðrugøtu, har eg sjálvur búleikaðist øll míni barnaár. Abbi hennara var mammubeiggi mín, og
fyritøkur. Landsfelag Pensjónista fer á komandi fundi í NSK í mai í Stockhólmi at vísa á teir skeivleikar, nógvir peningastovnar í grannalondunum framvegis hava í teirra viðtøkum, og fáa okkara NSK-limir at rópa [...] valdir fyri eitt ár í senn. Nú skulu teir veljast fyri eitt tvey ára skeið í staðin Friður verði við tí, sigur Landsfelag Pensjónista, og leggur afturat: – Men í allar síðsta setningi í hesum sama viðtøkupunktið [...] fólki, sigur Beate L. Petersen í eini viðmerking, sum felagið hevur sent fjølmiðlunum. – Hesi orðini hava sambært bankastjóranum í Føroya Banka, Turið F. Arge, staðið har í mong Harrans ár, uttan nakar hevur
fríggjadagar. Samanhaldið í Húsarhaldsskúlanum er gott. Fleiri byggja sterk vinabond. Jóhanna á Tjaldrafløtti veit um fleiri fyrrverandi næmingar, sum eftir nógv ár hittast í bindiklubbum og í øðrum samanhangum [...] verður í handverki og list, matgerð, rørslu og heilsu. Nærum allir næmingarnir seyma sær egin skjúrt og brodera turriklæði og fyriklæði til føroysk klæðir. Skúlin leggur seg eftir at halda lív í siðbundnari [...] modernaður skúli. Ein av stóru trupulleikunum í dag er, at nógvur matur fer burtur. Í Húsarhaldsskúlanum hevur altíð verið nógv gjørt fyri at fyribyrgja, at matur endar í ruskspannini, eitt nú verður avlop frá