Hallur á palli í Silkeborg

Í august mánaði spældi Hallur Joensen á contryfestival í Silkeborg. Oddbjørn Vágslíð var við á ferðini og hevur skrivað ferðafrásøgn. Hetta er annar partur av trimum

Leygardagur 13. august


Dagurin í gjár mundi verða nakað strævin fyri meg. Tí eg møtti ikki upp til morgunmatin. Eg vaknaði av, at Karl Sofus kom inn á kamarið, og segði, at nú komu stovugenturnar inn at reiða upp. Eg slapp mær upp og fór út á gongina saman við Karl Sofus. Har gekk eisini Hallur við guitara úti á gongini, tí tey gjørdu eisini reint hjá honum. Og so treiv Hallur í “Someday You´ll Call My Name”, ein av yndissangunum hjá Hank Williams Sr. Og har gingu so stovugenturnar og gjørdu reint, smíltust um alt andlitið og blivu undirhildnar av føroyska countrykonginum. Hetta vóru tær ikki vanar við. Live countrytónleikur, ímeðan tær gjørdu reint á hotellinum.

Joan, systir Hallur, var nú eisini komin upp í hópin. Hon býr í Brørup í Suður Jyllandi, har tey hava eitt bakarí og handil. Hon hevði sagt við mannin, at nú mátti bollar verða bollar. Og hann mátti ansa handlinum, tí nú fór hon til Silkeborg at lurta eftir Halli.

Vit høvdu sett okkum fyri ikki at troytta okkum áðrenn tað stóra brakið sunnudagin við Halli. So vit fingu fatur á einum minibusshýrivogni, sum koyrdi okkum til miðbýin í Silkeborg. Kvinnurnar fóru sín veg. Har var okkurt, tær líka skuldu hyggja eftir eina ferð afturat, áðrenn tær keyptu. Vit mannfólkini, spákaðu okkum oman eftir gøtuni og fingu okkum tøkan pening úr einari pengaautomat. Skamt har frá hevði Beddi fingið eygað á ein tónleikahandil. So har var gingið oman. Og so var. Har hingu guitarar í alskyns útgávum og prísi. Eg haldi, at tað var hjá Beddi og Halli, sum hjá einum smádrongi at koma inn í ein bommhandil. Sølumaðurin var blíður. Segði við teir, at teir kundu royna guitarar. Tá ið Beddi spurdi um forsterkara, var tað eingin trupulleiki. Teir fingu tveir krakkar, og so setti hann forsterkaran til guitaran. Og har sótu so Beddi og Hallur, og spældu “Wildwood Flower”, sum A. P. Carter gjørdi á sinni, og sum Mother Maybell Carter hevur gjørt ódeyðiligan við sínum sermerkta guitarspæli.

Fólk, sum komu inn í tónleikahandilin, fóru heldur at lurta enn at keypa. Og sølumaðurin stóð eisini og hugdi at og lurtaði. Hetta var ikki dagligur kostur í hansara tónleikahandli.

Komnir út aftur, var farið at leita eftir, hvar kvinnurnar vóru. Tað eydnaðist. Og nú vit vóru í miðbýnum, var farið inn á “Jensens Bøfhus” at fáa sær okkurt niður í búkin. Nú var bíðitíðin ikki ein til tveir tímar, sum dagin fyri. Og vit komu til borðs beinanvegin.

Hallur hevði ynski um at hoyra týska bólkin “Herman Lammers Mayer Band”. So vit fóru út á festivaløkið. Vit sluppu inn uppá sama máta sum dagin fyri. Karl Sofus og eg vóru uttan armbond, tí vit høvdu ikki fingið fatur á Allan. Hann var tíbetur á økinum. So vit fóru niðan aftur í teltið, har armbond við áskrift “Pressa” blivu sett á Karl Sofus og meg. Eg hevði sett mær fyri, at spurdi nakar danskari, hvat countryblað eg umboðaði. So nyttaði lítið hjá mær at siga “Norðlýsið”. Tað mátti heldur verða “Country Music People”.

Ímillum framførslurnar gingu vit runt á økinum. Og nú byrjaðu vit at møta føroyingum, sum vóru komnir til Silkeborg til hesa stóru countryuppliving saman við Halli. Har vóru millum onnur Eiler Østerø av Skipanesi, Jógvan, bróðir Hallur við damu, Óla Martin og Elsa, sum hava røtur úr Klaksvík, og Alex Bærendsen, sum var komin at síggja og hoyra dóttrina á palli.

Einaferð, Karl Sofus og eg komu oman aftur á konsert økið, settu vit okkum ovarliga á rekkjunum. Har kom eitt danskt par, sum søgdu við eitt annað par: “Det er ikki countrymusik de spiller. Man burde vende røven til dem”. Eitt annað par, sum sat beint aftanfyri okkum søgdu: “Vent til i morgen, da kommer Hallur fra Færøerne”. Tá ið vit søgdu við tey, at vit vóru við í ferðalagnum hjá Halli, bleiv tað heilt áhugavert. Parið kom frá Thy í Norður Jyllandi. Tey søgdu sum var, at tey ætlaðu at fara heim til Thy í dag, men vóru so komin at tosa við Allan Samuelsen, og hann bað tey bíða til í morgin, tí so fingu tey siðbundnan countrytónleik frá Hallur Joensen Band. Eg sá ikki parið dagin eftir. Men eg rokni ikki við, at tey blivu svikin av framførsluni hjá Halli.

Tá ið David Waddell úr USA hevði verið á palli, fóru vit avstað. Áðrenn legði eg leiðina inn í fløguteltið og fann fleiri áhugaverdar fløgur fyri sámuligan prís. Millum annað mína yndis LP-plátu við Bobby Bare ,“Hard Times Hungry” í fløgu útgávu. Tá ið so Hallur greiddi sølumanninum aftan fyri diskin frá, at Bobby Bare hevði verið inni hjá mær privat í Føroyum fyri einari góðari viku síðani og signerað mína LP “Hard Times Hungry”, so vildi hann ikki trúgva tí.

Nú var so farið heim at hvíla seg til morgin, tá ið stóra brakið skuldi verða. Tað

bleiv hugt dúgliga í verðurkortið, um tað fór at regna dagin eftir. Tað hevði tað ikki gjørt hesar báðar dagarnar. Okkurt ælstroyggi við fínregni, sum helt uppat uppá stutta tíð. Várharra mundi halda hondina yvir okkum. Tí í Skanderborg, sum liggur tætt við Silkeborg, vóru tey um at drukna av regni. Hallur var eitt sindur óróligur fyri, at kom tað samregn, so fóru fólkini, sum hildu til í húsvognum úti á “Udelukket”, bara heim aftur til sín sjálvs og komu ikki til konsertina.

Og Karl Sofus, hann setti seg sum vant, at fáa dagsins filmfong, førdan inn á fartelduna, og at seta øll battaríini, hann hevði við, til at løða, so alt var klárt til morgindagin, tá ið Hallur Joensen Band skuldi á pall.


Sunnudagur 14. august


So upprann tann stóri dagurin. Annika, kona Hall, var tíðliga á fótum og var farin við einum leigubili heilt suður til Brørup eftir Hjalmu Joensen, mammu Hall, og koyra hana upp til Silkeborg, so hon eisini kundi fáa hesa stóru uppliving við.

Vit møttust til morgunmat kl. 9.00. Tað bleiv gingið dúgliga út um og hugt upp í luftina fyri at meta um, hvussu veðrið fór at halda sær. Enn var so einki æl komið.

Eftir morgunmatin fóru Hallur og tónleikararnir niður á “Headkvarterið”, at leggja seinastu hond á leikskránna og avtala ymiskt, hvat hvør skuldi gera. Skráin bleiv printað út, og har stóð “Fagra blóma” á. Eg spurdi Hall,um danir kendu sangin. Hann segði, at teir vóru púra villir í honum, og tað skuldi verða tann føroyska útgávan. Og tað fekk eg eisini at sanna, seinni uppá dagin.

Og so var at lata seg í og verða klárur. Tí kl.11.00 kom ein bussur, sum skuldi koyra tónleikaraútgerðina út á festivaløkið. Brádliga kom ein umleið 8 metrar long hvít Cadillac Limosine at koyra ein part av bólkinum, Allan, Anniku og Karl Sofus út á festivaløkið. Hetta virkaði stórt. Har stóð køld sjampanja við gløsum á einum borði í bilinum. Og stóð hetta í stóran kontrast til reyða ferðabussin hjá Halli, sum hann nýtir í Føroyum, og sum hann sum regul koyrur sjálvur.

Við tað at hann hevði lova samregn út á dagin, hevði eg tikið oljujakkan við. Oljubuksurnar tordi eg ikki at hava við. Hevði sæð út sum ein línufiskari, sum var farin á countryfestival.

Konufólkini, sum ofta eru meira umhugsnar, høvdu tikið fleiri paraplyir við, sum allar fóru í mín beriposa. So var farið út á økið at fáa sær eitt gott pláss beint frammafyri pallin, nakað niðan frá. Makkarin Karl Sofus, hann gekk uppi á palløkinum og setti filmstól upp á stativ og gjørdi klárt til upptøkur.

Tað sást beinanvegin, tá vit komu til festivaløkið, at har var ein innrás av føroyingum. Og høvdu tey føroysk pappírsfløgg við sær. So tú fekk alla tíðina ábendingar um, hvar hesir bólkar sótu.

Har sat eg so og hugsaði um støðuna, hvussu Hallur fór at klára seg. Eg hevði nú í tveir dagar hoyrt, hvat hini countrynøvnini høvdu at bjóða. Hetta var ikki mín meira siðbundni countrytónleikur, sum bleiv framførdur. Tað, sum bleiv framført, var meira í countryrock og linedance stíli. Og ofta hoyrdi tú ikki sangaran, sum bleiv yvirdoyvdur av instrumentum. So eg var vísur í, at Hallur fór at geva okkum, sum eru meira til siðbundan countrytónleik, tað sum vit vildu hava.

So kom løtan, tá ið Hallur Joensen Band skuldi á pallin. Jytte og Ole, sum vóru frásøguparið á pallinum, komu væl frá tí. Jytte byrjaði við at greiða frá, hvussu Hallur var uppvaksin við countrytónleiki, sum kom úr New Foundlandi “med linefiskere”. Teir høvdu ikki bara fisk heim við sær, men eisini LP-plátur og kassettubond.


Hon segði, at tey høvdu havt ein annan føroying, á Silkeborg Country festivalinum. Tað var Alex Bærendsen í 1986. Hon segði at hann var her í dag, og vildi lurta. Eg vóni ikki, at hann er her, segði Ole.Tí eg lovaði honum, at senda nøkur kassettubond aftur í 1986, og tað havi eg ikki gjørt.

Jytte skuldi skoytt uppí her, at dóttir Alex Bærendsen, kom at syngja kór saman við Halli í dag. Og at hon var bert 3 ára gomul, tá hon í 1986 var saman við pápa sínum á festivalinum. Og slapp at sita á hestasaðlinum, sum stendur frammanfyri pallin. Men tað visti Jytte nokk ikki av.

Ole segði sum var, at hann dugdi ikki at krúlla tunguna og siga Hallur. So hann bað Jytte um at presentera Hall, og bleiv hetta gjørt við lít. Mannamúgvan reisti seg upp og klappaðu. “Sheriffarnir”, sum stóðu rundan um økið, lótu skotvápnini av, og so kundi byrjast. Hallur byrjaði við “Kiss An Angel Good Morning”. Og tað vísti seg, at hann fangaði áhoyrararnar beinanvegin.