Umframt megina, ið skal brúkast til venjing hvønn dag í árinum, verða tveir viðkvæmir ungdómar trýstir til at taka tvær sera ódámligar støður, sum teir onga ávirkan hava á, tey bæði hava ikki so frægt sum valrætt. Má siga, at tað vætti úr eygnakrókunum hetta kvøldið, táið Pál í sjónvarpinum boðaði frá, at hann ikki ætlaði sær at umboða nakað annað land enn Føroyar á hægsta støði, og bar tað ikki til, varð hann noyddur at velja at luttaka í kappingum, sum lógu í eini lægri kategori enn t.d. Olympisku Leikirnir. Sum hann sjálvur segði: Eg eri uppvaksin í einum umhvørvi, sum ger tað ómøguligt. Ein ungur maður, har emotionaliteturin og stoltleikin um egnan samleika steðgar honum á leiðini upp á heimsins tindar. Hann koppar tann vegin, ikki tí hann vil tað ítróttarliga, men tí at politikkararnir í landi hansara ikki hava skapt honum møguleikarnar.
Elspa koppar hinvegin. Ítróttarligu ambitiónirnar vinna. Hon ætlar sær upp á heimsins tindar, so má okkurt annað, sum er minst líka týdningarmikið, víkja fyri hesum. Nú kenni eg av góðum grundum umhvørvi, sum hon er uppvaksin í. Úti í Grógv í Syðrugøtu, har eg sjálvur búleikaðist øll míni barnaár. Abbi hennara var mammubeiggi mín, og eitt meira tjóðskaparligt miljø enn tað har um leiðir, verður trupult at finna. Harvið standa tey bæði Pál á somu knívsegg, og velja at fara hvørt sína kós. Ikki tí at tey vilja tað, men bara tí at fyritreytirnar ikki eru vorðnar optimalar, soleiðis, at tað ber til at umboða Føroyar í øllum fora, orsakað av politiskari vanstýring og krúpan fyri donskum myndugleikum og harravaldi. Tey sleppa ikki upp um politiska bjálkan, sum danir hava sett ígjøgnum føroysku tjóðina og sum ein meiriluta í politisku skipanini ikki enn hevur megnað at høgt niður.
Serliga hesi seinastu árini hava vit upplivað eina heimastýrisstjórn, sum oftari og oftari hevur avdúkað, at støðan er vónleys, at tað ikki ber til at gerast ein partur av heiminum, at gerast ein partur av týdningarmiklum og lívsneyðugum felagsskapum, har sum bara statir kunnu gerast limir og virka, ímeðan fólki í koloniunum sleppur at spæla fólk í húsi innanvert tey mørk í ostaklokkuni, sum hjálandaveldið nú einaferð setur.
Fyri nøkrum árum síðani var forseti ÍSF´s rættiliga optimistiskur um ein komandi limaskap í Olympiska felagsskapinum IOC. Javnaðarmaðurin, Heðin Mortensen, er meira svartskygdur nú, sambært Sosialinum. Sum hann sigur: Tað verður hvørki í dag ella ímorgin, at Føroyar fáa olympiskan limaskap. Hann sigur eisini, at í útgangsstøðinum eru treytirnar hjá IOC, at tú skalt vera sjálvstøðugur limur í ST. Harvið er uppgávan sera einfald at loysa. Og vit loysa so ómetaliga nógvar aðrar trupulleikar í hesum landinum, um vit sleppa okkum av við einastu forðingina fyri allari altjóðagerð, sum er hjálandastøðan í danska ríkinum.
Skal heimurin liggja opin fyri okkum, má og skal føroyski staturin skipast nú. Táið hesin er vorðin javnsettur limur í ST, er politiski doyvingarheilivágurin burtur, og ungir føroyingar í m.a. ítróttarkappingum kunnu tá møta sínum javnaldrum við egnum samleika, undir Merkinum, við Olymisku Leikirnar. Ymisku og tó ógvuliga líku trupulleikarnair hjá teimum báðum svimjarunum høvdu verið loystir við einum handabragdi. Hetta snýr seg bara um, at politiski myndugleikin í Føroyum brynjar seg við sama vilja og áræði, sum tey bæði Pál og Elspa eru so ríkiliga vælsignaði við.
Ein republikk, og bara hon, loysir allar knútar á leiðini til optimalar og javnsettar møguleikar.









